mikudagur 7. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 216 - 7. november 2007
Vil illa til og eldur
kemur í sambýlið í
Bøgøtu í Klaksvík, er
einasta neyðútgongd
ein togendi, sum tey
gomlu mugu lesa seg
eftir tríggjar hæddir
niður á slætt
ELDRATRYGD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað skuldi verða ein fyribils
loysn. Men sum so ofta við
fyribils loysnum, tykist sam
býlið í Bøgøtu meiri at líkj
ast
einari
permanentari
loysn. Og høvdu øll viður
skifti verið í lagi, hevði
hetta helst eisini verið ein
brúkbar loysn. Men tað er
langt frá soleiðis.
– Talan er um eini vanlig
sethús, gamaní stór, men
tey hava ongantíð verið ser
liga væl egnað. Fyri tað
fyrsta er ilt at koma til, og
fyri tað næsta – og tað sum
verri er – mást tú upp einar
langar trappur fyri at sleppa
inn í húsini, sigur Lis Poul
sen, ið er ein av teimum
avvarðandi búfólkunum í
sambýlinum í Bøgøtu.
Pápi hennara flutti inn á
sambýlið fyri nøkrum árum
síðani, og Lis, sum er ein
asta, ið eftir er av systkjun
um – hini bæði doyðu ávika
vist seks og 27 ára gomul –
býr í Fuglafirði. Hon hevur
fleiri ferðir roynt at gjørt
vart við ótolandi viðurskift
ini á sambýlinum.
Tað er staðfest, at har
finst eingin brunatrygd á
sambýlinum yvirhøvur. Tað
kemur javnan fyri, at búfólk
sova á loftinum, og einasti
veruligi rýmingarvegur er
niður gjøgnum einar van
ligar, smalar innitrappur.
Neyðútgongdin er ein tog
endi, sum tey gomlu skulu
lesa seg eftir tríggjar hæddir
niður á slætt.
Mong avvarðandi hava í
drúgva tíð roynt at rópa
myndugleikarnar upp til
dáð, men higartil hevur tað
verið fyri deyvum oyrum.
Tey hava í brævi víst
bæði landsmyndugleikun
um
og
kommununi
á,
hvussu út av lagi ótrygg við
urskiftini eru á sambýlinum,
men hóast hetta nú hevur
verið kent í fleiri ár, er púra
einki hent í málinum.
Neyðars starvsfólk
Ikki tí, tey avvarðandi eru
samd um, at tað er deiligt at
vera
á
sambýlinum
í
Bøgøtu, hugnaligt og sera
fitt starvsfólk, so búfólkini
hava tað gott. Trupulleikin
er bara, at hølini høvdu
verið betur egnað til olymp
iskar atletar, heldur enn illa
gongd gomul fólk.
Har eru allir bólkar av
eldri, bæði sjónveik, illa
hoyrd ella gongd, og í einari
neyðstøðu skulu øll tuska
upp ella niður gjøgnum
trappur, ella í ringasta føri
lesa seg niður eftir hesum
vælsignaða togenda, og tey
avvarðandi skilja ikki, at
nakar vil standa til svars
fyri hesum.
Lis heldur, at tað er ein
ótolandi støða at vera í hjá
búfólki og teirra avvarðandi.
Men hon tekur ikki minst
synd í starvsfólkunum, sum
í einari neyðstøðu standa
púra hjálparleys. Hon held
ur ikki hesi hava ein livandi
møguleika at hjálpa teimum
eldru, um eldur skuldi kom
ið í.
–
Eingin
avvarðandi
myndugleiki kann góðtaka
slík viðurskifti. Tað er gald
andi bæði fyri landið,
kommununa ella viðkom
andi fakfeløg, hvørs limir
starvast undir slíkum um
støðum, sigur Lis Poulsen.
So seint sum í mai mánað
í ár varð kommunan enn
einaferð gjørd varðug við
ringa skilið, og hóast aftur
tá varð lovað at gera nakað
við málið, er einki hent nú
sjey mánaðar seinni.
– Tað verður einki gjørt
fyri at betra um umstøðurnar
á nakran hátt. Ynski eg at
taka pápa mín út ein biltúr,
í ein føðingardag ella okk
urt annað, má hann hálva
vegna berast niður trappur
nar. Har er ikki broytt so
frægt sum at úthurðin er
breiðkað, so ein koyristólur
ríkiliga gongur ígjøgnum.
Og tað kemur javnan fyri,
at fólk í koyristóli búgva
har, sigur Lis Poulsen.
Sær svart út
Bíðilistarnir halda fram við
at vera langir at sleppa inn
á sambýlir, men hóast hetta,
og hóast fyribils loysnin í
Bøgøtu tykist skula vara í
mong ár aftrat, røkist einki
fyri, at ætlanir eru um ábøt
ur á ótryggu viðurskiftini.
Brunaumsjón
Landsins
er annars nógv úti um seg í
mongum málum, men í
hesum føri sigur Petur Lava
Olsen seg einki kenna til
nakrar trupulleikar á sam
býlinum í Bøgøtu í Klaks
vík. Hann vísir annars til
býarverkfrøðingin í Klaks
vík.
Men eftir stendur, at tað í
fleiri ár hevur verið roynt at
ávirka myndugleikarnar til
at taka sær um reiggj og
gera nakað við ræðuliga
ótryggu viðurskiftini, tó
higartil uttan úrslit.
Tað verður ofta tikið til,
at einki verður gjørt fyrr
enn vanlukkan er hend.
Vónandi verður tað ikki so
í hesum førinum.
Døpur oljuútlit í Noregi
Hagtøl hjá norska Oljustýrinum vísa, at norska oljuframleiðslan
hevur verið minkandi síðani aldarskiftið, og at hon helst eisini fer
at minka í komandi árum, kemur ikki vend í. Um aldarskiftið
framleiddi Noreg 3 mió. tunnur um dagin, men nú er framleiðslan
2,5 mió., og sambært framrokningum verður hon 2,05 mió. tunnur
um dagin í 2012. Í eini frágreiðing vísir Oljustýrið á, at íløgur
verða útsettar, leitihugurin er minkaður, og at útreiðslurnar økjast.
Sambýlið ein deyðsfella
Illa gongd búfólk mugu hálvavegna berast niður
gjøgnum einar langar trappur, skulu tey útum til
eitthvørt ... og so kann koyristólurin trillast niður
trappurnar aftaná.
Myndir: Rúna Sivertsen
Ein togendi er einasta
neyðútgongd, tey gomlu hava
at líta á, um illa vil til
Mynd: Rúna Sivertsen
Steinbjørn
í morgin
Vit royndu at fáa orðið á
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóra, men hetta
eydnaðist ikki fyri
evstamark. Ætlandi fáa
vit eina viðmerking frá
honum til blaðið í
morgin.
Jyske Bank mælir til SAP
Týski softwarerisin, SAP, er ein betri íløga í dag enn áður,
heldur Jyske Bank. Analytikarar hjá bankanum mæla nú til at
keypa partabrøv í fyritøkuni eftir at teir annars hava mælt til at
selt. Jyske Bank roknar tó við, at SAP partabrøvini kunnu vera
eitt sindur óstøðug inntil roknskapurin fyri fjórða ársfjórðing og
alt árið 2007 fyriliggur, skrivar Børsen.