mikudagur 7. november 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 216 - 7. november 2007
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fjórða umfar av
Champions League-
bólkaspælinum varð
leikt í gjárkvøldið. Átta
dystir vórðu leiktir í
gjárkvøldið, meðan
hinir átta verða leiktir
í kvøld. Liverpool
hevði skotvenjing á
heimavølli í kvøld,
tá ið teir vunnu heili
8-0 á einum spøkum
Besiktas-liði. Sigurin er
tann størsti í Champi-
ons League nakrantíð
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Liverpool skuldi í gjár
kvøldið, heima á Anfield
Road, royna at reisa seg eftir
eina trilvandi byrjan í bólki
A í Champions League. Mót
støðuliðið var turkiska Besik
tas, og hesir vórðu sendir
heim við einum lemjandi
ósigri í viðførinum.
Úrslitið gjørdist heili 80
til Liverpool. Ein dystur, har
Besiktas als einki hevði at
bjóða, og Liverpool hevði
lætt spæl. Liverpool hevði
19 skot á mál, meðan Besik
tas hevði eittans skot á mál.
Ísraelski Benayoun skeyt
hattrikk, Ryan Babel og Peter
Crouch tvey í part, meðan
Steven Gerrard skeyt eitt.
Liverpool hevur nú lyft
seg upp á 3. pláss í bólki A,
og er framvegis fýra stig
aftanfyri FC Porto á fyrsta
plássi.
Rosenborg enn
eitt bragd
Fyri aðru ferð innan tvær
vikur,
megnaði
norska
Rosenborg at vinna á Val
encia, hesuferð á útivølli á
Mestalla
leikvøllinum
í
Spania. Við tveimum mál
um frá Steffen Iversen, ið
fyrr hevur spælt við m.a.
enska felagnum Tottenham.
Fyri tveimum vikum síðani
megnaðu Rosenborg, júst
sama úrslit á heimavølli í
Trondheimi.
Chelsea og Real
skuffaðu
Bæði Chelsea fingu óvænt
aðar javnleikir. Í Týsklandi
fekk Chelsea bert málleysan
javnleik móti Schalke04,
og í Grikkalandi fekk konga
liga felagið Real Madrid
eisini bert málleysan javn
leik,
móti
Olympiakos.
Hetta er í báðum førum tal
an um dystir, ið Chelsea og
Real áttu at vunnið.
Milan vísir styrki
Í Ukraina tóku Shakhtar
Donetsk móti meistarunum
úr Milano, AC Milan, og
har vísti italiumenn at teir
veruliga hava, hvat krevst.
Tí við sikrum 03 sigri,
vunnu teir sær enn ein sigur
í Champions League høpi.
Málini gjørdu Inzaghi tvey
og Kaka eitt.
Metstórur sigur
á Anfield
Altjóða
ítróttarjournalistar
skulu í næstum velja
“Ársins Leikara”.
Nógvir eru um boðið,
men tað tykist longu
rættuliga greitt, at
Kaka fer avstað við
prísinum.
FÓTBÓLTUR
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað var afturi í 1956, at
kenda franska fótbóltsblaðið
“France Football” á fyrsta
sinni skipaði fyri atkvøðu
greiðsluni um “Ársins Leik
ara í Evropa”. Fyrsta árið
vann enska legendan; Stan
ley Matthews, sum leikti við
Blackpool. Matthevs nærk
aðist hálvu øldini, áðrenn
hann legði skógvarnar á
hilluna. Hann var 41 ára
gamal, tá hann fekk stóru
viðurkenningina í 1956. Tey
næstu 39 árini, fram til 1995
kundu bara føddir evrope
arar vinna “Gylta Bóltin”,
ella “Ballon D´or”, sum
hann nevnist á fronskum.
Frá 1995 hava leikarar frá
øðrum heimspørtum, sum
hava leikt við evropeiskum
feløgum
eisini
havt
møguleikan at vinna Gylta
Bóltin. Og longu í 1995, var
tað afrikanski George Weah
frá Liberia, sum streyk
avstað við sigrinum. Í ár
hevur altjóðagerðin veruliga
innheinta Gylta Bóltin. Tí
nú kunnu leikarar, ið leika í
øðrum heimspartum eisini
vinna Ballon D´or.
