mikudagur 7. november 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 216 - 7. november 2007
tíðindi
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Eftir at hava koyrt
í USA í eitt ár, har
hann varð sera
væl móttikin, er
Mazda CX-7 nú
komin á evropeiska
marknaðin. CX-7 er
ein sonevndur cross-
over við 2,3-litra ben-
sinmotori við 260 hk
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
CX-7 byrjaði sum konsept-
bilurin Mazda MX-Cross-
port fyri umleið tveimum
árum síðan. Tá hann seinni
hevði
heimspremieru
í
Detroit, varð navnið broytt
til Mazda CX-7.
Hóast Mazda CX-7 er ein
sonevndur crossover - ein
kombinatión
av
fleiri
ymiskum biltypum, er í
veruleikanum talan um ein
SUV (Sport Utility Vehicle)
við føstum og sportligum
koyrieginleikum.
Við sínum 2,3-litra (260
hk) bensinmotori við turbo
og beinleiðis innspræning
er CX-7 ein bilur sum er
væl egnaður til at koyra
long strekkir, uttan at tey
ferðandi í bilinum møðast.
Leðurkabinan
er
bæði
snøgg og sportslig við góð-
um plássi til fimm vaksin
og teirra viðføri.
CX-7 hevur eina fram-
komna 4x4 skipan sum
standard, har bilurin vanliga
verður drivin av framhjólun-
um,
meðan
bakhjólini
hjálpa til, so hvørt sum tørv-
ur er á tí. Soleiðis at bilurin
alla tíðina passar seg til und-
irlendið, har hann koyrir.
18” hjól eru standard.
Í mun til longdina (467
cm) er CX-7 rættuliga breið-
ur (187 cm), og hæddin er
165 cm. Bilurin er lægri og
breiðari enn fleiri av kapp-
ingarneytunum,
og
við
lutfalsliga stórari aksilfrá-
støðu (275 cm) til frama
fyri plássið við baksetrini.
Viðførisrúmið er 455 litrar.
Bilurin, sum var royndar-
koyrdur, kostar kr. 498.000.
Tá er talan um ein rættuliga
væl útgjørdan bil við t.d.
BOSE-ljóðanleggi, xenon
forlyktum og el-stilling av
førarasetrinum. CX-7 hevur
keyless system, har bilførar-
in, við ein plastkorti uppi á
sær, kemur til bilin, setur
seg inn og startar uttan
lykil.
Mazda CX-7 kann síggj-
ast og roynast hjá Bilasøluni
í Hoyvík. Prísirnir byrja við
kr. 448.000.
Sportligur crossover frá Mazda
Kabinan er bæði snøgg og sportslig
CX-7 Bilurin er bæði lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu og stórum 18” hjólum
Mazda CX-7 er ein sonevndur crossover - ein
kombinatión av fleiri ymiskum biltypum
- við einum framkomnum 4x4 systemi sum
standard