Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult15 cyan15 magenta15 svart15 14 Nr. 82 - 1. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Norðmenn vilja hava dystin spældan í november, men tað siga teir í FSF seg ikki vita nakað um ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Hóast tað bara er eitt stórt hálvt ár, inntil tað eftir ætlanini verður settur sjøtul á eina nýggja NM lands- kapping, so hongur ein av dystunum í kappingini, sum tað varð farið undir í januar í fjør, í leysum lofti. Føroyar og Noreg skulu spæla í Noregi, men tað tykist vera trupult at finna ein dag, sum passar bæði føroyingum og norðmonn- um. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í Fótbóltssambandinum, sigur, at teir hava skotið fleiri dagar upp fyri norð- monnum, men at tað framvegis er ógreitt, nær dysturin verður spældur. – Vit ætlaðu, at dysturin skuldi spælast um somu tíð, sum okkara lið í januar var í Svøríki, men tá søgdu norðmenn, at tað ikki lá fyri hjá teimum. Síðani hava vit strongt á at fáa dystin spældan í vár, men higartil hevur einki spurst burturúr, sigur Ísak Mikla- dal. Svein Rusta er tann í norska fótbóltssambandin- um, sum hevur ábyrgdina av fyrisitingini av øllum toppfótbóltinum. Hann váttar, at tað hevur verið torført at fáa dystin ímóti Føroyum spældan. – Tá føroyingar í januar vóru í Svøríki, var okkara landslið í Hong Kong. Vit vóna, at tað fer at bera til at spæla landsdystin eftir at landskappingin hjá okkum er lilðug. Tað vil siga, at tað verður í oktober ella í november. 10. og 14. no- vember eru dagar, sum eru settir av til landsdystir, so tað er ein møguleiki, sum vit fara at skjóta upp fyri føroyingum, sigur Svein Rusta. – Vit hava ikki hoyrt tað fyrrenn nú, tit siga tað, at norðmenn ætla, at dysturin skal spælast seint í heyst. Hvussu tað fer at liggja fyri hjá okkara monnum, dugi eg ikki at svara fyri akkurát nú. Hetta er nakað, sum vit mugu tosa við m. a. spæl- ararnar um. Men tað er einki at dylja yvir, at vit høvdu viljað havt dystin spældan fyrri enn so, staðfestir Ísak Mikladal. Leisturin ikki tann rætti Svein Rusta í norska fót- bóltssambandinum sigur seg skilja, at tað í tosi ímill- um formenn og aðal- skrivarar í norðurlendsku fótbóltssambondunum hev- ur verið semja um, at tað skal haldast fram við NM kappingini. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skal farast undir eina nýggja kapping eftir árs- skiftið: – Landsliðsvenjarin hjá okkum, Niels Johan Simb, hevur givið til kennar, at honum hevði dámt best, um tað hevði borið til at fingið alla NM kappingina frá hondini í La Manga. Hans- ara hugsan er, at um lands- liðini vóru í La Manga í t. d. tíggju dagar, og um londini vórðu býtt sundur í tveir bólkar, so hevði tað borið til, at øll liðini spældu tveir dystir og síðani ein um endaligu plaseringarnar. Ísak Mikladal sigur seg ikki hava hoyrt um hetta ynskið hjá norðmonnum, og hann sigur hetta ikki vera í samsvari við tað, sum føroyingar og íslendingar hava ynskst at fáa burturúr NM kappingini: – Hjá okkum og serliga íslendingum vísir tað seg torført at fáa vinardystir ímóti londum, sum eru hóskandi. Tí hava vit sæð NM kappingina sum ein góðan møguleika fyri avbjóðingum í vinardyst- um. Vit