Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 1. mai 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 18 Nr. 82 - 1. mai 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Avrikið hjá klaksvík- ingum í fyrsta umfar- inum gav ábendingar um, at tað fer at vera trupult hjá KÍ FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tá Petur Hansen bríkslaði fyri síðstu ferð í Klaksvík sunnudagin vóru gøtumenn uppaftur fegnari, enn teir ofta hava verið eftir sigrar á útivølli. Og tað var væl skiljandi, at teir vóru kátir. GÍ hevur ikki serliga breið- an hóp, og tá tríggir av teimum, sum í kappingini um løgmanssteypið hava verið við til at manna besta liðið, vóru burturi frá, so vóru fyritreytirnar ikki tær bestu. Tað er neyvan langt við síðuna av at staðfesta, at av teimum, sum vóru á vøllinum, mundu einir tríggir havt gott av at spælt á øðrum støði. At tað hóast vánaligu umstøðurnar eydnaðist GÍ at fara við øllum sigur ikki so lítið um støðuna hjá KÍ. Klaksvíkingar kundu kanska kenna seg eitt sind- ur snýttar av dómaranum, sum í tveimum førum tók skulu vit kalla tað margin- alavgerðir, ið høvdu rættu- ligan stóran týdning fyri gongdina og harvið úrslitið. Tað restaði eitt korter av fyrra umfarinum, tá Jan Joensen fekk gula kortið fyri aðru ferð og harvið noyddist av vøllinum. Fyrra kortið fekk hann fyri at halda í Sámali Joensen, og seinna kortið fekk hann fyri eina takling, sum at síggja til ikki var av tí grova slagnum, sum fleiri aðrar, ið ikki vóru sektaðar við gulum kortum. Og í 2. hálvleiki fekk GÍ eitt brotsspark burtur úr einari støðu, sum ivaleyst hevði verið áhugaverd á seminarium fyri dómarar. Støðan var vandaleys, tá ein gøtumaður royndi at lyfta bóltin út úr KÍ brots- teiginum. Bólturin kom í armin á Tomislav Sivic, sum var staddur dygst innanfyri samankomingina í høgra verjuborði hjá KÍ. Dómarin bríkslaði, og Sámal Joensen var ísakald- ur, tá hann sendi Meinhard Joensen í KÍ málinum í annað borðið og bóltin í nettakið í hinum borðinum. Ásetinginarnar siga, at refleksflytingar skulu sekt- ast, men dómurin er altíð ein metingarspurningur av ítøkiligu støðuni, og tað eru ivaleyst fleiri dómarar, sum ikki høvdu bríkslað í hesum førinum. Men eingin ivi er um, at dómarin kundi verja sína avgerð, og harvið fekk GÍ avgerandi málið, sum seinnapartin av seinna um- farinum hevði við sær, at fyritreytirnar vóru heilt góðar hjá teimum. Órudduligt Klaksvíkingar kunnu harv- ið kanska halda uppá, at teir vóru eitt sindur óhepn- ir. Men tað fjalir ikki yvir, at KÍ liðið tykist vera langt frá tí styrki, sum so ofta hevur gjørt, at tey, sum hava vitjað í Klaksvík, hava havt alla orsøk at vera stúr- in. Gøtumenn høvdu so at siga ongan mann í álopin- um. Sámal Joensen og Helgi L. Petersen, sum var hangandi miðvallari, arb- eiddu sum hestar, í mið- verjuni vóru teir tryggir, og tað sær út til, at Poul Henn- ing Jacobsen er um at ger- ast eitt álit. Hjá KÍ, sum tíðliga noyddist at skifta Símun Waag Høgnesen út, hekk tað illa saman. Hugflogið var ikki gott í álopsspælin- um, sendingarnar fram eftir vøllinum vóru ikki neyvar, og klaksvíkingar gjørdu nógv persónlig mistøk. Tað var eyðsýnt, at í hvussu so er tveir av teimum, sum vóru ímillum teir fyrstu ell- ivu, ikki vóru í venjingar- støðu, sum tað kann rokn- ast við av monnum á høgsta støði í føroyskum fótbólti. Merkisvert var tað, at teir á heimaliðnum ikki vunnu ein tann einasta av høgu bóltunum, sum teir royndu at senda í brotsteigin. Nýggi jugoslavin kom á vøllin í 2. hálvleiki, men tað varð ikki staðfest, um hann verður serligur styrk- ur. Fáir møguleikar Gøtumenn komu á odda, tá eitt korter var farið. Eina lítla løtu býttu Áslakur R. Petersen og Henning Jarn- skor um, so hesin seinni fór í høgra verjuborð. Í einasta álopinum hesa løtuna, varð bólturin sendur diagonalt í høgru, og KÍ verjan gav hornaspark. Bólturin slapp at sigla framvið KÍ málin- um og aftur um handara stólpan. Bartal Eliasen stút- aði, og við nærra stólpan stýrdi Helgi L. Petersen bóltinum inn um strikuna. Lítla løtu eftir GÍ leiðslu- málið, royndi KÍ at leggja trýst á. Einar tríggjar ferðir komu teir til baklinjuna í vinstru, og tað var um repp- ið, at teir skoraðu. Ove Ny- sted var akkurát ov stuttur at stúta, og Hallur Hansen vann tvídystin, tá Hjalgrím Elttør gjørdist hálvleysur og royndi at lyfta upp um málverjan. