Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 22 nr. 216 • 07. november 2007 på skibene eller på kajen”. At fara til Congo var nú ikki bert sum at siga tað. Av 36 trúboðarum sum fóru hagar árini 1889-1902 doyðu teir 29 av ymiskum sjúkum. Trúboðarar skriva eisini í brøvum heim, at ”Congo var ein snarvegur til himmals” og ”Afrika drepur tey sum elska tað”. Daniel fór til Congo í 1901. Her kom hann at virka á missións- støðini í Bonginda, sum liggur einar 1.000 km inni í landinum við eini á, sum rennir í Congoánna. Hann var maskinmeistari á bátum hjá missiónini, sum kallaðust Livingstone og Pioner. Congoáin var høvuðsfarleiðin í Congo. Sjálv høvuðsáin er 4000 km long, men við teimum áum sum renna í hana er farleiðin einar 18.000 km. Tá var tað nær- liggjandi hjá missiónunum at fáa sær egnar bátar at ferðast við. Her kann verða skoytt uppí, at í almennari umrøðu hevur ivi verið um, hvørt Daniel veruliga var trúboðari. Vanligt var at kalla eisini tey, sum mannaðu trúboðarabátar fyri trúboðarar. Men Peter Tygesen sigur, at tann veruleiki, at hann hevur verið á Harley College, er ein váttan um, at hann veruliga hevur verið ”rættur” trúboðari. Setti medisinmann uppá pláss Tað er ikki nógv, sum er skrivað í Føroyum um hansara virksemi í Congo. Men Andrew Sloan skrivar, at sagt varð, at Daniel var djarvur og ráðklókur maður. Hann var eisini sera skemtingarsamur, hetta kom honum ofta væl við. Tað hendi seg, at innfødd komu til hansara at fáa tikið avgerð í trætumáli, sum ikki altíð hevði nógv uppá seg. Kortini kundi hetta fáa teir at skúma av øði móti hvørjum øðrum. Dráp kundi liggja í luftini, og vandamikið kundi vera at taka dagar ímllum partarnar. Her lá væl fyri hjá Daniel. Við sínum skemtingarsama lyndi kundi hann fáa teir at fara frá øði móti hvørjum øðrum til, at teir kundu velta sær á jørðini í skellilátri. Tá var ikki langt frá eini semju. Vit hava fingið upplýst, at tað var sera vanligt í Congo at fáa ein ”hvítan mann” at royna semju í trætumálum í ein solkallaðum palaver. At Daniel hevur verið við til hetta merkti eisini, at hann hevur verið skjótur at læra seg málið. Tað hava vit eisini fingið váttað frá aðrari keldu. Meira álvarsamt var at koma í holt við medisinmenninar og teirra kynstur. Ein innføddur, sum var í tænastu hja Daniel var blivin sera sjúkur og var deyðanum nær hóast alt, sum varð gjørt fyri hann. Tað kom fram, at hann var gandaður av medisinmanninum á staðnum. Daniel fór til hansara og kravdi, at hann skuldi loysa sjúka mannin úr banninum. Hetta vildi hann ikki, og Daniel hótti so við at melda medisinmannin fyri belgisku myndugleikunum, sum høvdu bannað slíkt kynstur. Tá ræddist medisinmaðurin, og kom til tann sjúka og dróg fram fuglaklógvar og annað tilfar, sum varð blakað á bálið. Tá kom maðurin fyri seg aftur. Var við til at avdúka fólkatýning í Congo Tað sum henda frásøgn fyrst og fremst snýr seg um er tað arbeiði, sum Daniel gjørdi mótvegis teirri kúging av fólkinum í Congo, sum belgiski kongurin Lepold II stóð fyri. Hesin partur av hansara virk- semi snýr seg bert um hansara seinastu tveir mánaðir í Congo, men tað eru eisini teir, sum gera hann til ein part av heimssøguni. Í okkara føroysku keldu verður sagt, at hann var ein av teimum, sum klagaðu til ensku stjórnina um hesi viðurskifti. Tað er spell, at tað finst einki skjalprógv í Føroyum um tað, sum hann hevur greitt frá. Men tað, sum vit vita er, at Daniel var við í teirri kanning av viðurskiftunum í Congo, sum bretski konsulin í landinum Sir Roger Casement stóð á odda fyri vegna bretsku stjórnina í 1903, og her er tað, at Daniel kemur inn søguna. Hann kom nevniliga at sigla sum skipari og maskinmeistari á tí bátinum, sum var leigaður til hesa kanning, og eigur hann eisini sín part av henni. Ein onnu ábending um hans- ara virksemi fyri fólkinum er, at belgisku myndugleikarnir fingu so ringt eygað á Dollan, at hann fekk trupulleikar við at fáa uppi- haldsloyvi í Congo endurnýggjað. Tá ið Daniel kom aftur til