Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 1. mai 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 16 Nr. 82 - 1. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Klaksvíkingar vóru teir einastu sum taptu á útivølli, og tað er møguleiki fyri, at teir heilt skjótt koma undir stórt trýst FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er felags fyri øll feløg- ini, at tey royna at sleppa undan trýsti. Spælarar og venjarar eru vornir meiri professionellir, tá teir úttala seg. Tað vil í hesum førin- um siga, at teir hava lært at rósa mótstøðumonnunum so nógv, at tað onkuntíð nærkast skammrósi. Sol- eiðis gera teir í útlandinum, og tað er snilt, tí tað er altíð lættari at spæla, tá onnur ikki rokna við, at tú fert at útinna tað stóra. Fyrsta umfarið í 59. út- gávuni av landskappingini varð spælt sunnudagin. Tríggir dystir endaðu við heimasigri, ein endaði við javnleiki, og í einum føri vann útiliðið. Í alt vórðu skorað fjúrtan mál. Tað ljóðar ikki av so ógvuliga nógvum, men tað eru trý fleiri, enn tað vórðu skorað í fyrsta umfarinum í fjør. VB hevur FM heitið at verja. Vágbingar eru á odda eftir fyrsta umfarið. Í VB eru tey greið yvir, at tað fer at verða torført at verja góða avrikið í fjør, og tey eru eisini greið yvir, at stór- sigurin sunnudagin varð vunnin ímóti liðnum, sum í løtuni ivaleyst stendur veik- ast í bestu deildini. HB sannførandi Lagið er av tí besta í HB húsinum í løtuni. Kiksarin í fjør, tá HB í næstsíðsta um- farinum ímóti grannunum í B36 so at siga tveitti FM heitið burtur, er framvegis feskur í huganum. Tí verð- ur nógv gjørt fyri at undir- strika, at kappingin er long, at allir dystir eru torførir, at bólturin er rundur, og at alt tískil kann henda og meiri av tí slagnum. Men kortini skerst tað ikki burtur, at HB tykist vera sera væl fyri, og at teir í løtuni eru besta boðið upp á FM heitið. Henda seinasta vikan hevur verið sera góð hjá HB. Í síðstu viku vunnu bæði smádreingirnir og dreingirnir steypafinaluna. Leygardagin vann 2. deild- arliðið púra óvæntað 3–2 á heimavølli ímóti favorittun- um úr Fuglafirði, og sunnu- dagin vann besta liðið 3–1 á B68, sum fleiri ferðir – og seinast í fjør – hevur snýtt HB í Gundadali. Sunnudagin hevði HB samkomu fyri stuðlunum hjá felagnum. Nýggjur tvey ára stuðulssáttmáli við Før- oya Banka varð undirskriv- aður, og alt tykist at standa sera væl til. Nógvir spælarar eru um boðið á besta liðnum, har Ion Geolgau rættuliga hev- ur fingið ein tryggan spæli- stíl at rigga. HB má finna seg í, at teir verða roknaðir sum stórfavorittar, tá teir sunnudagin fara til Klaks- víkar. KÍ skinklar Í Klaksvík stendur ikki so væl til, sum tað ger hjá HB. Skal tað leitast eftir uggum, so mugu teir vera, at 2. deildarliðið leygardagin megnaði málleysan javn- leik ímóti aldursforsetanum TB, og at unglingaliðið hóskvøldið vann 1–0 á FM vinnarunum úr HB. KÍ tapti fyrsta landskapp- ingardystin í fjør á heima- vølli við einum máli. NSÍ vann 1–0, og tá varð sagt, at klaksvíkingarnir ongantíð komu undan trýstinum, sum tapið legði á teir, og harvið var kappingarárið, sum tað varð roknað so nógv av, oyðilagt. Sunnudagin tapti KÍ fyrsta landskappingardyst- in í hesum árinum við ein- um máli á heimavølli. Tað kom sera illa við, og tað ber væl til at ímynda sær, at KÍ skjótt kemur undir stórt trýst. Eftir at HB hevur vitj- að, skal KÍ til Vágs, og so fáa teir vitjan av NSÍ! Í Klaksvík royna teir at undirspæla sín leiklut. Tað verður sagt, at teir eru farn- ir undir at byggja eitt nýtt lið upp, og at tað tískil ikki skal roknast so nógv við teimum. Í tí sambandinum var tað undrunarvert sunnudagin, at tveir av ungu spælarunum, sum hava verið á U–16 og U–18 landsliðnum, og sum hava spælt nógv í steypakapp- ingini, vóru á beinkinum frá fyrsta bríksli. Nógvir spurningar og fá svar At