mikudagur 7. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
1. partur
Mamman kendi H. C.
Andersen
Ludvig Daniel Jacob Danielsen
var sonur Siggu, ella sum henn
ara fulla navn var Sigrid Frede
rikke Angelica Danielsen, (1. 1.
184118.01.1922).
Foreldrini hjá henni vóru Daniel
Danielsen, timburmaður í Havn,
og Lise Margrethe Reinert, ættað
av Nesi.
Tað er ógvuliga lítið, fólk vita
um Siggu sum unga. Men sagt
verður í ættini, at hon sum ung
genta plagdi at trilla Niels Finsen
í barnavogni.
Sigga fer til Danmarkar í 1865,
har hon var í húsi hjá eini ríkari
familju, har ævintýrskrivarin H. C.
Andersen plagdi at koma.
Sigga kemur fyri barn við einum
”smedesvend”, sum æt Ludvig
Jørgensen, og hon fær ein son
tann 25. juni 1871. Bústaðurin
hjá henni var Nørrevold 40, sum
er mitt í Keypmannahavn. Hetta
er gøtan sum í dag kallast Nørre
Voldgade, har Sstøðin Nørreport
liggur. Nummar 40 er ikki til í
dag. Hetta húsanummar er horvið
millum nr. 38 og 42.
Upkallaður eftir
ókenda pápanum
Drongurin verður doyptur í Vor
Frue Kirke, dómkirkjuni í Keyp
mannahavn, sum liggur í Nørre
gade, sum gongur oman frá
Nørrevold. Hann verður doyptur
tann 25. oktober sama ár, og
hann fær navnið Ludvig Daniel
Jacob Danielsen. Sum tað sæst
er Daniel eisini uppkallaður eftir
pápa sínum, sum ikki hevur verið
heilt gloymdur. Ludvig navnið
hevur hann kortini ikki brúkt.
Sigga kemur nokk so skjótt
aftur til Føroyar, tí tann 26. apríl
1874 giftist hon við Jákup á
Kamarinum, sum var timburmaður
og gravari. Sigga var onnur kona
hansara.
Sigga og Jákup fingu fimm
børn saman, men bert eitt kemur
undan, og tað var Magnus, sum
var ein kendur arkitektur og
byggimeistari. Hjá teimum á
Kamarinum verður Daniel fram
vegis kallaður ”onkil Dánjal”, og
tey hava eisini givið síni íkøst til
hesa søgu. Í morgin verður teirra
grøv umrødd í røðini ”Hendur ið
sleptu”.
Fer av landinum
Sigga var systir postmeistaran
og sparikassastjóran Christian
Cornelius, vanliga skrivaður C.C.
Danielsen í Havn, og Dollin, sum
hann var kallaður í uppvøkstri
num, kom at vaksa upp hjá hon
um og konuni Onnu Sofíu. Daniel
varð konfirmeraður í Havnar kirkju
2.mai 1886.
Ein beiggi C.C. Danielsen var
sýslumaðurin D. J. Danielsen í
Søldafirði, sum var pápi Victor,
kendur sum trúboðari og Gunnar,
kendur sum skipari. Onnur systkin
teirra vóru Elsa, Lisa, Betty og
Petur. Postmeistarin var ógvuliga
gudrøkin og royndi at geva Daniel
góða og kristiliga uppvenjing,
men hann var rættiliga buldraslig
ur ella, sum hann sigur sjálvur,
eini rættiligur íspegil.
Á ungum aldri, um 18 ára
gamal, fór Daniel til Skotland og
lærdi til maskinmeistara. Nøkur
ár sigldi hann við enskum damp
arum, sum fluttu emigrantar til
Amerika. Hesa tíðina hevði hann
tveitt alt, sum kallaðist religión,
frá sær.
Men á einum útimøti í Glas
gow, tá ið hann varð 27 ár, varð
hann umvendur. Og tað var ein
umvending við lít. Hann slepti
øllum verðsligum. Tað mest
verðsliga hann kundi gera seinni í
lívinum var sambært A.W. Sloan,
at hann kundi freistast til at lesa
meinaleysar tekniseriur, um hann
rann seg fram tær!
Congo var snarvegur
til himmals
Hann kom eina tíð at virka í eini
sjómansmissión í Glasgow. Eftir
at hava virkað her eina tíð, var
hann eitt ár á missiónsskúlan
Harley College í London at fyri
reika seg at gerast trúboðari.
Hann kom at virka fyri Congo
Balolo Mission, CBM, sum upp
runaliga var grundað av David
Livingstone.
Danski rithøvundurin Peter
Tygesen sigur um Harley College,
at tað ”var en ganske særlig
missionsinstitution, vokset
frem af datidens karismatiske
bevægelse og oftest blandt
samfundets laveste. Mange af
deres prædikanter optrådte på
pladser og gader eller i primitive
forsamlingshuse.
Sømandsmissionen var et af
deres særlige bevågne områder,
ofte foregik dette arbejde direkte
Daniel J. Danielsen:
Føroya fyrsti
heidningatrúboðari
Sum vit greiddu frá hósdagin í røðini ”Hendur ið Sleptu” fara vit nú undir eina røð um Daniel Jacob Danielsen,
sum er kendur sum trúboðari í Føroyum fyrst í hini øldini. Eisini er tað kent, at hann virkaði í Congo árini 1901-
1903. Tað er ikki nógv, sum fólk vita um hetta hansara virksemi. Tað er eisini sera avmarkað, hvat ið er skrivað
um hansara avrik í Congo og serliga um hansara virksemi at útvega fólkinum har sømilig kor.
Men vit hava savnað upplýsingar um hansara virksemi bæði í Føroyum og uttanlands og kunnu tí geva lesarum
okkara eina forvitnisliga og eisini spennandi frásøgn um Dollan, sum hann eisini varð kallaður. Í hesum partinum
verður fyrst og fremst greitt frá hansara virksemi grundað á føroysku keldurnar. Í komandi pørtum verður greitt
frá virkseminum í Congo, grundað á útlendskar keldur
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Daniel J. og Lina Danielsen
Daniel J. Danielsen sum ungur