mikudagur 7. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 216 - 7. november 2007
Svart arbeiði hjá Mærsk
Danska skattavaldið hevur illgruna um, at nakrir
undirveitarar hjá Lindø-skipasmiðjuni hava arbeitt svart
og hava skákað sær undan at rinda meirvirðisgjald. Tí
hevur skattavaldið lagt sak ímóti fyritøkuni MT
Contractors við kravi um, at fyritøkan skal rinda tí
almenna 21,5 mió. krónur. Skat sigur, at MT
Contractors leigaði skipasmiðjuni danskar og polskar
handverkarar fyri minni løn enn sáttmálalønina. Mærsk
eigur Lindø-skipasmiðjuna.
Vestas í undanvindi
Danska vindmyllufyritøkan Vestas
almannakunngjørdi í gjár eitt sera gott úrslit fyri
níggju teir fyrstu mánaðarnar av árinum, og tað
hevði við sær, at partabrøvini í fyritøkuni hækkaðu
góð 15 prosent í virði. Úrslitið kom ikki óvart á .
Men leiðslan í Vestas hevur sett sær stór mál.
Sambært Børsen ætlar leiðslan at tíggjufalda
umsetningin hetta til 2020, soleiðis at tann árligi
umsetningurin verður knappar 400 mia. krónur tá.
við skerdum førleika
- Við komandi virksemin-
um á Kambsdali hava vit
nátt flestu økir í landinum,
men vit røkka ikki Suður-
oynni á hesum sinni. Vit
fara at kanna tørvin í Suður-
oy nærri og hava síðan
ætlanir um at seta virksemið
í gongd har seinni.
Virksemið, sum Alv nú
leggur
lunnar
undir
á
Kambsdali, er sum nevnt
ætlað arbeiðstarnaðum fólk-
um, eitt nú sálar-og sinnis-
veikum, fólkum, ið eru
rørslutarnaði og fólkum, ið
hava fingið tillutað hálva
ella fulla pensjón.
- Hetta er ein partur av
Føroya fólki, ið vanliga ikki
eru so sjónlig á arbeiðs-
marknaðinum, men sum
gjøgnum mennandi tilboð
kunnu bjóða fram sína
arbeiðsmegi og samstundis
gera arbeiðsmarknaðin stør-
ri og fjølbroyttari.
Tørvur á uppvenjing
Tey umleið 25 fólkini, sum
fáa arbeiði á Kambsdali,
kunnu antin arbeiða heilan
ella hálvan dag.
- Vit
fara
at
skipa
virksemi
við
víðum
karmum, tí tørvurin hjá
hesum fólkum er ymiskur.
Tey hava tørv á at vita, at
tey eru vird við teimum
skerjingum, tey hava, og
tey hava eisini brúk fyri at
halda sínar førleikar við
líka.
Alv sigur, at fleiri av teim-
um, sum hava skerdan vin-
nuførleika, hava tørv á eini
uppvenjing, og fleiri hava
eisini tørv á at verða stuð-
laði til at koma í gongd aft-
ur.
- Onkur hevur tørv á at
arbeiða einsamallur, onnur
í bólki. Neyðugt er at tillaga
arbeiðstíðina soleiðis, at til
ber at arbeiða eitt nú hálvan
dag, sigur sjálvognarstovn-
urin.
Tvørfakligur bólkur
Á einum síkum arbeiðsplás-
si, sum tí, ið karmar nú
verða skaptir um á Kambs-
dali, er neyðugt at skapa so
tryggar og góðar karmar
sum til ber, og í hesum sam-
bandi er neyðugt at hava
ein bólk av starvsfólki, ið
er tvørfakligur.
- Vit vita, at tørvurin er
stórur á arbeiðsstøðum fyri
fólkum, ið eru arbeiðstarnað.
Fleiri av umsøkjarunum hjá
ALV hava tørv á einum
arbeiðsstaði, har tey undir
tryggum korum og undir
skipaðum viðurskiftum kun-
nu fáa arbeiðsuppvenjing.
Hesin tørvur er serliga stór-
ur hjá sálar- og sinnisveikum
fólki, sigur sjálvsognar-
stovnurin Alv.
Soleiðis fer virkisbygningurin, sum Alv hevur
keypt á Kambsdali, at síggja út, tá hann um eitt ár
ella so stendur liðugur og klárur at taka í nýtslu
Á tíðindafundi á
Kambsdali í vikuni,
segði Dánjal Vang,
býráðslimur, at Alv
hevur góðar møguleik
ar at menna fólk teor
etiskt við Áir og prakt
iskt á Kambsdali
ArbeiðsmArknAður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Tað er gleðiligt, at tit eru
farin undir at gera tann
“rúmliga arbeiðsmarknaðin
– enn rúmligari”.
Soleiðis tók Dánjal Vang,
býráðslimur til á tíðindafun-
di á Kambsdali, nú Alv hev-
ur keypt vinnubygning frá
Fuglafjarðar kommunu.
- Eg haldi ikki, at ávís
almenn arbeiðspláss hava
verið rúmlig mótvegis teim-
um fólkum, sum hava skerd-
an arbeiðsførleika.
Hann vísir til frásagnir
um tvørrandi forstáilsi fyri
hesum fólkum, sum hava
verið bornar fram í fjølmiðl-
unum.
- Vit øtast um óneyðugu
og harðrendu framferðina,
legði hann aftrat.
Men hóast alt, segði
hann, so eru sólskinssøgur,
har almenn og privat arbeiðs-
pláss hava fólk við skerdum
arbeiðsførleika í arbeiði.
- Í nógvum førum hava
partarnir stóra nyttu og
gleði av hvørjum øðrum.
Dánjal vísti á, at í Dan-
mark ger IBM eitt stórt
arbeiði fyri teirra arbeiðs-
fólk, sum gerast sjúk.
- Tey gera alt, so viðkom-
andi, ið gjørdist sjúkur,
kann koma aftur í sítt gamla
starv, fulla ella niðursetta
tíð – ella viðkomandi verður
settur at røkja eitt annað
starv í fyritøkuni.
Býráðslimurin segði, at
tey 25 fólkini, sum koma at
arbeiða á Kambsdali, hava
eina realkompetansu, sum
tey ella onnur ikki hava
fingið eyga á.
- Tí er alneyðugt, at ávís
fólk gera sær ómak at finna
fram dygdirnar hjá hesum
fólkum, sum skulu manna
hesi arbeiðsplássini.
Hann segði, at eftir at
hesi fólk eru ment teoretiskt
og praktiskt, er ikki óhugs-
andi, at tey fara víðari til
eitt starv hjá tí almenna ella
privata – ella gera sítt egna
virki.
- Alv hevur góðar møgu-
leikar at menna fólk teoret-
iskt við Áir og praktiskt á
Kambsdali. Hetta gevur fól-
ki uppaftur betri møguleikar
úti á arbeiðsmarknaðinum.
Dánjal Vang segði seg
ikki ivast í, at vinnulívið og
tað almenna fer at taka væl
ímóti hesum nýggju arbeiðs-
plássum, og at allir partar
fara at hjálpa og stuðla hvør-
jum øðrum.
- Fuglafjarðar býráð fer
av øllum alvi at gera sítt til,
at hetta fer at eydnast, segði
býráðslimurin.
- Hetta er gleðiligt!
- Fuglafjarðar býráð fer av øllum alvi at gera sítt til, at virksemi
hjá Alv á Kambsdali fer at eydnast, sigur býráðslimurin, Dánjal
Vang