B71, EB/Streymur og FS Vágar verða roknað ímillum liðini, sum fara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, hevur verið at sæð í bløðunum. Tað fæst at síggja, hvussu tað verður við tí. At B71 í fyrsta um- farinum tryggjaði sær trý stig, fer at hava alstóran týdning hjá sandoyingum. Hvussu hini liðini eru fyri, mugu vit bíða eitt sindur við at finna út av. B36 hevur verið roknað ímillum favorittarnar, og teir hava nógv gott fólk. Sunnudagin megnaðu teir ikki at endurtaka sigurin, sum teir í fjør tiltuskaðu sær í Runavík. Næstsíðsta vikuskiftið var tað í fjórðingsfinaluni í steypakappingini málleyst ímillum NSÍ og GÍ (at NSÍ vann brotssparkskapping- ina er ein onnur søga). Sunnudagin vann GÍ við einum máli í Klaksvík, har heimaliðið meiri enn helm- ingin av tíðini var undir- mannað, meðan NSÍ spældi javnt ímóti B36. Árstalslið- ið hevur í steypakappingini tvær ferðir spælt javnt ímóti HB. Hagtalsvavgreyturin om- anfyri boðar frá, at tað framvegis er rættuliga ógreitt, hvussu ymsu liðini eru fyri, men tað er eingin ivi um, at HB tykist vera mest sannførandi. B68 lið- ið, sum HB vann 3–1 á, var skert (manglaðu bæði Súna Fríða Johannesen og Mar- cello Marcellino), men toftamenn hava nógvar góðar spælarar. Hvussu teir og meistararnir úr Vági standa seg ímóti hvørjum øðrum fæst at vita, tá VB sunnudagin fer at vitja á Svangaskarði, har teir í fjør vunnu. Dystirnir í 2. umfari eru hesir: GÍ–EB/Streymur, KÍ–HB, B68–VB, FS Vág- ar–NSÍ og B36–B71. HB tykist vera mest sannførandi Í Klaksvík fingu tey aftur í ár eina ringa byrjan, og komandi vikuskiftið kemur HB á vitjan, so tað sær ikki alt ov bjart út hjá teimum Mynd: SjH Aloftast royna venjarar at undirmeta egin evni. Fáur dugdi hetta kynstrið so væl sum Krzyztof í fjør, og spurningurin tykist vera, hvussu tað verður hjá VB at verja heitið Hóast bert eitt umfar er farið aftur um bak í landskappingini, so tykist HB alt meira at líkjast einum favoritti til gullmerkini. Sunnudagin varð B68 sent stigaleyst heim, eftir at HB til fulnar hevði gjørt sær dælt av veiku síðunum hjá B68 FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Spenningurin var heilt stór- ur, tá HB og B68 fóru á vøllin í Gundadali sunnu- dagin. Talan var her um tvey av liðunum, sum veru- liga verða roknað fyri at hoyra heima í oddinum. Í útgangsstøðnum skuldi tal- an verið um ein sera javnan dyst, men skaðar hjá tofta- monnum viðførdu, at teir ikki vóru so ræðandi í álop- inum, sum teir eru, tá teir báðir bestu málskjúttarnir í fjør eisini eru á liðnum. Opið í borðinum Tá farið varð ígongd við sjálvan dystin, tóktist eisini skjótt greitt, at munurin millum liðini var ikki hin stóri. Kanska vóru bæði liðini eisini sera varin við at opna seg ov nógv fyri mót- støðuni. Fyrstu løtuna var hetta serliga galdandi fyri HB, sum í alstóran mun legði dent á at fáa verju- partin at rigga hesa løtuna. Tað var eisini tørvur á at skipa verjupartin, tí ferð eftir ferð sluppu toftamenn avstað í vinstru síðu, har John Heri Dam og Marlon Jorge fleiri ferðir fingu spælt seg ígjøgnum. Tað var eisini um reppið, at B68 fekk lagt seg á odda hesa løtuna, men nærri enn ein- um skoti á træverkið frá Mortan Hansen. Eisini var nær við, at vandastøður stóðust av onkrum av skrá- bóltunum, sum vórðu send- ir inn í brotsteigin, men beint sum B68 soleiðis hótti, fekk HB møguleikan, sum teir ikki máttu fáa. Sum nevnt, so tóktist B68 vandamikið, tá farið varð fram í vinstru, men hetta opnaði so eisini fyri møguleikanum hjá HB at spæla skjótt uppeftir í somu síðu. Til hetta hava teir eis- ini Allan Mørkøre, og hann fær hann somikið nógv pláss, er heilt skjótt, at vandi kann spyrjast burtur- úr. Tá eitt korter var farið av dystinum, slapp hann fyri fyrstu ferð rættilga av stað høgru megin. Fyrst var ikki líkt til, at innleggið fann nakran góðan inni í