Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 216 - 7. november 2007 Nógv er hent, síðani felagsskapurin KRIS varð settur á stovn. Felagsskapurin hevur hjálpt eina rúgvu av fólki, men í dag er tørvur á broytingum, staðfestir forkvinna fyri norskum megin­ felag fyri kreppu­ miðstøðir Ágangur Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Gvøðbjørg West, forkvinna í KRIS, sigur, at tá KRIS varð stovnað, vóru tað mong, sum søgdu, at tað var fjas, tí slíkt fór ikki fram í Føroyum. Men sein­ astu árini er henda síðan av føroyska samfelagnum kom­ in fram í ljósi. – Vit tordu at seta hol á hetta. Og í dag vita vit, at hetta er ein risastórur trupul­ leiki – eisini í okkara góða landi, staðfestir Gvøðbjørg West. – Kynslig misnýtsla skal talast í hel, ikki tigast í hel. Og fólk, sum eru misnýtt, hava brúk fyri menniskjum, sum tora at vera, har sum tey eru, og sum tora at rúma hesa myrku síðu av veru­ leikanum. Og tey hava brúk fyri einum samfelagið, sum ikki letur eyguni aftur fyri, at her og nú hava vit børn í millum okkum, sum líða undir kynsligum ágangi, sigur Gvøðbjørg West. Hon staðfestir, at KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði. Men nú er tíð upp á, at myndugleikar koma inn og vísa ábyrgd, heldur hon. Leiðarin fyri norska megin­ felagið fyri incest hjálpar­ miðstøðir, Bjørg Nielsen, er samd. KRIS avkristnað Bjørg Nielsen heldur, at bæði KRIS og føroysku myndugleikarnir hava brúk fyri at flyta seg. – KRIS hevur brúk fyri at niðurtóna kristnu síðuna, soleiðis at øll ynskja at søkja sær hjálp hjá teimum, og fyri at tryggja, at religión og kynslív ikki verður bland­ að saman. Men samstundis má samfelagið traðka til og stuðla tí vitan og tann før­ leika, sum felagskapurin hevur bygt upp, sigur norksi leiðarin. KRIS byrjaði sum ein kristin felagskapur, men Gvøðbjørg West sigur, at hetta er broytt. K’ið í KRIS stendur ikki longur fyri kristilig men krisu. KRIS merkir: Krisu Ráðgeving fyri Incest og Siðamisbrot, sigur Gvøðbjørg West Í Noreg eru allar tær tjúgu miðstøðirnar, sum taka sær av fólki, sum hava verið kynsliga misnýtt, alment fíggjaðar. Í 2007 var henda upphædd 62,7 milli­ ónir krónur. 110 starvsfólk arbeiða á norsku støðunum, og tey eru øll lønt. – Miðstøðirnar hava stór­ an týdning, tí har er gáttin lág, og øll sum ynskja, fáa hjálp. Hetta lættir um hjá almennu skipanini, og tryggjar hjálp til fólk tað løt­ una, sum tey hava brúk fyri tí, staðfestir Bjørg Nielsen. KRIS má styrkjast Rósalind Olsen, ættað av Sandi, men búsitandi í Saltangará, traðkaði alment fram á KRIS-tiltakinum í Norðurlandahúsinum og segði sína søgu í Sosialinum fríggjadagim um at verða misbrúkt frá barni av Savnsmynd Almenn ráðstevna Leygardagin 10. november kl. 10.00 verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum um burðardygga vistferðavinnu. Burðardygg vistferðavinna (sustainable ecotourism) Vit spyrja: Hvussu menna vit vistferðavinnu í Føroyum, og hvørji sosial, fíggjarlig og umhvørvislig atlit skulu vit hava? Fyrilestrarhaldarar verða m.a. Dr. John S. Hull og Carol Patterson úr Kanada, sum bæði hava drúgvar royndir í burðardyggari ferðavinnu og hava hildið óteljandi skeið og fyrilestrar um evnið. Harumframt hoyra vit um royndir, ið føroyingar sjálvir hava gjørt sær á økinum. Teknið tykkum til ráðstevnuna á www.tourist.fo ella ringið til SamVit, tel. 30 69 00. 10.00-10.20 Morgunmatur 10.25-10.40 Vælkomin v/ Elini Heinesen, stjóra á SamVit 10.40-11.00 Umhvørvisstovan 11.00-12.00 Menning av burðardyggari ferðavinnu v/ Dr. John S. Hull 12.00-12.55 Ábit 13.00-13.20 Vistferðavinna og burðardygg menning í lokalsamfelagnum v/ Bergmann Finnsson, Agenda 21 ráðgeva 13.20-13.40 Lívfrøðingur røðir um árin, ið ferðavinna hevur á náttúruna 13.40-14.00 Veitarasjónarmið v/ Randi Meitil, Faroe Trekking 14.00-14.20 Veitarasjónarmið v/ Magna Blástein, Blástein 14.20-14.30 Steðgur 14.30-15.30 Vistferðavinna og marknaðarføring v/ Carol Patterson 15.30-17.00 Kjak og spurningar R E P R O Z