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki eydnaðist tað hjá KÍ at javna. Eftir uppspæl í vinstru stakk Hjalgrím Elt- tør bóltin tvørturum, og við handara stólpan var Harley Bertholdsen leysur. Áðrenn brotssparkið og seinna GÍ málið sjey min- uttir eftir steðgin, hevði KÍ ein gyltan møguleika. Eftir GÍ horna og skjótt KÍ upp- spæl endaði bólturin hjá spælandi venjaranum, sum av brotssparksblettinum og í góðari støðu sendi í føvn- ingin á GÍ málverjanum. Annars vóru møguleik- arnir fáir og smáir. Tá KÍ fram ímóti dystarenda flutti fólkið langt fram, hevði GÍ møguleikar fyri snarálop- um. Í síðstu løtu endaði eitt sovorðið við, at Sámal Joensen varð spældur púra blankur mitt fyri, men skot- ið fór skeivu megin stólpan. Men tað løgdu gøtumenn vertin á, tí teir høvdu vunn- ið øll stigini. KÍ-GÍ 1-2 (1-1) 0-1: Helgi L. Petersen 16 1-1: Harley Bertholdsen 45 1-2: Sámal Joensen (br.) 56 Dómari: Petur Hansen (LÍF) KÍ: Meinhard Joensen – Símun Waag Høgnesen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen – Harley Bert- holdsen, Jan Joensen, Tom- islav Sivic, Allan Joensen, Fríðin Ziskason – Hjalgrím Elttør, Ove Nysted GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janek, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor – Kaj Ennigarð Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við at fáa javnleik í fyrsta dyst- inum á árinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað regnaði illa í Klaksvík, tá hol skuldi setast á lands- kappingina í 2. deild leyg- ardagin. Tvørámenn vóru komnir langa teinin til Klaksvíkar, og hóast teir stríddust væl í regninum, fingu teir bert eitt stig við sær. Fortreytirnar hjá liðunum báðum vóru ymiskar undan dystinum. TB hevur verið við í bólkaspælinum í steypakappingini, og har hava teir fingið dystavenj- ing ímóti sterkum liðum. KÍ hevur hinvegin spælt tveir venjingardystir, so fyrireikingarnar hava ikki verið tað somu. Tó kláraðu teir á heima- liðnum væl at fylgja við í dystinum, hóast tað í síðsta partinum av dystinum stóð á nakrar ferðir. Í fyrra hálvleiki gekk javnt á. TB-verjan, har Magni Petersen stýrdi væl, hevði sum oftast taka á støðuni, og sama var skilið í hinum endanum, har Sám- al Eyðfinn Poulsen var millum teir stinnastu. Lítið spæl Á miðvøllinum var ofta tal- an um nærdystir og leysar bóltar, og bæði liðini høvdu ilt við at fáa veruligt sam- anspæl at ganga tvørturum og fram eftir vøllinum. Í løtum vóru glottar, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu at spæla undir. Tað regnaði alla tíðina, og vind- urin gjørdi eisini stundum um seg. Í seinna hálvleiki hevði TB munin, og einar tvær ferðir vóru teir nær við at fáa mál. Hetta var í seinasta partinum av dystinum, tá gestirnir royndu at fáa av- gerandi málið. Einu ferðina stútaði púra einsamallur TB’ari fram við KÍ-málinum úr stuttari frástøðu, og fleiri ferðir stóð nógv á í KÍ-brotsteig- inum. Finn Baldvinsson bjargaði stutt fyri leiklok á strikuni, og tá dómarin bríkslaði dystin av, vóru tað ivaleyst klaksvíkingar, sum vóru betri nøgdir við úrsl- itið. TB er millum sterkastu liðini í 2. deild, og tí má dysturin leygardagin metast at vera gott úrslit hjá KÍ, nú tá liðini hava havt so ym- iskar fortreytir undan kapp- ingini. KÍ-TB 0-0: Málleyst í Klaksvík KÍ-GÍ 1-2 (1-1): Gøtumenn á høkjum fingu alt í Klaksvík KÍ royndi at trýsta, men nærri enn næstan komuu teir ikki í seinna hálvleiki Mynd: SjH Uppflytararnir úr EB/Streymi halda, at teir stóðu royndina, men teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at