Kaka favorittur
29 ára gamli fílabeinsstrand
ingurin hjá Chelsea; Didier
Drogba. Bert 20 ára gamli,
argentinski Messi hjá Barce
lona, og 22 ára gamli Christi
ano Ronaldo úr Portugal og
Manchester United eru mill
um teir nomineraðu. Men
hjá flest øllum garvaðum
ítróttarjournalistum
er
nærum eingin ivi. Brasilski
leikarin hjá Milan; 25 ára
gamli Kaka verður hann,
sum vinnur Gylta Bóltin í
2007. 2. desember verður
Gylti Bólturin so latin til
vinnaran í beinleiðis sjón
varpssending. Tað er serliga
brøgdini hjá Kaka í Champi
ons
League
kappingini
2006/07, og tey 10 málini
hann skeyt í kappingini, sum
liggja til grund fyri, at Kaka
er favorittur at gerast Ársins
Leikari. Vinnarin í 2006;
Fabio Cannavaro er heldur
ikki í iva um, at Kaka fær
flest atkvøður. Cannavaro er
sjálvur millum teir 50 nomin
eraðu, men menn spáa
honum ikki eitt pláss í
fremstu røð hesuferð.
1 til 5 stig
Teir 96 ítróttarjournalistar
nir sum skulu velja Ársins
Leikara, skulu velja hann
eftir einari serligari stiga
skipan. Teir skulu lata ávika
vist 5, 4, 3, 2 og 1 stig til
teir fimm leikarnar, sum
hesir halda hava uppiborið
heiðurin. Tó er álagt teim
um 96 ítróttarjournalistun
um at vekta tvey ting. 1)
Tað, sum leikarin hevur
avrikað í 2007, og tað sum
lið hansara hevur avrikað í
2007 (vunnin meistaraheitið
o.l.) 2) Støði á leikaranum
(talentið og fairplay), per
sónligheitin hjá leikaranum,
og hvussu tað hevur gingist
í samlaðu fótbóltsyrkis
leiðini hjá leikaranum. Hav
andi hetta í huga, ger tað
ikki
favoritstøðuna
hjá
Kaka minni. Kaka er ein
sera siðiligur leikari, sum
gongur høgt uppí kristnu
trúnna hjá sær. Bara ein
norðurlendingur er millum
teir 50 nomineraðu, og er
tað svenski Zlatan Ibrahim
ovic. Nakrir í evropeiskum
høpi ókendir leikarar úr
Asia, og Norður og Millum
amerika eru eisini nomin
eraðir. Men teir eru óivað
tiknir við, sum ein staðfest
ing um, at nú er Gylti Bólt
urin ein global atkvøðu
greiðsla. Men hvussu er og
ikki, so verður tað helst
Kaka, ið fær heiðurin.
Kaka er favorittur til at vinna Gylta Bóltin
Dystirnir í Champions
League í kvøld eru:
Barcelona – Rangers
Lyon – VfB Stuttgart
Man Utd – Dynamo
Kiev
Sporting – Roma
Fenerbahce – PSV
Inter – CSKA Moscow
Slavia Prague –
Arsenal
Steua Bucaresti -
Sevilla
FAKTA
Úrslit og málskorarar frá dystunum í
gjárkvøldið:
FC Porto – Marseille 2-1 (1-0)
1-0: Sektioui
1-1: Niang
2-1: Lisandro
Liverpool – Besiktas 8-0 (2-0)
1-0: Crouch
2-0: Benayoun
3-0: Benayoun
4-0: Benayoun
5-0: Gerrard
6-0: Babel
7-0: Babel
8-0: Crouch
Shalke 04 – Chelsea 0-0 (0-0)
Valencia – Rosenborg 0-2 (0-1)
0-1: Iversen
0-2: Iversen
Olympiakos – Real Madrid 0-0 (0-0)
Lazio – Werder Bremen 2-1 (0-0)
1-0: Rocchi
2-0: Rocchi
2-1: Diego (br.)
Celtic – Benfica 1-0 (1-0)
1-0: McGeady
Shaktar Donetsk – AC Milan 0-3 (0-0)
0-1: Inzaghi
0-2: Kaka
0-3: Inzaghi
FAKTA
Peter Crouch sæst her torna
yvir øllum, í dysti móti
Besiktas í gjárkvøldið. Hann
gjørdi tvey av málunum í
knúsandi 8-0 sigrinum hjá
Liverpool