Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 216 - 7. november 2007 Stutt Sagt Doyðu í bátinum Sjóverjan í vesturafrik­ anska landinum Maurit­ ania kom í gjár fram á tveir bátar við flóttafólki, sum vóru flýdd úr Sene­ gal, og sum ætlaðu sær til Kanarisku Oyggjarnar og síðani til Evropa. Í øðrum bátinum fann sjóverjan 47 deyð fólk, og fleiri av hinum fólkunum vóru illa á holdum komin. Í hinum bátinum vóru tey flestu á lívi, og øll verða nú send aftur til Senegal, siga mauritansku myndugleik­ arnir. Sambært sponsku myndugleikunum er hetta ein tann størsta bátsvan­ lukkan við flóttafólki úr Vesturafrika. Óvanlig halastjørna Edwin Holmes­halastjørn­ an er nú so klár, at í góð­ um sýni sæst hon við ber­ um eygum. Stjørnan er uppkallað eftir Edwin Hol­ mes, sum rakti við hana í 1892. Í mong ár hildu fólk, at hon var horvin, tí hon var ikki at síggja, men í 1964 funnu vísindafólk hana aftur. Síðani hevur hon verið at síggja við sjey ára millumbili, og fyri einari góðari viku síðani kom hon aftur á himmalin. Tann 24. oktober var hon sera klár, men vísindin dugir ikki at siga, hví so var. Tey, sum hava skil fyri stjørnuhimmalinum, siga, at Edwin Jolmes­ halastjørnan kann síggjast við at hyggja upp á luftina í ein landnyrðing. Fekk góða lønarhækking Uttan stórvegis orðaskifti hevur franska tjóðartingið samtykt at hækka lønina hjá Nicolas Sarkozy, for­ seta 172 prosent, skrivar blaðið Le Monde. Ein av grindgevingunum var, at forsetin eigur at fáa á leið somu løn sum forsætisráð­ harrin. Eftir hækkingina fær Sarkozy 240.000 evr­ ur ella 1,8 mió. krónur í løn um árið. Herumframt rindar tað almenna at kalla allar útreiðslur, ið standast av forsetaembæt­ inum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Vit eru sera fegin, tí øll viðgerðin gekk eftir ætlan, ja, betur enn vit tordu at vóna ( Sharanu Patil, skurðlækni) útlond Í morgun vóru indisku læknarnir lidnir við skurðviðgerðina, sum eydnaðist væl Tað tók teimum meiri enn 30 læknunum eitt samdøgur at taka tvey bein og tveir armar av teirri tvey ára gomlu gentuni, og tað var ein fegin yvirlækni, sum hitti fjølmiðlarnar í morgun. ­ Tað gekk nógv betur enn væntað, segði Sharanu Patil, skurðlækni, sum hevði staðið á odda fyri viðgerðini. Hann greiddi frá, at eingir óvæntaðir trup­ ulleikar høvdu verið undir viðgerðini. ­ Sjálv skurðviðgerðin gekk stak væl, og tað eydn­ aðist okkum eisini at skilja teir samanvaksnu ryggja­ geiðslarnar sundur, so hon sleppur undan at fara undir skurð fyri tað eina ferð afturat, segði Patil. Lakshmi hevði tað, sum læknavísindin rópar iscio­ pagus. Hon var annar av tvíburðum, men menningin hjá hinum fostrinum steðg­ aði, og tað vaks saman við Lakshmi ístaðin fyri. Nú hevur Lakshmi tvey bein og tveir armar Ein stórur partur av teimum ovastu embætisfólkunum í svensku stjórnarum­ sitingini hava goldið fyri svart arbeiði Tann seinasta vikan hevur verið strævin hjá svenska for­ sætisráðharranum, Fredrik Reinfeldt. Fyrst komu myndir, sum vístu, at hansara næsti med­ arbeiðari, ríkisskrivarin Ulr­ ica Schenström, hevði sitið og fjasað við einum tíðinda­ manni á einum vertshúsi um somu tíð, sum hon hevði ovastu ábyrgdina av landsins krepputilbúgving. Reinfeldt hevði vallað fing­ ið tað málið av vegnum, tá fjølmiðlarnir avdúkaðu, at Nicola Clase, sum júst hevði tikið við eftir Ulriku Schen­ ström, hevði havt fólk í arbeiði og goldið teimum svarta pengar afturfyri. M. a. hevur hon havt fólk til rein­ gerð og barnaansing og golf­ ið teimum 60.000 krónur utt­ an um skattaskipanina. Blaðið Expressen skrivar, at Nicola Clase er kanska tann størsti syndarin, men einsamøll er hon ikki. Tí sam­ bært blaðnum hava 15 av teimum 33 ríkisskrivarunum havt fólk í arbeiði og goldið teimum samsýning uttan um skattaskipanina. Svensk embætisfólk brúka svart arbeiði Fredrik Reinfeldt hevur nóg mikið at gera við at rudda gølur av vegnum Veðurmenninir siga frá illveðri í Norðsjónum, og tað fær oljufeløg at flyta fólk av pallunum British Petroleum hevur gjørt av at flyta umleið 150 fólk av pallum á Val­ hall­leiðini, sum er einar 180 fjórðingar í útsynning úr Stavanger. Umleið 30 fólk verða eftir á pallun­ um. ConocoPhilips ætlar at flyta fólk av pallum á Eko­ fisk­leiðini. Har arbeiða umleið 1.400 fólk, men tað er ikki greitt, hvussu mong teirra skulu flytast til lands. Norska veðurtænastan væntar illveður fríggjanátt­ ina, men kortini ikki ódnar­ veður. Roknað verður við, at aldan kann koma upp í ellivu metra hædd. Flyta fólk av oljupallum Soleiðis sá Lakshmi út, áðrenn hon varð løgd undir skurð gjáramorgunin