mikudagur 7. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 • 07. november 2007
MIÐvIkaN
23
Tilskuere, saa meget mere, som
det var de Mærkeligste Menn
esker og den mest sjældne Natur,
der blev fremstillet. Den 3dje
Sammenkomst var til et Bibelsk
Foredrag, holdt paa Færøsk, som
saavel i Sprog som i Indhold var
udmærket, ja næsten fængslende
for Tilhørerne, om jeg saa maa
sige.
Man benyttede til disse Samm
enkomster det største Lokale
man havde, og hver gang har det
været stuende fuldt.
Man undlader ikke hermed at
tilsende Missionær Danielsen
en oprigtig Tak for den Bered
villighed og Umage, han udviste
her og man ønsker ham Held og
Lykke i hans fremtidige Virken.
Viderejde, den 21de Marts 1904
H.J.
Á hesum sýningum sóust eisini,
sum greitt er frá, myndir av fólki,
sum hendurnar vóru høgdar
av. Júst hetta var ímyndin av tí
ræðuliga stýrinum hjá Leopold,
soleiðis sum tað verður greitt frá
í komandi greinir. Hesir fyrilestrar
vaktu sum vera mann miklan ans
millum fólk.
Giftur við Linu
Daniel var í 1904 giftur við Linu,
dóttir Cathrinu Henrikku f. Viderø
av Viðareiði og Joen Niclasen av
Skálatoftum. Tey vóru føroyingar,
sum búðu í Leith. Lina var fødd
11. mai 1878. Hon fekk eitt
vanligt kirkjuligt uppdragilsi.
Hetta var tó ikki nóg mikið fyri
hana, og hon varð umvend tann
7. november 1903. Hetta er beint
eftir, at Daniel er komin heim úr
Congo. Tað kundi bent á, at tað
er í hesum sambandi, at tey bæði
hittast.
Í Tey bygdu Land verður greitt
frá, at Jógvan f. 1846 sum ungur
slapp við skotskum línubáti, sum
hann plagdi at fiska goggur fyri
í Haraldssundi. Úrslitið er so, at
hann og konan búsetast í Leith í
Skotlandi. Sagt verður, at tað var
vanligt at bretar veiddu við línu
undir Føroyum hesa tíðina.
Jógvan er deyður, tá ið Lina var
17 ára gomul, og tá varð heimið
upployst. Tey komu at flyta úr
stað í stað.
Lina kom at arva eini hús á
Viðareiði, og hesi gjørdust fyrsti
fundarsalur hjá Brøðrasamkomuni
í bygdini. Hesin fekk annars stólar
frá gamla Sloans sali, sum í 1903
varð avloystur av Ebenezer.
Cathrina Henrikka átti eina syst
ir, Elspa, sum giftist við einum
Havnarmanni, ið æt Sakarias
Poulsen. Tey búðu eisini í Leith
og áttu børn. Tað kundi verið
áhugavert, um nakar veit meira
um hetta.
Foreldrini hjá teimum báðum
systrunum vóru Elsebeth Simons
datter og Simon Danielsen úr
Miðstovuni á Viðareiði.
Fyrsta ferðaorgul
Dollin og Lina komu at virka sum
trúboðarar í Føroyum í 12 ár.
Lina hevði eina góða sangrødd.
Hon sang og spældi á eitt
ferðaorgil, sum Daniel hevði við
sær úr Skotlandi. Kanska fyrsta
ferðaorgul, sum var í Føroyum.
Daniel ferðaðist dúgliga kring
landið. Gjøgnum skotska bíbliu
felagið útvegar hann fólki bíligar
danskar bíbliur.
Tað var ikki altíð, at fólk vóru
so blíð, men hetta dugdi hann
væl at taka. Einaferð segði Daniel
við ein illan mann í eini bygd,
har hann helt møti: ”Oy, oy, eg
havi sæð illari mann enn tygum í
Afrika.” Hann brátagnaði.
Congo í Havn
Daniel búsettist í Havn. Hansara
snotuliga, vælinnrættaða lítla
hús – tey vóru tveyeini – og
vælhildna urtagarð við Bines
kilde, í dag Landavegur 54, var
eitt hugnaligt stað at vitja inn
til. Nógv vóru eisini tey, sum
nutu gott av blíðskapinum hjá
teimum báðum. Har var opin
eldstaður sum í Bretlandi við
skinnteppi frammanfyri og
djúpum lenistólum. Veggirnir
vóru umframt at vera prýddir
við myndum, eisini prýddir við
afrikanskum lutum sum bogar
og pílar, summir við eituroddum,
spjót og knívar, skjøldur og
skinn av villum djórum, sum
Daniel sjálvur hevði skotið. Aðrir
lutir søgdu frá liviháttinum hjá
fólkinum, og fleiri høvdu sína
serstaka søgu.
Men hugnaligast var at vera
savnað um orglið og lurta eftir
og eisini at syngja við, tá ið Lina
sang.
Bræv frá
mammubeiggjanum
Daniel var sum sagt heilsubrek
aður, tá ið hann kom til Føroyar
orsakað av teirri malaria, hann
fekk í Congo. Hann spardi seg
kortini ikki í síni ferðing um land
ið, sum kundi vera stríggin
tá í tíðini.
Um prædikuvirkisemið hjá
Dollanum fara vit at endurgeva
úr brævi sum mammubeiggin
Daniel J. Danielsen, sýslumaður
í Søldafirði, tann 4. mars 1912
skrivaði til William G. Sloan.
Her skrivar hann millum annað:
”Min Søstersøn Daniel kom
med sin Hustru hertil i Løverdags
og agter at rejse med Postbaaden
til Thorshavn i Morgen med
Postbaaden.
Vi havde Forsamling her i Gaar
Aftes, og der kom saa mange
Folk, at baade Stuen og Kjøkke
net var fulde. Det var et herligt
Møde og Daniel talte meget godt
og klart om, hvad Jesus har gjort
for os og om, at vi ved troen paa
Ham faar Vished om, at vi ere
frelste. Han taler altid paa vort
eget Sprog, jeg tror at ulærde
Folk forstaa det bedst.
I Aften var der atter Forsam
ling, men desværre var Vejret
saa daarligt med megen stærk
Regn, saa kun faa kom, men han
talte meget smukt og folk hørte
opmærksomt efter.
I Fuglefjord havde han ogsaa
holdt møde, men der havde nogle
raa og udannede Mennersker
voldt Forstyrrelse”.
Poulina Danielsen av Hvítanesi var nógv á Viðareiði, og hon var
vinkona Linu Danielsen. Her stendur hon í miðjuni. Tað eru frá
verdóttir hennara Hervør Djurhuus, at vit hava fingið fleiri av
myndunum til grein, og eru tær úr savninum hjá Poulinu. Til vinstru
fyri hana er Jákup Frederik Fuglø, og til høgru Elspa dóttir hansara.
Hon var gift við Jóan Jakku (Jacobsen) á Viðareiði. Frammanfyri
síggja vit synir Elspu, og eru teir vist frá høgru Esmar, Mikal og
Richard. Poulina var roknað fyri at vera eitt skila- og álitisfólk á
Viðareiði
Hetta er eitt kort, sum Poulina hevur fingið frá Linu í 1914
Arthur Brend, samstarvsfelagi hjá Dollanum
Hetta er fyrsta útgávan av “Naade og Sandhed”, sum Arthur Brend
og Daniel J. Danielsen stóðu fyri