Bretlands seinast í 1903 sigst, at hann hitti uttanríkisráðharran Lord Lansdowne, har hann greiddi frá viðurskiftunum og frá umrødda kanningararbeiðinum í Congo. Greitt verður meira frá hesum í komandi pørtum Skakandi ljósmyndir í Klubbanum Fyrst í 1904 kom Daniel á vitjun- arferð til Føroyar og førdi hetta til, at hann búsettist her. Tað er ógreitt, um hann als ikki fór avstað aftur, ella um hann er farin og so komin aftur seinni sama ár. Í hesum sambandi helt hann fyrilestrar um sítt virki í Kongo. Tann 9. marts 1904 stóð fylgjandi lýsing í Tingakrossi: Lysbilleder fra Afrika I Aften Onsdag og Lørdag Aften Kl. 8 vil Missionær D. J. Danielsen i Klubbens Teatersal forvise Lysbilleder fra Congostat- en fremstillede efter originale Fotografier optaget af ham selv og omfattende Landkort, Landskaber, Folkeracer, Optrin fra den engelske Missionærers og de belgiske Selskabers Civilsiationsværk i Afrika m.m. Entré: 25 Øre erlægges ved Indgangen. Í sama blað er ein soljóðandi grein: En enestaaende Forevisning Missionær Daniel Danielsen der for ca. 15 Aar siden rejste her fra Byen som Maskinist, og som for nylig er hjemvendt fra sin Gerning i Central Afrika paa et kort Besøg, vil i Aften og paa Lørdag give sine Bysbørn Anledning til at se en række Lysbilleder fremstillende Natur og Folkeliv i Kongostaten og – fremfor alt Optrin af det Rædselsregiment, som Belgiens Kapitalistinteresser har skabt derovre. Som enkelte af vore Læsere maaske vil erindre, bragte vi i August Maaned i Fjor en beretning (verður endur- prentað í einum seinni part) om disse Skændigheder, der for nogen Tid siden har bevæget den engelske Regering til at gribe ind og gennem en udsendt Konsul skaffe paalidelige Oplysninger desangaaende. Denne Konsuls Tolk og Ledsager har Hr. Dani- elsen været, og han har efter sin hjemkomst til England holdt talrige Foredrag om det sørgelige Emne, ved én Lejlighed endog for en Tilhørerkreds af 3000 Mennesker. Det er altsaa om disse For- hold, at Hr. Danielsens Lysbilled- forestilling og Foredrag i Aften vil handle. Blandt Billedsamlingen, der omfatter over 80 Forskellige Optagelser, findes nogle direkte fotograferede efter lemlæst- ede Kongonegre, hvem de belgiske Tyranner og deres Soldater har berøvet højre Haand – et almindeligt brugt Straffemiddel derovre. At den berejste Missionær ikke vil lade Lejligheden gaa hen uden samtidig at fortælle om den Barbarisme fra de hvides Side, som han selv under sit to-aarige Ophold blandt Menneskeæderne har været vidne til, tør man da ogsaa tillade sig at haabe. En saa sjælden og interessant Aften til saa ringe en Betaling har tilfulde fortjent og kan sikkert ogsaa paaregne propfuldt Hus. Ikki mannaátarar Fyrst skal sigast, at tá ið Tinga- krossur tosar um mannaátarar, so var Daniel als ikki saman við mannaátarum. Sambært serfrøðingum var kannibalisma sera sjáldsom í Congo. (Annars gongur tann søgan enn millum fólk, at Dollin skuldi siga, at mannaátararnir skeittu ikki um at eta hann, tí hann var so rak!) Tað nýggja í hesum stubba er, at Daniel skal hava havt fyri- lestrar í Bretlandi um støðuna í Congo. Hetta er ikki umrøtt í nøkrum av okkara keldum. Men í so fall hevur hann verið ein av teimum fyrstu, sum hevur gjørt hetta. Helst hevur hetta virksemi hjá Daniel verið í kristiligum samkomum. Lysbilleder paa Viderejde Í Dimmalætting er seinni í mars soljóðandi stubbi: ”Paa Viderejde havde man i sid- ste Uge et fornøjeligt Besøg af Hr. Missionær D. Danielsen, der i 2 Aftener fremviste Lysbilleder fra sin Virkekreds i Kongostaten. Da det er første Gang, at Lysbilleder er fremvist her, er det ikke saa underligt, at det hidkaldte talrige Her er Daniel við at fara á ferð. Tað er vist hann, sum er í bátinum, meðan Tom Nicolajsen, sum skal við, enn situr á landi. Til høgru er tað Lina, ferðaklødd. Aftanfyri er fiskavasking Húsini við Bines Kilde við Landvegin. Sum tað sæst er Havnin nógv broytt Her hava Dollin og Lina vist fingið gestir. Hvørjir munnu persónarnir vera?