mikudagur 7. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 216 - 7. november 2007
– Hetta er heilt biml,
segði sakførarin
hjá eini føroyskari
og eini útlendskari
konu, sum vorðu
drignar í Føroya Rætt
í gjáramorgunin.
Dómarin fríkendi
báðar konurnar
Útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er púra biml.
Orðalagið í Føroya Rætti
var heldur óvanligt í gjára
morgunin.
Ein russisk kvinna í Før
oyum var ákærd fyri at hava
givið skeivar upplýsingar í
eini umsókn um arbeiðsog
uppihaldsloyvi.
Og ein skrivstovuvkvinna
á
virkinum,
kvinnan
arbeiddi á, varð ákærd fyri
at hjálpa henni og fyri at
hava váttað umsóknina.
Men hesin fekk fútin onki
burturúr, tí báðar kvinnurnar
vórðu fríkendar.
Hetta er enn eitt dømi
um, hvussu illa fyri, útlend
ingar í Føroyum eru.
Tí í hesum føri var talan
um eina russiska kvinnu í
Føroyum, sum skuldi út
fylla eina umsókn á donsk
um – har hon ikki skilti eitt
orð av tí, sum stóð í um
sóknarblaðnum.
Talan var um eina umsókn
um at longja arbeiðs og
uppihaldsloyvi og í hesum
sambandi skuldi hon eisini
vátta, hvussu nógv hon
væntaði at fáa í inntøku.
Men tað ringasta av øllum
var, at tað var óneyðugt hjá
henni at útfylla umsóknina,
tí myndugleikarnir høvdu
ikki brúk fyri henni.
Tað var tað bara ongin,
sum hevði fortalt henni!
Men endaði tað so við, at
hendan óneyðuga umsóknin
varð fylt út og eftirsum fút
in meinti at hon hevði sagt
ósatt um lønina, varð kvinn
an ákærd fyri at hava givið
almennum myndugleikum
skeivar upplýsingar.
Hevði rætt til
familjusamanføring
Russiska kvinnan var kom
in til Føroyar í 2002, tí dótt
urin var her og vildi hava
hana at koma higar at passa
ommubarnið.
Men árið eftir, í 2003,
vildu hon sleppa til arbeiðis
í Føroyum og søkti tískil
um arbeiðs og uppihalds
loyvi og tað fekk hon.
Við árslok í 2003 varð
hon gift føroyskum manni
og av tí sama hevði hon eis
ini rætt til familjusamanfør
ing, men tað visti hon ikki
av og tískil søkti hon aftur í
2005 um at fáa arbeiðs og
uppihaldsloyvið longt.
Bæði ákærin og verjin
eru púra samdir um, at av
tí, at konan hevði rætt til
familjusamanføring, var tað
púra óneyðugt hjá henni at
søkja um at fáa arbeiðsog
uppihaldsloyvi longt.
Hon dugir framvegis lítið
og onki av føroyskum og
sostatt var tulkur til staðar
og stuðlaði henni ígjøgnum
rættarfundin.
Í umsóknini hevði hon
upplýst, at væntandi fór løn
in at vera 3800 krónur um
vikuna.
Og tað var júst hetta, sum
ákærin hongdi seg í. Hann
helt, at við hesum hevði
konan sagt ósatt, tí hon átti
at vita, at so nógv fór hon
ikki at forvinna.
Hon arbeiddi á fiskavirki
og ákærin legði upplýsingar
frá Toll og Skatt, sum vísti,
hevði verið nógv minni enn
tað í árunum frammanundan
og tí var ongin orsøk at
vænta, at hon bara skuldi
fáa fulla vikulønir eftir tað
Tí meinti ákærin, at hon
hevði
villleitt
almennu
myndugleikarnar.
Skrivarin á fiskavirkinum,
sum hevði hjálpt henni við
umsóknini, átti eisini at
vita, at talið var alt ov høgt
og tí varð eisini hon ákærd
fyri at hana givið myndug
leikunum
skeivar
upp
lýsingar.