javna í síðstu løtu FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Hóast talan var um fyrsta leikumfarið, og øll liðini harvið stóðu á støðutalvuni við ongum stigi, so kendist tað á Sandi, sum um talan var um botnstríð. Bæði heimaliðið og gestirnir úr EB/Streymi vóru meiri upptiknir av ikki at tapa, enn at leggja dent á at vinna. At so stórur týdningur varð lagdur í ikki at tapa, hevði við sær, at tað var ikki sært nervakent, og tað sást aftur á spælinum. Upp- løgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hond- ini, og í 1. hálvleiki var eingin upplagdur møgu- leiki. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði Jógvan Jón Peter- sen einasta málið. Tað kann eina ferð í heyst fara at vísa seg, at hetta málið – um enn ikki gull vert – so fer at hava alstóran týdning, tá kappingarárið verður talt saman og støðan gjørd upp. Málið kom eftir frísparks- innlegg úr høgru. Jógvan Jón rann fram um verju- mannin og við ytru síðuni av fótinum lyfti hann bóltin inn um Gunnar á Steig, sum tvær ferðir um vikuna ferðast úr Klaksvík og norður til Eiðis at venja. EB/Streymur royndi at leggja stórt trýst á síðstu løtuna, og tað var um repp- ið, at teir javnaðu. Jákup Martin Joensen, sum hevði týdningarmiklan leiklut á miðvøllinum, sendi eftir horna dygst skeivu megin stólpan, og Sorin Anghel, sum á miðvøllinum í vinstru arbeiddi nógv og var dugnaligur við bóltin- um, hevði eisini eina góða skotroynd. – Eg eri væl nøgdur við avrikið hjá okkara monn- um. Teir sýndu rætta hug- burðin. Vit dumpaðu av- gjørt ikki, men eg haldi, at tað var spell, at vit ikki javnaðu. Spælararnir høvdu havt uppiborið at javna, heldur Bergur Magnussen, sum er venjari hjá ungu monnunum í EB/Streymi, sum ikki hava royndir av at spæla í bestu deildini. Bergur Magnussen og Kári Reynheim hava áður spælt nógv saman, m. a. á oyggjaleikalandsliðnum í 1989. Sunnudagin vóru teir venjarar hjá hvør sínum liði. Kári Reynheim setti seg sjálvan á liði. Hann var inntil eina lítla løtu inn í 2. hálvleik miðframherji hjá B71. Tá vit spurdu venjarin hjá EB/Streymi, um hann ikki hevði hugsað um at seta seg sjálvan á liðið hjá EB/Streymi, svaraði hann soleiðis: – Mín tíð sum fótbólts- spælari er farin. Vit hava nógvar hugagóðar, raskar og eisini evnaríkar spælar- ar. Teir hava ikki royndir av at spæla í 1. deild. Tær royndirnar fáa teir við at spæla. Hvat heldur tú um avrik- ið hjá Kára? – Hann hevur altíð verið ein góður spælari. Nú tekur hann sær ivaleyst av venj- ingini, so umstøðurnar at gera so nógv við venjingina eru neyvan tær somu hjá honum nú, sum tær onkun- tíð hava verið. Men tað sást, at hann framvegis megnar at halda upp á bólt- in og at sleppa honum í rættari tíð. Fleiri broytingar B71 liðið stóð seg ikki serl- iga væl í steypakappingini. Tá vóru nógvir spælarar skaddir og sjúkir. Nú eru teir komnir fyri seg, og lið- ið var øðrvísi sett saman, enn tað hevur verið higartil í ár. Merkisvert var tað, at einasti fremmandi maðurin úti á vøllinum, Julian Flor- esco, var á beinkinum og ikki kom á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki. Kári Reynheim metti Hans Meinhard Mid- jord vera betri fyri enn rumenska spælaran. Bæði liðini vildu hava dómaran, Suna Johansen, at bríksla fyri brotssparki, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í. EB/Streymur, ið hevði Knút Vesturtún sum eyka miðverja ella sera verju- kendan sentralan miðvall- ara, legði bragdliga fyri. Teir tiltuskaðu sær fleiri hornaspørk, men tað spurd- ist ikki meiri burturúr enn eitt sindur av ruðuleika í B71 brotsteiginum. Hjá B71 var Eli Hentze hesa ferð á sentrala mið- vøllinum saman við Jógvan Jón Petersen, sum annars hevur spælt nógv í miðverj- uni. Tað vísti seg at vera klókt. Jógvan Jón skoraði málið, sum fer at hava stóran týdning fyri B71. B71-EB/Streymur 1-0 (0-0) 1-0: Jógvan Jón Petersen 70 Dómari: Suni Johansen (SÍF) B71: Valdemar Nowisci – Bjørn