Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 7. november 2007 41 tíðindi Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Fiat Bravo, sum er ein sportligur hatchback við 5 hurðum, og Volvo V70, sum er ein stationcar í luksusklassanum Bilar Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgj­an hj­á Kringvarpinum mikudagin 7. november vóru ein 1,4 litra Fiat Bravo T-Jet Sport við turbo og 150 hk og ein Volvo V70 í 2.5T útgávuni við 200 hk. Fyrri bilurin var Fiat Bravo, sum er ein hatchback við fimm hurðum og góðum plássi til fimm ferðandi. Viðførisrúmið er 400 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.175 litrar. Bravo fæst við tveimum 1,4-litra T-Jet (turbo) bensin- motorum við ávikavist 120 og 150 hk umframt einum 1,4 litra motori uttan turbo við 90 hk. Dieselútgávurnar eru tveir 1,9-litra M-Jet við ávikavist 120 og 150 hk. Bilurin, sum varð royndar- koyrdur, var ein 1,4 T-Jet Sport (bensin) turbo við 150 hk og kostar kr. 238.000 Fiat Bravo kann síggj­ast og roynast hj­á Nordcar í Smiðj­u- gerði, og bíligasta útgávan kostar 168.000 krónur. Volvo V70 Seinni bilurin sum varð royndarkoyrdur var ein Volvo V70. Hesin er triðj­a ættarlið av V70, ein station- car bygdur yvir luksusbilin Volvo S80. Bilurin, sum varð roynd- arkoyrdur, var ein V70 í 2.5T útgávuni við 5 syl. bensinmotori og 200 hk. Ein flottur luksusbilur við komforti á høgum støði og hópin av innbygdum trygd- arskipanum. Bilurin er stórur og rúm- ligur og hevur leðurkabinu við t.d. tveimum innbygdum barnasetrum á baksetrunum. Baklúkan verður stýrd elektr- iskt. Við at trýsta á ein knøtt letur hon upp og aftur. Við- førisrúmið er 575 litrar. Umframt hendan 2.5T við 200 hk, fæst V70 eisini við 3.2 við 238 hk ella T6 við 285 hk Dieselútgávurnar eru: 2.4 við 163 hk ella ein D5 við 185 hk. Bilurin sum varð royndar- koyrdur kostar umleið kr. 550.000. Volvo V70 kostar annars frá kr. 415.000 kr fyri ein 2.5T í standard útgávuni. V70 og S80 koma seinni við 2,0 bensin- og dieselmotorum, sum verða umleið kr. 40.000 bíligari enn standardútgávan. V70 kann síggj­ast og roynast hj­á VR Bilum við Hoyvíksvegin. Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummæl- arar vóru Óla Jákup Ról- antsson frá Vikublaðnum og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum. mg Bravo og V70 í Kring- varpinum Leygardagin 3. november fingu vinnararnir av Truck- er Festivalinum 2007 hand- að steypini fyri flottastu bil- arnar innan tey ymisku sløgini. Dagurin byrj­aði við at bovla varð í bovlinghøllini í Leirvík, har steypini vórðu handað. Tað er ein dóms- nevnd við trimum ymiskum persónum í bilbranchuni, sum hava kosið vinnarar- nar. Hetta er fimta árið á rað at skipað verður fyri Trucker Festivali. Fyrsti føroyski Trucker Festivalur varð hildin 19 j­uli 2003. Endamálið við Trucker- festivalinum er at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri tey sum koyra stórar bilar. Vinnararnir vóru hesir: Ovara rað, f.v.: Jón Thune frá »Ingi Zachariassen sp/ f«, Herálvur Jensen frá »Faroe Ship«, Hagbardur Joensen frá »Statoil Før- oyar«, Sofus Samuelsen frá »ME Lastbilar Sp/f«, Marn- er Olsen frá »»Sp/f Maggi Olsen« og Benni Haraldsen frá »Á Gilj­anesi«. Fremra rað f.v.: Hans Terj­i Joensen frá »Faroe Ship«, Hoyrikur Joensen »Sp/f Húsbak«, Frank Skorastein frá »Askham Bussar sp/f«, Agnar Skora- stein frá »p/f Elmar Zachar- iassen« og Mikkj­al Dani- elsen frá »Á Gilj­anesi«. Vanta á myndini: David Christiansen frá »Lykke- limo«, Thorleif Isaksen frá »ÁTF sp/f«, Jóhan Joensen frá »Hans Egil Joensen«, og Marni Berg frá »Jóhann- us Rasmussen sp/f«. Vinnarar frá Trucker Festivalinum kosnir Úrslitini vóru hesi: NR Vinnari Stig Lastbilar 1 Ingi Zachariassen 93 2 Faroe Ship 91 3 Maggi 90 NR Vinnari Stig Kranabilar 1 Jóhannes Rasmussen 90 2 Á Giljanesi 89,5 3 Marni Eliasen 87 NR Vinnari Stig Bussar 1 Askham Bussar 94 2 Á Giljanesi 81 NR Vinnari Stig Trailarar 1 OCD 91,5 2 Elmar Zachariassen 67 NR Vinnari Stig Limo 1 Lykkelimo NR Vinnari Stig Klassikarir 1 Hoyrikur Joensen 63 2 Thórleif 74 3 Hans Egil Joensen 76 Bravo var ikki við seinast Seinasta mikudag skrivaðu vit, at Fiat Bravo var ein av bilunum í Kringvarpinum, men eitt tekniskt brek við sendingini gj­ørdi, at bilurin varð ikki ummældur í send- ingini tann dagin. Tí var sendingin gj­ørd umaftur, og Fiat Bravo er við í dag. -red Fiat Bravo er ein hatchback við fimm hurðum. Designið er smart og í røttum italienskum stíli Volvo V70 er ein stórur og væl útgjørdur stationcar. Hesin er ein 2.5T við 200 hk