Annars upplýsti skrivarin
á fiskavirkinum, sum hjálpti
henni við umsóknini, at tað
var ógvuliga sjáldan, at tey
ikki høvdu fulla viku.
Ákærin helt kortini, at
tað talaði fyri niðursettari
revsing, at hvørgin av teim
um ákærdu hevði verið í
hóslag við lógina áður. Tað
talaði eisini til teirra fyri
mun, at tað var so langt síð
ani, at tað fór fram, sum
ákæran snúði seg um.
Og so helt ákærin somu
leiðis, at tað talaði til teirra
fyrimun, at í veruleikanum
var tað óneyðugt at biðja
um arbeiðs og uppihalds
loyvi, tí gift í Føroyum,
hevði hon rætt til familju
samanføring.
Tí helt ákærin at ein revs
ing kundi gerast treytað og
í hesum sambandi helt hann
ein hóskandi revsing var at
tær vóru dømdar at sita í
2030 dagar, men at revs
ingin varð gjørd treytað, so
at tær sluppu undan at sita,
gjørdu tær onki annað lógar
brot tað næsta árið.
Øllum hesum vóru verjar
nir als ikki samdir í. Teir
vístu á, at nógvar vikur
hevði talan verið um fullar
vikur. Og framtíðarlønin á
eini fiskavirking kundi ong
antíð verða annað enn ein
meting.
Teir hildu lítið um, at ein
russari í Føroyum skulu
hava fyri neyðini at skriva
eina umsókn um arbeiðsog
uppihaldsloyvi
donskum
og enntá eina umsókn,
myndugleikarnir ikki høvdu
brúk fyri, tí hon hevði rætt
til familjusamanføring.
– Tað er heilt biml at
ákæra hana fyri at hava
skrivað eina heilt óneyðuga
umsókn, segði annar verj
in.
Víst var eisini á, at ein
orsøk til, at hon ikki hevði
havt fulla tíð, var, at hon
hevði verið heima í Russ
landi og ferðast í ein góðan
mánað.
Dómarin hevði ikki langa
tíð um at koma til eina nið
urstøðu og hann ikki, at
talan var um nakað revsi
vert. Hann segði, at skuldi
talan vara um svik, skuldi
talan vera um at svika við
vilja og tað metti hann
ikki.
Hann vísti á, at lønin á
einum fiskavirki vóru ógvu
liga ójavnar og eitt tað mátti
vera loyvt at eitt ávíst frávik
var og lønarseðlarnir hjá
russisku konuni vísti eisini,
at ikki tvær vikur vóru lík
að.
Tí mátti talan vera um
eina heildarmeting og útfrá
tí fríkendi hann báðar kvinn
urnar.
Føroyingar halda seg
liva væl
Tað eru ikki færri enn 80 prosent av føroyingum, sum
halda seg liva væl. Tað vísir ein fólkaheilsukanning, sum
fyribyrgingarráðið hevur gjørt. Í kanningini vóru
føroyingar spurdir, hvussu teir sjálvir halda, at teir liva og
80 prosent halda seg hava heilt góða heilsu, 18% halda
seg liva hampiliga og 2 prosent halda seg hava vánaliga
heilsu. Býtið ímillum kynini er at kalla javnt, men kortini
eru tað eitt sindur fleiri konufólk, sum halda seg liva stak
væl, enn tað eru mannfólk.
Kvinnur fríkendar fyri
at snýta landsstýrið
- Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu hava
tunguna mitt í munninum, annars kann tað enda, sum
hjá eini russiskari kvinnu í Havn, sum varð drigin í rættin
í gjáramorgunin. Hon skuldi útfylla eina umsókn, sum
hon ikki skilti eitt orð av. Fútin helt, at borðið fangaði og
dróg hana í rættin. Men tað helt dómarin ikki og tí varð
kvinnan varð fríkend