Thorsteinsson, Bern- hard Petersen, Bergleif Sól- sker – Svenning W. Han- sen, Eli Hentze, Jógvan Jón Petersen, Hans Meinhard Midjord – Bárður Bærent- sen, Kári Reynheim, Hans Jørgen Djurhuus EB/Streymur: Gunnar á Steig – Alfred Jacobsen, Ólavur Poulsen, Christian Carlsson – Halldór Joen- sen, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Alfred Dahl, Sorin Anghel – Hall- ur Jacobsen, Jón Sigurd Gleðisheygg B71–EB/Streymur 1–0 (0–0): Sandoyingar lættir um hjarta NSÍ og B36 býttu stig- ini ímillum sín sunnudagin, og hóast báðir partar heldur vildu havt trý, so mundi javnleikurin tó kortini vera á eini leið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eins og flestu aðra staðni í landinum var spenningurin eisini stórur í Runavík, tá lagt varð til brots í fótbólts- landskappingini. Spenning- urin í Runavík stavar ikki minst frá, at lið teirra nú tykist hava tveitt tilveruna sum elevatorlið burtur, og tosið um heiðursmerkið er so smátt vorðið alsamt heit- ari seinastu árini. Tað hevur tað eisini gjørt í Havn, har B36 ætlar at betra heilt nógv um úrtøk- una í fjør. Liðið er styrkt við fleiri væl kendum før- oyskum fótbóltsnøvnum, og í leygardagsblaði okkara varð NSÍ liðskiparin, Djóni N. Joensen, endurgivin fyri at siga, at uppgávan kundi valla verið størri nú í fyrsta landskappingardystinum. Skiftust um yvirvágna Fyrra hálvleik var eisini okkurt, sum bendi á, at uppgávan fór at gerast tung hjá heimaliðnum. Uttan at talan á nakran hátt var um at gestirnir domineraðu dystin, so høvdu teir kortini betra takið, skilst úr Runa- vík, har tað annars verður sagt, at leikferðin undir dystinum var óvanliga høg, tá havt verður í huga, at hetta var fyrsti veruligi dysturin. B36 megnaði tó ikki at umseta leikligu yvirvágina til nakrar stórar málmøgu- leikar. Okkurt hissini lang- skot mundi vera tað vanda- mesta, men veruligar møg- uleikar varð talan ikki um. Í so máta lág betri fyri í seinna hálvleiki, tá heima- liðið kom alt betri við í dystin. Í mun til gestirnar dugdi NSÍ eisini at umseta spælið til møguleikar, og í einum tveimum førum var tað bert svartasta óhapp, at bólturin ikki fór í málið. Millum annað hevði Trónd- ur Vatnhamar eina framúr góða bjarging, meðan Pól Thorsteinsson eina aðru ferðina bjargaði á málstrik- uni. Ivamál um hendurnar Størsta trætumálið undir dystinum mundi tó íkoma, tá B36 fekk sín størsta møguleika í dystinum. John Petersen varð leiktur leysur innan fyri verjuna hjá NSÍ, og helt avstað oman móti málinum. Jens Martin Knudsen fekk tó vart fyri, men tað vóru fleiri, sum hildu, at landsliðsmálverjin var staddur uttan fyri brots- teigin, tá hann kavaði niður, og tók bóltin frá John. Dómarin læt tó ikki við seg koma, men bað ístaðin leik- ararnar um at spæla víðari. Talan kundi lættliga verið um eitt sigursmál hjá havn- arliðnum, um John Petersen slapp fram við Jens Mart- ini, og ivaleyst iðra tey í árstalsfelagnum seg um hetta. Hinvegin er helst einki at taka seg aftur í, at javnleikur mundi vera á eini leið. Bæði liðini sýndu til tíðir, at tey kunnu spæla góðan fótbólt, eins og leik- ararnir tykjast at vera sera væl fyri kropsliga. Sostatt vóru fleiri tekin um, at bæði liðini kunnu gera seg galdandi í ár, og í so máta var týdningarmesta for- treytin undan dystinum, at hann ikki skuldi tapast. NSÍ-B36 0-0 Dómari: Niklas á Liðar- enda NSÍ: Jens Martin Knudsen – Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen – Dánjal Hansen, Elian Hansen, Ian Højgaard – Gert Lang- gaard, Sjúrður Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen B36: Tróndur Vatnhamar – Pól Thorsteinsson, Arn- bjørn Danielsen, Herbert í Lon Jacobsen – Klæmint Matras, Jan Guttesen, John Petersen, Jens Kristian Hansen, Heðin á Lakjuni – Jákup á Borg, Egil Zachar- iasen. NSÍ-B36 0-0: Sluppu undan tapi Úr Runavík verður sagt, at leikferðin á dystinum var sera høg, tá hugsað verður um, at hetta var fyrsti landskappingardysturin á árinum Mynd: Álvur Haraldsen