mikudagur 7. november 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 216 - 7. november 2007 ]
Fyrra innleiðandi
FM kappingin í talvi
fyri ung 2007, var í
Vestmanna leygar
dagin.50 børn og ung
møttu til kappingina.
Talv
Tíðindaskriv
Kappingin er skipað í 5
aldursbólkum: Upp til 10 ár
(f. 1997 og yngri), 11-12 ár
(f.1995/96),
13-14
ár
(f.1993/94),
15-16
ár
(f.1991/92) og 17-20 ár
(f.1988/90). Elsti bólkurin
telvar bert finaluna.
Umframt at verða FM
kapping í hvørjum aldurs-
bólki sær, er talan samstund-
is um úttøkukapping til NM
í talvi, sum verður í Dan-
mark í februar mánað 2008.
Føroyameistarin og nr. 2 í
hvørjum aldursbólki vinna
sær rætt til luttøku í Norður-
lendsku kappingini. Føroyar
sendur - eins og seinnu árini
- fulla manning, 10 telvarar,
til kappingina - á jøvnum
føti við hini norðurlondini.
U16: Rógvi E. Nielsen
ovastur eftir umdyst
Talan gjørdist um eina sera
spennandi kapping ímillum
teir sjey telvararnar sum
høvdu meldað seg til fyrru
innleiðandi kappingina í
U16 bólkinum. Sera royndu
unglingatelvararnir staðfes-
tu tað, sum væntast kundi
frammanundan: Í royndini
eru allir møguleikar opnir í
FM stríðnum. Tvífeldur
umdystur varð neyðugur til
tess at staðfesta endaligu
plaseringarnar. Tá avtornaði
varð Rógvi E. Nielsen úr
Sandavági ovastur, meðan
Vagnur Dam úr Sundalag-
num gjørdist næstur eftir
umdyst við Rógva. Hjalti T.
Jógvansson og Margar Berg
telvdu um bronsuna og var
Margar drúgvari og vann
umdystin. Undanfarin ár
hava Hjalti og Rógvi ligið
ovastir tá avtornaði, men í
2007 er bólkurin enn meir
spennandi enn nakrantíð.
U14: Heiðrikur
T. Jacobsen
stavnin fremri
Seks telvarar meldaðu lut-
tøku í U12 bólkinum til fyr-
ru innleiðandi FM kapping-
ina. Undan kappingina vóru
Heiðrikur T. Jacobsen og
Rúni Vørmadal uttan iva
greiðir favorittar, at vinna
kappingina. Heiðrikur full-
førdi setningin, men Pætur
Poulsen úr Skopun gjørdi
rættiligt hol í sjógvin - telv-
di sera væl og vann 2. pláss-
ið frammanfyri Rúna Vør-
madal og var bert ½ stig frá
gullinum. Óvæntað og nak-
að sensationelt úrslit av Pæt-
uri, nú hetta var hansara
fyrsta kapping í unglinga
FM-høpi fyri einstaklingar.
U12: Einar Gregersen
- fult stigatal !
U12 bólkurin var merktur
av einum sera spennandi
stríði ímillum brøðurnar
Einar og Heðin Gregersen,
úr Klaksvík, umframt, at
Johan Hentze somuleiðis,
sum væntað varð, eisini
gjørdi um seg í oddastríð-
num. Tá avtornaði vann Ein-
ar sera sannførandi við full-
um stigatali, meðan Johan
Hentze skoraði seg uppí-
millum brøðurnar og gjørd-
ist næstur. Heðin vann bron-
suna. 15 telvarar luttóku og
harímillum
fleiri
aðrir
royndir telvarar, eitt nú,
Sára T. Olsen, Rúni T. Jacob-
sen og Janus E. Nielsen,
sum saman við hinum
spennandi (nýggju) kreftu-
num, fara at geva vinnarun-
um hesuferð, ein skarpan
gang, sum kappingin líður.
U10: Høgni E. Niel-
sen ósvitaliga
tryggan sigur !
Undirtøkan var hugaliga
góð hjá teim yngstu telvar-
unum - U10 bólkinum. 22
luttakarar
stríddust
sera
hugagóðir
í
kappingini,
sum varð myndað við roynd-
um telvarum, umframt fleiri
yngri "nýggjum" telvarum,
eitt nú úr Sundalagnum.
Stórfavoritturin at vinna
kappingina var Høgni Egils-
toft Nielsen úr Sandavági.
Hóast unga aldurin, hevur
hann verið FM vinnari og
NM luttakari í fleiri umfør-
um. Og hann greiddi setn-
ingin til fulnar: Fult stigatal
- uttan tap í 8 talvum. Hin-
vegin sýnist kappingin um
hinar plaseringarnar opin,
nú fleiri telvarar, í mun til
undanfarna ár, eru fluttir
upp í eldri aldursbólk. Vest-
mennadreingirnir - Alfred
og Bárður Olsen - stóðu seg
best í hesi kappingini sunnu-
dagin. Men beint í hølunum
er ein riðil av telvarum,
sum bjóða seg fram til sein-
nu innleiðandi kappingina
í Sandavági.
Seinna innleiðandi kapp-
ingin verður í Sandavági
komandi leygardag 10.
november.