málteiginum, men við aft- aru stong kom kortini Andrew av Fløtum, og um- vegis hondina á Magnusi Poulsen varð bólturin so beindir í netið. Sama søgan Tað tóktist nærum ótrúligt, at B68 ikki gjørdi nakra ítøkjuliga roynd at tippa holið, sum var í vinstra verjuborðið. Tað tóktist eins og hetta als ikki var nakað, sum teir løgdu nak- að serligt í, og tá knappur hálvur tími var farin, kom revsingin eisini. Aftur hesa ferð varð All- an Mørkøre sendur avstað. Hesa ferð fór innleggið akkurát, sum tað skuldi, og við pannuni kundi Uni Arge beina bóltin í málið. Hesar báðar royndirnar vóru kanska tær einastu ferðirnar, at HB var rættil- iga vandamikið í fyrra hálvleiki. Stóran part av tíðini lótu teir B68 hava bóltin, men hóast nógvar sendingar sína millum, so tóktust teir ikki megna at skapa nakað av týdningi. Hinvegin hoyrir eisini til søguna, hvussu væl skipað- ur verjuparturin á HB liðn- um var. B68 fekk snøgt sagt ikki loyvi til at gerast vandamiklir, og tá støðan ta einu ferðina gjørdist heilt vandamikil, var tað ikki orsakað av nøkrum gjøgn- umspældum álopi, men hinvegin av einum ein- mansavriki frá verjuleikar- anum, Oleif Joensen, tá hesin snýtti rangstøðufell- una hjá HB. Einsamallur við málverjanum vórðu beinini tó krøkt undan hon- um, og hóast toftamenn vildu hava brotsspark, so tagdi floytan hjá dómaran- um. Linligt í seinna hálvleiki Orsakað av úrslitinum av fyrra hálvleiki, var líka sum eingin futtur í seinna hálv- leiki. Toftamenn høvdu at kalla góðtikið, at her vend- ist ikki aftur, meðan HB í mestan mun hugsaði um at varveita leiðslu sína. Teir tóku ikki nakrar óneyðugar kjansir í spælinum, og leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga úrsl- itið. Rúni Nolsøe vildi tað tó øðrvísi, og hann økti um munin tá hann slapp leysur oman móti málinum eftir skjótt samanspæl á mið- vøllinum. Beint undan dystarloki minkaði Mortan Hansen so um munin, men tá var alt longu avgjørt. Málrættað Við sigrinum syrgdu HB leikararnir fyri, at teir longu nú hava vunnið sær ein fyrimun til eitt av liðun- um, sum ætlandi skal hava ein leiklut í oddinum hetta kappingarárið. Tað kunnu toftamenninir framvegis fáa, tí eingin ivi er um, at fólkið á liðnum er gott. Hinvegin var liðið rættiliga illa skert sunnu- dagin, nú hvørki Marcello ella Súni Fríði vóru førir fyri at spæla. Hetta var ein staðfesting av týdningini teirra fyri álopsspælið hjá B68, tí hetta var snøgt sagt alt ov tannleyst til veruliga at kunna gera um seg. Tað hjálpir lítið, at bólturin í stórum pørtum av dystinum verður hildin í egnari røð afturi á vøllinum, tá tær óvæntaðu eksplosiónirnar fram eftir vøllinum ikki eru við. Har kundu toftamenn helst eisini tikið við læru av mótstøðuni sunnudagin. B68 var nevnliga í stórum pørtum av dystinum tað lið- ið, sum hevði bóltin meira, men hinveign var tað HB, sum alla tíðina var vanda- miklari. Teir høvdu eina greiða ætlan, tá farið varð frameftir, og hetta var so eisini nakað, sum teir fingu løn fyri sunnudagin. HB-B68 3-1 (2-0) 1-0: Andrew av Fløtum 15 2-0: Uni Arge 28 3-0: Rúni Nolsøe 82 3-1: Mortan Hansen 90 Dómari: Birgir Sondum (B36) HB: Bárður Johannesen – Vagnur M. Mortensen, Jóh- annis Joensen, Jón Rói Jac- obsen, Janus M. Joensen – Allan Mørkøre, Rúni Nols- øe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen – Uni Arge. Andrew av Fløtum. B68: Magnus Poulsen – Jan Dam, Oleif Joensen – Arn- old Joensen, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon Jorge, John Heri Dam – Mortan Hansen. HB-B68 3-1 (2-0): HB líkist einum favoritti Jón Rói Jacobsen tykist trívast sera væl í verjupartinum, har hann eisini hevur fingið loyvi at nýta síni framrættaðu evni Mynd: Álvur Haraldsen Hallur Danielsen er í nær- dysti við fyrrverandi liðfelag- aðan, Jan Dam, sum ikki fekk nakað við sær úr Gundadali hesaferð Mynd: Álvur Haraldsen