Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 24 nr. 216 • 07. november 2007 Orkaði ikki meira Í 1915 var tað greitt, at Dollin var deyðamerktur. Sambært lækn­ unum kundi hann longt lívið, um hann tók tað meira við løttum, men hann koyrdi á við somu ferð. Í 1916 lat hann seg eftirlíka at fara til Keypmannahavnar at søkja sær læknahjálp á Finsens Institut for Indre Sygdomme. Hann fór niður í juli, men áðrenn tað fór hann á eina missiónsferð inn til Søldafjarðar. Her hevði hann fyrsta dópin í Søldafirði, Victor Danielsen var tó doyptur frammanundan. Tað sigst, at hann tá var so ússaligur, at hann bert orkaði at doypa tann fyrsta av fleiri. Tá mátti onkur annar taka yvir. Hann var tveir mánaðir á Fin­ sen. Her fekk hann kortini at vita, at einki kundi gerast við ta hjarta­ og livrasjúku, sum hann stríddist við. Tey fóru tískil aftur til Føroyar við ferðamannaskipinum Vesta tann 4. oktober og komu á Havn­ ina 14. oktober 1916. Tá ið hann kom heim stóð beiggi hansara Magnus fyri honum. Tað vóru tey, sum løgdu til merkis, hvussu Magnus kysti sína deyðasjúka beiggja, sum andaðist longu tveir dagar seinni, bert 45 ára gamal. Annars skrivar Magnus Dam Jacobsen í bókini ”Í Grønlandi við Kongshavn”, at átrúnaðarliga vóru hálvbrøðurnir ikki samdir. Magnus var grundtvigianari og háskúlamaður, og pápi Magnus, Jens, mintist mangan títta fóta­ traðk teirra uppi á loftinum, tá ið teir loftaðu orðum um andaligu áhugamál teirra. Naade og Sandhed Ein táttur í virkseminum hjá Daniel var, at hann í 1915 saman við Arthur Brend, ein enskur trú­ boðari í Føroyum, fór at geva út eitt kristiligt mánaðarblað, sum kallaðist Naade og Sandhed. Blaðið kom út inntil 1924, so tað vóru bert tey tvey fyrstu árini, tað eydnaðist Daniel at vera við. Tá var upplagið kom­ ið uppá 800, og tað var ikki so lítið. Kostnaðurin var sera sámiligur nevniliga 85 oyru fyri árið. Illa staddar einkjur og ”fattigmedlemmer” fingu blaðið ókeypis. Tað verður eisini sagt, at Daniel sjálvur gav munandi tilskot til blaðið. Her vóru vitnisburðar hjá teim­ um báðum hjúnum á prenti, og tá ið Daniel doyði hevði blaðið eisini minningarorð um hann. Nógvir av upplýsingunum í hesi grein eru úr hesum blaði. Teir hava eisini verið grundarlagið fyri nevndu frásøgn hjá A. W. Sloan. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at í hesum blaðið verður ikki eitt orð nevnt um Congo, tó sæð burtur frá umrøddu minning­ arorðunum. Tað er ikki fyrr enn í 1923, at Congo verður nevnt. Her verður sagt, at ein trúgvandi føroyingur árið frammanundan hevði givið eina gávu til ein trúboðara í Congo. Trúboðarin vildi gera eina missiónsferð til ymiskar bygdir fyri peningin, og trúboðarin skrivaði aftur fyri eina frágreiðing í blaðnum um ferðina. Men tá vóru viðurskiftini hjá fólkinum munandi batnað. Minningarorð Naade og Sandhed hevði í Nov­ ember 1916 minningarorð um Daniel J. Danielsen. Tey vóru uttan iva skrivað av Arthur Brend. Her lýsur hann væl Daniel og hansara stíl, og skal her verða endurtikið nakað av tí, sum hann skrivar: ”Med Missionær D. J. Daniel­ sens Bortgang har Færøerne mist­ et en af sine bedste Sønner og en, som var kendt og agtet over hele Landet. Hvor gæstfri han var i sit hjem er kendt af alle. Han var en uforfærdet Prædi­ kant og hans helstøbte kristne Karakter var vidt og bredt skattet af enhver, de vilde den rette Vej, samtidigt som det skaffede ham ikke saa faa Uvenner hos mange af dem, som kun vilde være Navnkristne, og lig hans Frelser og Mester kendte han til Forfølgelse og bitter Modstand til sin sidste Stund. Han besjæledes ofte tidligere af den strenge Elias Aand. Dette inrømmede han – som den ædle Karakter han var – ofte selv. Men om han lige trofast og uforfærdet forkyndte Sandhedens Vej, var der et mere mildt Præg ved hans Væsen i de senere Aar. Hvad Missionær Danielsen var, det var han med Liv og Sjæl, og man har sagt at, de enkelte som var ham imod var gerne saadanne, som følte sig trufne af hans ligefremme Forkyndelse.” Um hansara seinastu tíð niðri verður sagt, at ”han fik den