Eftir
seinnu
kappingina, verður drigið
saman um, og tey átta, sum
samanlagt hava staðið seg
best í hvørjum aldursbólki,
luttaka í FM finaluni, sum
verður
í
Argja
skúla,
leygardagin 24. november.
Tað er onki til hindurs fyri,
at luttaka í kappingini í
Sandavági, um einum barst
undan
at
vera
við
í
Vestmanna. Tilmeldingar-
freistin er hóskvøldið - sí
nærri á: www.faroechess.
com.
Bólkur E: U10 - (telvarar føddir 1997 ella seinni)
1
Høgni Egilstoft Nielsen (Sandavág)
8,0
2
Alfred Olsen (Vestmanna)
6,5
3
Sjúrður Olsen (Vestmanna)
6,0
4
Tóki Johannesen
5,5
5
Dánjal K. Hansen
5,0
6
Leivur í Buð Justinussen
4,5
7
Julian Gregersen
4,5
8
Jógvan Eli Debes
4,5
9
Magnus Reinert Hansen
4,0
10
Uni Gregersen
4,0
11
Jákup á Rógvi
4,0
12
Sólfríð Hjørleifsdóttir
4,0
13
Súsanna Jacobsen
4,0
14
Silas Eyðsteinsson
3,5
15
Fríði Potts
3,0
16
Flóvin Hans Jógvansson
3,0
17
Tóri Nielsen
3,0
18
Kaj Johannesen
3,0
19
Hørður Egilson
2,5
20
Valborg Jacobsen
2,5
21
Heini á Heygum
2,0
22
Ólavur Weihe Joensen
1,0
Spenningur frá fyrsta leiki
Í fleiri bólkum var spenningurin heilt stórur. Og onkra staðni skuldi umdystur til, áðrenn
vinnarin varð funnin
Úr B36 og út á Argir
26 ára gamli Kenneth Jacobsen, sum alla sína tíð hevur spælt við B36, har hann
var liðformaður fyrsta partin av farna kappingarári, skrivaði týskvøldið undir
sáttmála við AB. Við heimasíðuna hjá AB ab.fo sigur Kenneth Jacobsen, at
hann heldur tað vera sunt at royna okkurt nýtt, og at starvið á trolvirkinum
Vónini krevur so mikið nógv, at tað ikki verða stundir at spæla í
Formuladeildini. Heimasíðani veit at siga, at ætlanin er, at Kenneth skal spæla á
miðvøllinum. Kenneth hevur áður spælt saman við AB venjaranum Allani
Mørkøre, og hann sigur seg rokna við, at AB fer at flyta upp aftur næsta ár.
Týskvøldið skrivaði AB eisini undir sáttmála við 25 ára gamla Høgna Joensen.
Høgni flutti í summar úr HB og út á Argir, og nú hava partarnir skrivað undir
uppá, at samstarvið skal halda fram.
Tór-Ingar til FSV
Um vikuskiftið varð hann heiðraður sum Ársins HB’ari,
og nú er greitt, at 26 ára gamli Tór-Ingar Akselsen skiftir
felag til næsta kappingarár. Tór-Ingar hevur gjørt av, at
hann vil brúka minni tíð til fótbólt, og tí hevur hann valt
at sleppa Formulafótbóltinum og fara aftur í Vágarnar at
spæla fyri FS Vágar. Hetta skrivar heimasíðan hjá HB. -
Tór-Ingar hevur spælt við HB síðan 2002 við undantaki
av 2004, tá hann var í Noregi. Hann hevur sostatt verið
Føroyameistari við HB tríggjar ferðir, spælt samanlagt
127 dystir og skorað 27 mál, skrivar heimasíðan hjá HB.
Bólkur B: U16 - (telvarar føddir 1991/92)
1
Rógvi Egilstoft Nielsen (Sandavág)
4,5
2
Vagnur Dam (Rókur)
4,5
3
Margar Berg (Havn)
4,0
4
Hjalti Toftum Jógvansson (Havn)
4,0
5
Bogi Hansen Eliasen (Klaksvík)
3,0
6
Jóhann Rói Mortensen (Rókur)
1,0
7
Borgar Jónsson Stórá (Vestmanna)
0,0
Bólkur C: U14 - (telvarar føddir 1993/94)
1
Heiðrikur T. Jacobsen (Havn)
4,5
2
Pætur Poulsen (Skopun)
4,0
3
Rúni Vørmadal (Vestmanna)
3,5
4
Jógvan Emil Joensen (Vestmanna)
2,0
5
Bárður Jónsson Stórá (Vestmanna)
1,0
6
Theodor Larsen (Rókur)
0,0
Bólkur D: U12 - (telvarar føddir 1995/96)
1
Einar Gregersen (Klaksvík)
8,0
2
Jóhan Hentze (Havn)
7,0
3
Heðin Gregersen (Klaksvík)
6,0
4
Sára Traber Olsen
5,0
5
Rúni Jacobsen
4,5
6
Janus Egilstoft Nielsen
4,0
7
Jóannes Hansen
4,0
8
Sølvi Egilsson
4,0
9
Pætur Magnussen
4,0
10
Teitur Thorleifsson
3,5
11
Eli Johannesen
3,5
12
Torkil Jespersen
3,5
13
Eydna Andreasen
3,0
14
David Henriksen
2,0
15
Hørður Hentze Johansen
2,0