høvdu fegnir vilja, at allir dystirnir vóru av- greiddir á sama hátt, sum tá ið danska landsliðið við Morten Olsen og Michael Laudrup á odda vitjaði okkum í august í fjør. Tað var ein stór ótróttarlig avbjóðing hjá okkum, og tað kom væl við fíggjarliga, at áhugin ímillum áskoð- ararnar var stórur, sigur Ísak Mikladal. Aðalskrivarin í FSF vísir á, at virðið í NM kapping- ini í La Manga er treytað av, hvat fyri manning hini londini senda til Spania: – Tað er í besta lagið eitt ligalandslið, men gongdin tykist vera, at støðið ikki er tað, sum kundi verið ynskt. Valdu Bulgaria Í síðstu viku vóru nógvir landsdystir spældir. Onkrir vóru í HM undankapp- ingini, og onkrir vóru vinardystir. Norðmenn høvdu møguleikan at spæla vinardyst á heimavølli ímóti føroyinum, men teir valdu í staðin at spæla ímóti Bulgaria. Tað hevur gingist illa hjá Noregi í HM undankapp- ingini. Mikukvøldið vunnu teir 2–1 ímóti Bulgaria. – Tað hevur gingið illa, men vit eru framvegis í góðum lagi. Avrikið ímóti Bulgaria var gott, tá sæð verðurburtur frá fyrstu løtuna, tá verjan var vánalig og Bulgaria skoraði til 1–0, sigur Svein Rusta. Á lið- num hjá Noregi vóru tríggir ella fýra spælarar úr norsku kappingini, meðan allir hinir norðmenninir spæla í útlandinum. Hvussu rokna tit við, at landsliðið verður mannað, tá tit skulu spæla ímóti Føroyum í heyst? – Eg gangi út frá, at talan verður um eitt ligalandslið, sigur Svein Rusta. Nr. 82 • týsdagur • 1. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Fótbóltssambandið fer at økja um umsitingina, tá teir fyrsta dagin fara at seta ein vara aðalskrivara Fótbóltssambandið skal hava fleiri fólk á skriv- stovuna. Umsitingin er stór, og tí hevur nevndin gjørt av at lýsa eftir einum fólki afturat. Í lýsingini stendur, at FSF skal hava ein vara- mann hjá aðalskrivaranum. Freistin at søkja er farin, men enn er eingin vara- maður hjá aðalskrivaranum settur: – Nevndin viðgjørdi málið á fundi fríggjadagin í síðstu viku. Har varð samtykt, at formaðurin skal seta starvið, eftir at aðal- skrivarin hevur gjørt sína innstilling. Tað eru onkur innanhýsis viðurskifti, sum skulu avgreiðast, áðrenn arbeiðið at innstilla og seinni at seta starvið verður gjørt. Ísak Mikladal vil ikki siga, hvussu nógvir um- søkjarar eru til nýggja starvið, men hann váttar, at tað tykist vera ikki so lítil áhugi fyri tí: – Tað eru fleiri umsøkj- arar, enn tað kunnu teljast á aðrari hondini, og eftir míni meting eru tað fleiri, sum eru skikkaðir til starvið, er tað sum Ísak Mikladal vil siga. Men hann roknar við, at tað ikki fara at ganga fleiri vikur, áðrenn hann hevur meiri at siga um hetta málið. jh TÍÐINDASKRIV Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Petur Heðin á Fløtti um uppgávuna sum landsliðsvenjara kom- andi árini. Umframt landsliði er eisini ætlanin at taka uppaftur, meiri miðvíst arbeiði við ungdómslið- num. Fyrsta ítøkiliga upp- gávan hjá nýggja lands- liðsvenjaranum verður tó landsliði sum skal til oyggjaleikir á Isle of Man fyrst í juli. Petur Heðin á Fløtti er kendur í føroyskari svimjing, bæði sum svimjari og eisini sum formaður í SSF eitt tíðarskeið. Hann hevur seinastu árini verið uttanlanda í útbúgving- arørindum. Jesper Ottosen sum hevur verið