bedste Pleje og Lægebehandling, men samtidigt som han fra mange Venners Side mødte den hjerteligste Deltagelse og Kærlig­ hed, blev han i samme Stad (t.v.s. í Keypmannahavn) Genstand for et ukristeligt Overfald paa hans Arbejde og Karakter, der tog stærkt paa hans nedbrudte Helbred.” Her sæst, at DJD hevur verið ein maður, sum bæði hevur fingið vinir og óvinir, og óvinirnir hava hildið á til tað seinasta, sum tað verður sagt í endanum av tí, sum her verður endurgivið. Men hetta hevur verið ein partur av hansara lyndi, soleiðis tað eisini kom fram í Congo, sum tað fer at verða greitt frá. Sjey talarar á grøvini Gravarfylgið var stórt, bæði av Havnarfólki og úr ymsum bygdum. Trý lið av ættarfólki bóru hann til gravar. Tá hevur kistan verið borin allan vegin frá Ebenezer í gamla kirkjugarð, og liðini skiftust um at bera. Sjey samkomufelagar úr yms­ um støðum bóru honum á gravar­ bakkanum vitnisburð um trúfasta og gudsóttandi lív hansara. Dimmalætting skrivar um hann, at ”i den første tid optrådte han meget kraftigt men i de seneste år var han mere afdæmptet. Man havde fuldt ud indtryk af, at han var en helstøbt kristen karakter.” Lina varð búgvandi í húsunum í Havn eina tíð. Tað er nokk so løgið, at í tí skrivliga tilfarinum sum finst um Daniel, er ikki eitt orð um, hvat ið hendi Linu, eftir at maðurin er deyður. Hjørdis Háberg, sum er fødd í 1916, minnist seg hava vitjað Linu saman við mammu síni. Í frásøgn hjá Mariu Mellemgaard verður eisini greitt frá, at Lina plagdi sum einkja at koma til Klaksvíkar og luttaka á møtum í Betesda. Hon ferðaðist tá nógv hjá síni ætt norðanfyri. So hon hevur í hvussu er verið í Føroyum nøkur ár eftir, at maðurin er deyður. Tað er tó rættiliga greitt, at Lina er farin aftur til Bretlands, og at hon hevur latið afrikansku lutirnar til eitt museum. Vit eru við at kanna hetta og vænta at frætta meira. Poulina á Hvítanesi var vinkona Linu Ofta fáast íkøst til slíkar frásagnir av tilvild. Var saman við Hervør Djurhuus herfyri, tá ið prátið kom inn á Dollan. Hervør var gift við Andrew Djurhuus, Innan Glyvur. Hon greiddi frá, at vermóður hennara Poulina, sum var ættað av Hvítanesi, var so sera væl við Linu. Hetta kann upprunaliga vera komið av, at Poulina sum ung var arbeiðsgenta hjá Magnus av Kamarinum, hálvbeiggja Dollan. Poulina var seinni fleiri ár arbeiðs­ genta á Viðareiði, har hon varð umvend. Her hevur hon heilt vist hitt Dollan og Linu, sum komu nógv til Viðareiðis. Poulina tosaði nógv um, at hon plagdi at vera hjá Linu, tá ið Dollin ikki var heima. Tað var nokk so ofta, tí hann ferðaðist jú nógv úti á bygd. Hervør hevur varðveitt fleiri myndir og kort, sum vermamma hennara fekk frá Linu. Hetta er sera áhugavert tilfar, sum eisini er komið hesi grein til góðar. Poul Johan, sonur Hervør, eigur Bíbliuna hjá Dollanum, sum hann hevur fingið frá ommuni. Tá ið Daniel og Lina vóru niðri í 1916 fekk Poulina eitt kort frá henni, har hon sigur, at tað gongur ikki so væl við Daniel, men hann letur heilsa. Lina býr tá hjá Elspu Fredrikku og Hans Hendrik Hansen, sum vóru ættað úr Hvalba og av Eiði. Vóru annars foreldur hjá Lydiu Arge. Tað seinasta, sum vit vita um Linu, er annars tvey postkort, sum hon sendir Poulinu úr Bretlandi í 1920. Tað fyrra er sent úr Ster­ ling, og her sigur Lina seg gleða seg til at koma heim. Tað seinna kortið er sent úr Leith, har Lina er vaksin upp. Tá býr hon hjá eini Mrs. Grieve, sum býr 2 Sandport Street. Tá sigur Lina seg koma heim við Tjaldrinum 20. juli. Hetta er so tað seinasta, sum vit vita um hana. Heldur ikki, um hon veruliga er komin við Tjaldrinum. Fyrsti salur hjá brøðrasamkomuni á Viðareiði var hesi húsini sum Lina, kona Dollan, hevði arvað. Tann gamli maðurin er Jákup Frederik Fuglø, sum var verfaðir Jens Klæmint Isaksen Postkortið sum Poulina fekk frá Linu í 1916 hevði sum forsíðumynd Finsens Institut for indre Sygdomme, har Daniel var innlagdur Næstu ferð Í komandi pørtum verður greitt nágreiniligar frá virkseminum hjá Daniel J Danielsen í Congo. Her verða eisini ógvusligar myndir.