Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 216 - 7. november 2007 Kynsligur ágangur er ein risastórur trupulleiki í Føroy­ um, og felagskapurin KRIS, sum við sjálv­ boðnari hjálp arbeiðir ímóti áganginum, rópar varskó: Politik­ arar mugu taka trupulleikan í álvara og kenna ábyrgd Ágangur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Í seinastu viku skipaði fe­ lagsskapurin Kris fyri stór­ um átaki fyri at varpa ljós á, at føroysk børn líða undir kynsligum ágangi, og at hetta er ein stórur samfe­ lagsligur trupulleiki. Til tiltøkini hevði Kris fingið serfrøðingar úr Noreg at koma og greiða frá, hvussu stríðið ímóti kynsligari mis­ nýtslu fer fram har. Norska FMSO (Fælles­ skab Mot Seksuelle Over­ greb) er eitt meginfelag fyri 18 kreppumiðstøðir í Noregi, og leiðarin, Bjørg Nielsen, ynskti bæði at stuðla og eggja tí arbeiði, sum longu fer fram ígjøg­ num Kris, men eisini at minna politikarar og mynd­ ugleikar á at kynslig mis­ nýtsla er ein samfelagsligur trupulleiki, sum ein privatur felagskapur ikki einsamallur kann loysa. – Arbeiðið ímóti kynslig­ um ágangi má vera miðvíst og professionelt, og má stovnsetast í einari miðstøð, har fólk, sum hava verið misnýtt kunnu søkja sær hjálp og vegleiðing, og har rúm er fyri, at bólkar veita hjálp til sjálvhjálp, sigur Bjørg Nielsen. Saman við KRIS hava norsku serfrøðingarnir gjørt eina tørvsmeting fyri før­ oyska samfelagið, og niður­ støðan er, at tørvur er á ein­ ari miðstøð fyri kynsliga misnýtt, har trý fólk arbeiða fulla tíð, og bæði offur og avvarðandi fáa neyðugu til­ boðini um hjálp. – KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði, men nú mugu tit sum samfelag taka støðu til trupulleikan og avgera, hvat skal gerast. Tí um hetta ikki verður rótfest í einum alment fíggjaðum stovni er stórur vandi, at tað dettur niðurfyri, ávarar norski ser­ frøðingurin. Fáir politikarar Umframt væl vitjaðu al­ menni tiltøkini varð eisini skipað fyri einum serligum tiltaki fyri politikarar og miðlar. Men bert einstakir politikarar og miðlar valdu at seta nakrar tímar av til kunning um kynsliga mis­ nýtslu og tørvin á størri samskipan av arbeiðnum ímóti áganginum. Eftir tí sum Sosialurin dugdi at meta, so var borg­ arstjórin í Klaksvík einasti lokalpolitikari, og limir í Løgtinginum vóru hesir: Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldin­ um, Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkin­ um, Kai Leo Johannesen og Edmund Joensen úr Sam­ bandsflokkinum, Jørgen Niclasen og Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum og einki tingfólk umboðaðu Javnað­ arflokkin og Sjálvstýris­ flokkin Tingmaður Sjálvstýris­ floksins var á Norðurlanda­ ráðsfundi í Noreg, men um manglandi undirtøkan ann­ ars var tekin um, at politik­ arar ikki hildu hetta hava týdning ella høvdu onnur meira álvarslig mál at taka sær av, er ikki heilt vist. Boðskapurin til politik­ arnar var sera einkul. Gvø­ bjørg West endaði sína framløgu soleiðis: – Tit sum hava vald: Hjálpi okkum! Sjálvboðið arbeiði Føroyski felagskapurin móti kynsligari misnýtslu varð stovnaður í ár 2000. Saman við Gvøðbjørg West arbeiðir Ásla Sevdal sum ráðgevi hjá felagskapinum. Hvørgin fær løn, men brúka frítíðina til arbeiði. Í ár fær KRIS 200.000 á fíggjar­ lógini – Eg veit ikki, hvussu leingi vit orka at halda á. Eg havi verið tætt við at givist fleiri ferðir. Men tá vit hoyra søgurnar og síggja, hvussu offur broytast til yvirlivarar, kunnu vit ikki annað enn halda áfram, sigur Gvøðbjørg West. KRIS byrjaði sum ein tvørkirkjuligur felagskapur, og tey hava onkuntíð fingið skotið í skógvarnar, at tey eru ov kristin og ov ópro­ fessionell. Men Gvøðbjørg West heldur ikki, at ákærur­ nar um óprofessionalismu halda. – Vit hava vitjað norsku kreppumiðstøðirnar, og eg tori at siga, at vit eru eins professionell og tey. Men vit hava sjálvandi nógv færri pengar og nógv verri umstøður, staðfestir Gvøð­ bjørg West. Hon og Ásla Sevdal hava báðar fingið eftirútbúgving sum familjuráðgevarar, og í ár hava tær higartil havt 189 fundir við fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Harumframt hava verið eitt ótal av telefonsamrøðum. Mett verður at yvir 7000 føroyingar hava verið fyri kynsligum ágangi, og av hesum hava á leið helvtin brúk fyri hjálp. Verður einki gjørt, hevur fortronginin aðrar álvarsligar fylgir sum sálarligt samanbrot, alko­ holismu og harðskap. Politikarar hava ábyrgd av kynsligum ágangi Tveir familjuráðgevarar arbeiða fyri KRIS, hvørgin fær løn, men brúka frítíðina til arbeiði. – Eg veit ikki, hvussu leingi vit orka at halda á. Eg havi verið tætt við at givist fleiri ferðir, sigur Gvøðbjørg West, sum eftirlýsir størri ábyrgdarkenslu frá politikarum Nýtt savningarstað Fyri góðum tveimum vikum síðani varð nýggja síðan ball.fo alment tikin í brúk. Høvuðsendamálið við síðuni er at býta myndir frá ymsum upplivingum við vinfólk og onnur. Eisini aðrar møguleikar eru, sum til dømis gestabók, t­postur og vinarlisti. Sum tað nýggjasta ber til at døma um og viðmerkja myndirnar hjá hvørjum øðrum. Higartil hava 200 persónar stovnað sær eina vangamynd, og myndasavnið hevur næstan rundað tær fyrstu 2000 myndirnar. Stigtakaranir til ball.fo eru Rói Winthereig, Jóannes á Fløtti, Tórstein Christiansen og Bárður Klein. Álit um húsarhaldsskúla Mentamálaráðið hevur fingið álit, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt um ein nýggjan húsarhaldsskúla. Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya, handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, álit um nýggjan húsarhaldsskúla í býráðshøllini í Klaksvík síðsta fríggjadag. Í sambandi við handanina segði leiðarin, at verandi umstøður eru ikki tíðarhóskandi. Jógvan á Lakjuni segði, at hansara fólk í mentamálaráðnum fara nú at hyggja at álitinum, og síðan verður støða tikin til, hvat skal henda. Hann vísti á møguleikan at savna tey mongu skúlatilboðini í Klaksvík í størri eindir og nevndi í hesum viðfangi Húsarhaldsskúlan og Handarbeiðsskúlan.