mikudagur 7. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 216 - 7. november 2007
Alv er ein endur
búgvingarstovnur
ið varð stovnaður
av Færøernes
Ulykkeforsikring
fyri fimmti árum
síðani. Endamálið
hjá stovninum er
millum annað at roy
na arbeiðsevnini hjá
arbeiðstarnaðum
og at skipa fyri
arbeiðsvenjing,
endurbúgving og
umskúling, so vinnu
tarnað aftur kunna
fara til arbeiðis.
Endurbúgvingartilboðini
hjá Alv eru skipað í 7 virk
semi:
• Vinnuskeið: Vinnuskeiðs
tilboðið er ætlað teimum,
sum hava útlit til at megna
eitt starv á vanliga
arbeiðsmarknaðinum ella
koma víðari í útbúgving.
• Verkstaður: Verkstaðið er
ætlað pensjónistum, ið
hava tørv á einum verk
staðsarbeiði.
• Kvøldvirksemi: Kvøld
virksemið er tilboð til pen
sjónistar, sum hava tørv á
at koma saman við øðrum
og fáa ein innihaldsríkari
gerandisdag.
• Vinnudeildin: Fær til
vega vart arbeiði til fyritíð
arpensjónistar, umframt at
etablera starvsvenjingar
stað og arbeiði til næming
ar.
• Heimavirkan: Heimaar
beiðandi pensjónistar, sum
framleiða vørur.
• Handil og Kaffi: Handil,
sum selir ymisk sløg av
vælbryggjaðum kaffi, og
sum eisini selir vørur frá
okkara framleiðslum og frá
heimapensjónistunum.
Eisini virkar Handil og Kaf
fi sum starvsvenjingarstað.
• Skúlin: Tilboð til næming
ar, ið ynskja at nema sær
útbúgving í 9. flokki og
FHS.
Aðra fiskiveiðiskipan
Tríggir tinglimir hava lagt uppskot fyri íslendska Altingið
um at seta verandi fiskiveiðiskipanir úr gildi. Teir skjóta
upp, at verandi skipanir fara úr gildi tann 1. september í
2010, so at tann politiski myndugleikin skal fáa srundir
til at koma við einari aðrari skipan til ta tíð. Tingmenninir
eru ikki einsamallir. Millum annað hevur íslendska
skiparafelagið sagt, at verandi reglur mugu broytast, tí tær
gera enda á fiskivinnuni.
Ísland má fáa eina aðra
fiskiveiðiskipan, heldur
skiparafelagið
Mynd: Vísir
Hvat er ALV ?
Alv-skúlin við Áir hevur tilboð til næmingar, ið ynskja at nema
sær útbúgving í 9. floksútbúgving og FHS
Við virkseminum,
sum verður á
Kambsdali, hava
vit nátt flestu økir
í landinum, men
vit røkka ikki
Suðuroynni á hesum
umfari. Vit fara
at kanna tørvin í
Suðuroy nærri og
hava síðan ætlanir
um at seta virksemið
í gongd har seinni,
sigur Alv. Sjálvogn
arstovnurin hevur
keypt virkisbygning
frá Fuglafjarðar
kommunu, sum
ætlandi fer at geva 25
førleikaskerdum fól
um arbeiði
ArbeiðsmArknAður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sjálvsognarstovnurin Alv
hevur júst keypt ein virkis
bygning, sum Fuglafjarðar
kommuna hevur átt á ídnað
arøkinum á Kambsdali.
Bygningurin er 600 fer
metrar til víddar, og grund
økið er 2.870 fermetrar
stórt. Keypsprísurin er 1,9
miljónir krónur, og stovnur
in væntar at brúka 2,5 milj
ónir krónur til at gera bygn
ingin kláran til tað virksemi,
sum ætlanin er at brúka
hann til.
Hetta er eitt stig á leiðini
hjá okkum at fremja kor
teirra, ið hava skerdan
arbeiðsførleika, og vit hal
da, at hetta er ein góður
framtíðarmøguleiki. Bygn
ingurin stendur á vinnuøki
num á Kambsdali, sum vit
meta er eitt gott stað, tá
hugsað verður um at bjóða
virksemi til arbeiðstarnað í
Norðoyggjum,
Eysturoy
og part av Norðurstreymoy.
Klárur um eitt ár
Stovnurin heldur tað eisini
hava stóran týdning fyri
samstarvið við aðrar fyri
tøkur, sum eitt nu eru á
Kambsdali, at virkisbygn
ingurin liggur so tætt upp at
aðrari vinnu.
Eitt annað, sum eisini er
til fyrimunar við plasering
ini á Kambsdali, er góða
busssambandið, og eitt nú
koyrir leið 440 úr Klaksvík
nógvar ferðir um dagin.
Alv hevur leingi havt yns
ki um at skapa uppaftur flei
ri vinnumøguleikar fyri
fólkum við skerdum arbeiðs
førleika, og stovnurin metir,
at keypið á Kambsdali fer
at geva hesum fólkum góð
ar og øktar møguleikar.
Vit fara í næstum undir
at gera bygningin kláran til
okkara virksemi, og vit mið
ja eftir at byrja framleiðslu
á Kambsdali um eitt ár ella
so. Ætlandi verður pláss
fyri 25 arbeiðsfólkum, sig
ur Alv.
Tá arbeiði at umbyggja
og laga bygningin til ætlaða
virksemið er komið nakað
áleiðis, fer Alv at skipa fyri
kunningarfundi, so øll, ið
hava áhuga, kunnu skráseta
seg ella fáa nærri upplýsing
ar um virksemið, sum verð
ur.
Møblar og montasja
Høvuðsinnihaldið við virk
seminum á Kambsdali verð
ur ein endurnýtsluhøll ella
ein sokallað “møbladeild”,
har vit eitt nú fara at umvæ
la gamlar møblar og lutir,
sum skulu seljast. Somu
leiðis hava vit ætlanir um at
virka sum eitt “montasju
virki”, har vit fara at fram
leiða ymiskar lutir ella part
ar av framleiðslulutum fyri
føroysk virkir. Tað vísir seg
nevnliga, at føroysk virkir
bíleggja fleiri framleiðslu
vørur og tænastur uttan
lands, sum eins væl kundu
verið framleiddar í Føroy
um.
Alv ynskir at hyggja at
hesum møguleika við tí fyri
eyga at skapa eina nýggja
vinnu.
Vit hava tosað við virkir
um møguleika fyri fram
leiðsluavtalu, og tað vísir
seg, at áhugi er fyri hesum.
Vit vænta eisini, at eftir
spurningurin verður størri,
tá vit eru komin í gongd.
Eins og í Havn, er ætlanin
at gagnnýta hølini, tá hesi
eru tóm til ymiskt virksemi
seinnapartar og um kvøldar
nar.
Arbeiðsmarknaðurin
Alv fegnast um, at hetta
nýggja virkið sær dagsins
ljós – ikki minst tí, at virkse
mi fer at verða við til at
gera arbeiðsmarknaðin enn
meira rúmligan.
Arbeiðspláss til fólk v
Alv hevur keypt
virkisbygningin
frá Fuglafjarðar
kommunu fyri 1,9
miljónir krónur,
og væntandi
fer sjálvsognar-
stovnurin at
brúka umleið 2,5
miljónir krónur
til at gera hann
kláran til brúk