landsliðs- venjari hjá føroyska landsliðnum síðani sep- tember 2000 er givin sum landsliðsvenjari. Svimjing Landsdysturin ímóti Noregi hongur nú í klønum tráði FSF skal hava meiri fólk Aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur NM- kappingina vera treytaða av, hvussu nógv hini londini leggja í kappingina Tað fer nú at koma sjúkl- ingunum til góða, heldur Ina Frisdahl. Leiðarin á Sjúklingahot- ellinum Tórshavn vísir á, at felagsnevnarin hjá so at siga øllum, sum búgva á hotellinum, er sjúka. Tey, sum eru sjúk, og tey, sum standa sjúkum fólki nær, tosa um felags viðurskiftir. Tað skal sjálvandi til, men tá viðurskiftini eru soleiðis, er tað ikki minni týdningar- mikið, at onnur tiltøk eru á skránni: – Áðrenn flytingina av hotellinum vóru bara tríggjar sjúkrasystrar knýtt- ar at hotellinum. Nú hava vit fingið møguleikar fyri at hava sjey sjúkrasystrar í starvi. Allar eru ikki fulla tíð, men sjúkrasystir er á hotellinum allar tíðir á døgninum. Størsta uppgáv- an hjá okkum er at tosa við sjúklingarnar og tey av- varðandi. Vit vilja fegin skipa fyri tiltøkum, sum viðhvørt kunnu draga hugs- anirnar aðrar vegir. Vit skipa eina ferð um mánaðin fyri bingo, sum akkurát hvílir í sær sjálvum, og tað er væl umtókt. Vit hava havt vitjanir av t. d. húsa- kórinum og øðrum føroysk- um virksemi í Keypmanna- havn, men vit kundu hugs- að okkum, at tað varð gjørt uppaftur meiri við hetta her. Tað er í hesum sambandi, at 25 ára føðingardagsynsk- ið kemur fram: – Vit hava ein bil, men tað hevði verið sera kær- komið, um vit høvdu fingið ein buss, sum rúmar væl fleiri fólkum enn ein bilur. Hetta hevði havt við sær, at tað hevði verið nógv lættari at vitja t. d. í Føroyahúsin- um, Samuelskirkjuni ella Kristnastovu, og at tað hevði borið til at skipa fyri útferðum. Vit hava eina kenslu av, at føroyingar í Keypmannahavn høvdu einki havt ímóti at verið við til at skipa fyri sovornum ferðum og tiltøkum, men okkum tørvar bussin, stað- festir Ina Frisdahl. Tey á hotellinum arbeiða eisini á øðrum økjum við at hækka góðskustøðið: – Internetsambandið er alneyðugt. Vit hava ein trupulleika, tí tað er torført at samskifta við Føroyar, tá tú ikki hevur fastsamband. Um tveir mánaðir verður trupulleikin loystur. Tá fer at bera til at hoyra útvarpið allan dagin, og tað fer at bera til at arbeiða við inter- netinum av hotellinum. Tíðindablaðið Sosialurin ynskir Hotel Tórshavn hjar- taliga tillukku við 25 ára føðingardegnum. Hugnaligt er inni Í dag eru liðin 50 ár, síðani Leivur Ellings- gaard fór undir urmakaravirki í Klaksvík URMAKARI Eyðun Klakstein Klaksvík: Hann hevur selt og umvælt brillur, ur og klokkur fyri fólk í 50 ár, og hann er framvegis til ar- beiðis í handlinum, sum hann byrjaði í 1951. Leivur Ellingsgaard er væl kent navn í Klaksvík, og í dag hevur hann mót- tøku í Skálanum í sam- bandi við 50 ára dagin. – Eg ætli mær at arbeiða minni nú, men eg kann lata upp fyri tey um morgnarn- ar. Ein handil, sum ikki hevur latið upp klokkan 9, kann akkurát tað sama stongja, sigur Leivur Ell- ingsgaard, sum dámar væl at fara tíðliga til arbeiðis. Sum 14 ára gamal fór Leivur í læru hjá Niels L. Arge í Havn, og í 1948 fór hann niður á urmakara- skúla. Í 1951 fór hann undir sítt egnað