mikudagur 7. november 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 216 - 7. november 2007
lýsingar
Goymslu- og
handilslærlingur
Søkt verður eftir goymslu- og handilslærlingi
til P/F Vónina í Fuglafirði at byrja skjótast
gjørligt.
Arbeiðið umfatar m.a.:
• beinleiðis sølu frá goymsluni
• dagliga avgreiðslu av telefonbíleggingum
• goymslustýring (Navision Attain)
Vit ynskja at tú hevur HH ella FHS
og vænta at tú:
• ert framfýsin og ágrýtin
• hevur lætt við at samskifta
• ert áhugað/ur í fiskivinnuni
• hevur teldukunnleika
Lønin er sambært galdandi sáttmála.
Umsókn, saman við møguligum prógvum,
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.
november.
P/F VÓNIN
Bakkavegur 22 · PostBoks 19
Fo-530 FuglaFjørður · tlF. 474200
Tænarar
Pizza 67 í Tórshavn søkir tænarar at
arbeiða í skiftandi vaktum.
Vit ynskja at tú:
• Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
Løn sambart avtalu.
Ynskir tú at frætta meira um starvið, so er tú
vælkomin at ringja 221 221 og tosað við Rúna
Kruse.
Pizza 67
Aðalfundur hjá
Føroya Pro Vita
tann 24-11-2007
Aðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður
hildin í Emmaus í Klaksvík leygardagin 24.
nov. 2007 kl 10.00.
Á aðalfundinum leggur Anne-Lene
Olofsson fyri við fyrilestri undir heitinum
”Ambassasør for livet”.
Síðani heldur aðalfundurin fram eftir skrá
sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot til nevndarvalevnir skulu vera
Pro Vita í hendi innan 20 november.
Føroya Pro Vita
provita@provita.fo
Javnaðarfeløgini í Suðuroy
Javnaðarfeløgini í Suðuroy skipa fyri almennum
politiskum fundi um Fólkatingsvalið í Skúlahøllini
í Trongisvági, mikukvøldið 7. oktober kl. 19.00.
Við á fundinum vera Jóannes
Eidesgaard, Kirstin Strøm Bech,
Mikkjal Sørensen, Nita Næs,
Hans Pauli Strøm, Edith Dahl
og Kristian Magnussen
Javnaðarfeløgini
Heystfundur
Sambandsfloksins 2007
Árligi heystfundur Sambandsfloksins
verður á Hotel Hafnia leygardagin 10.
november kl. 10.
Skrá:
1. Kristna mentanarstøðið
2. Fólkatingsvalið
Øll sambandsfólk eru vælkomin.
Sambandsflokkurin
Bakara lærlingur
Bakaríið Grón
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 31 21 61
Postboks 1048
110 Tórshavn
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú
kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðs
umhvørvi saman við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið
gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja
at halda fram har tey hava lært, meðan onnur
vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri
bakarar umborð á cruiseskipum, í oljuvinnuni
og innan hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri
víðariútbúgving, til m.a. matvørutøkning.
Lærutíðin til bakara er 3 ár og 7 mðr., harav 38
vikur á tekniskum skúla í Danmark.
Ætlanin er, at tú skal byrja skjótast gjørligt,
men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
Lesið
-so eru tit við!