virkið í Klaksvík, og hetta virkið hevur hann havt øll árini síðani. Nú hava børnini hjá honum – Randi og Finn – tikið meiri við, og ein abbadóttir er eisini í læru sum optikaLeivur Ellingsgaard hevur móttøku í Skálanum frá klokkan 17.00 til 19.00, og í dagens andledning verður handilin stongdur klokkan 16.00. Stóri svartkjafta- trolarin stóð fastur á vágni í Klaksvík fyrrapartin í gjár, men móti middegi slapp hann leysur aftur ÓHAPP Eyðun Klakstein Klaksvík: Fyrrapartin í gjár lá Næraberg hjálpar- leysur nakrar metrar frá bryggju í Klaksvík. Hann hevði siglt seg fast- an á vágni, tá hann skuldi leggja til kai við Northern Fish Cold Storage, har veiðan skal leggjast upp. Tað er dýpt fram við bryggjuni á vestaru síðu, men Næraberg var ov langt úti á vágni, og tí kom hann at standa fastur. Tað var fjøra fyrrapartin í gjár, og tað gjørdi ikki støðuna betur. Fram móti middegi eydn- aðist tað at fáa Næraberg leysan, so hann kundi leggja til kei. Trolarin hev- ur 780 tons av surimi og góð 300 tons av mjøli. Ætl- anin er, at Næraberg skal avstað aftur seinni í vikuni. Urmakari í 50 ár Leivur Ellingsgaard hevur havt urmakarvirki í Klaksvík í 50 ár Næraberg botnaði á vágni Næraberg sigldi seg fastan á vágni í Klaksvík mánamorgunin. Tað tók nakrar tímar, áðrenn hann var leysur aftur og slapp seinastu metrarnar til kai. Mynd: SJH Støðuleysu stálfuglar higar leita í margtyriligum tali skoða svá fjølbroytta skara grammleika úr sær spýr eins og vesturheimsins dýr avstað aftur fara ei falla á vali spekulantunum mettuna veita ríkmenni stálfuglin heiðra kúgaðu leinkjað standa marglætistrogið á tremur lokkandi, dragandi stendur krúpandi, sjálvtýnandi hendur profitturin níðingsverk fremur imperialismuni gongur til handa sálleysu ríkmenni meira og meira barnahendur stálfuglin fylla ræðsla úr eygum lýsir bløðandi hendur valdsharrum lýða myrkar, hungrandi nætur eirindaleysu ríkmenni geva ei gætur kúgandi krefturnar eitrandi víða óhumsku spræna ei fagurleika hýsir ómettandi vesturheimsins ágirndin villa á verksmiðjum í neyðini grátandi standa í ruskdungum – úttjørgað liggja tey tigandi, fjálturstungin í avkrókum sita ei turrgeldu maktgreðingar tey síggja innar í glæstriborgir flýggja rópini tagnað – ongin hjálp til handa at ósolidariska skaranum hyggja solidariski verndarroðin, bjargingin, tey vita hugsjónarfremjandi krefturnar slóða rættvísisvegin – við allogandi brandi alheims solidariteturin sterki humanisma í valdsharraheysum sum sótt teirra ríki av socialistum verður hótt socialisman stríðsfús vil sýna í verki fyri kúgaðu stættini stríðast javnrættarandi samhaldsfesti vil tey útpíndu samansjóða stálfuglar á ferð yvir høv og lond spekulantanna tempul-ránsmannaleið løn teirra kúgaðu, fátøku áspýtt og háað høgrarákið listilærdar skortarnar ber líkasæluna dregur á eitrandi ferð samvitskuna reina í kapitalismuni tváað tá oyðandi einaræðisleiðin er greið kúgaða fjøldin – leinkjað í trælabond stríðsfús til verka fara fólkaheimið í havsbrúnni skoða javnrætt, rættvísi, frælsi í nánd solidariska stríðsmerkið fríða fakfelagsvápnini geisla so víða vil verja tey tigandi víða um lond rættvísiskyndil sjá brakandi loga skoðandi alheims socialistiska skaran. Sólmundur Joensen 1. mai 2001