Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 217 - 8. november 2007 – Eg skal ikki tveita ábyrgdina frá mær, men eg kann tíverri ikki lova nakra loysn her og nú, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, um trygd­ ina á sambýlinum í Bøgøtu ELDRATRYGD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo – Eg kenni væl til hatta mál­ ið við sambýlinum í Bø­gø­tu, og eg kann bara siga, at vit arbeiða við mál­ inum. Tað sigur Steinbjø­rn Ja­ cobsen, borgarstjóri í Klaks­ vík. Hann sigur, at loysnin við sethúsunum í Bø­gø­tu alla tíðina skuldi verið ein fyri­ bils loysn, sum tíverri er toygd alt ov langt út. – Trupulleikin uppstendur, tá loftið verður nýtt, tað er tá, at hesin góði togendi kemur inn í myndina. Men vit hava skorið talið niður á átta búfólk, júst fyri at sleppa und­ an at nýta loftið, sigur borg­ arstjórin í Klaksvík. Hann viðgongur, at viður­ skiftini og umstø­ðurnar í leigaðu húsunum langt frá eru fullkomnar, og stóð tað upp til hann var tað betur, um sambýlið bleiv latið aft­ ur. – Men sum stø­ðan er, ber tað ikki til. Vit vóna at fáa eina frægari loysn enn hana, sum er í lø­tuni, men tað er ein spurningum um, at leig­ arin vil gera ílø­gur í húsini, tá talan bert er um stutta leigutíð aftrat, sigur Stein­ bjø­rn Jacobsen. Hann fegnast hinvegin um, at tað nú hóast alt er komið so væl áleiðis við ætlanini at byggja eldrabýli á Viðareiði, at tilboðini verða latin upp hesa vik­ una. – Talan verður um eitt býli við plássi til 24 búfólk, og tað tekur nógv av trýst­ inum á eldraø­kinum, sigur Steinbjø­rn Jacobsen. Vóna at lata aftur Borgarstjórin er sostatt ikki nø­gdur við stø­ðuna, sum hon nú er, men hann sigur eisini, at júst eldraø­kið er eitt flø­kt ø­ki. Tí tá tað kem­ ur til sambýlir, hevur komm­ unan ábyrgd av bygningun­ um, meðan landið hevur ábyrgd av rø­ktini av teimum eldru. Elspa Lützen er leiðari fyri norðoyaø­kinum hjá nærverkinum, og hon situr eisini i bygginevndini fyri nýggja eldrabýlið á Viðar­ eiði. – Í lø­tuni eru eini 70 á bíðilista, men tað er saml­ aða talið. Langt frá ø­ll hava bráfangis tø­rv. Eg rokni við, at tá eldrabýlið á Viðar­ eiði letur upp, vónandi í jan­ uar mánað 2009, kunnu tey átta búfólkini á sambýlinum í Bø­gø­tu flyta inn har, um­ framt 16 onnur. Tá skuldi bráfangis tø­rvurin gjarna verið nø­ktaður, og sambýlið í Bø­gø­tu vónandi verið lat­ ið aftur, sigur Elspa Lüt­ zen. Annars eru fleiri onnur búpláss til eldri í býnum. Á eldrabýlinum á Heygum búgva 16 fólk, á Rø­ktar­ heiminum eru 36 og á Vist­ arheiminum er pláss fyri 10 búfólkum. Men eldraø­kið er fram­ vegis eitt mál, sum er býtt millum land og kommunur, og spurningurin er, um ein nø­ktandi skipan kann fáast, so leingi ábyrgdin er tví­ býtt. – Á heilsuútbúgv­ ingarøkinum kundu Føroyar eisini havt fyrimunir av einum tøttum samstarvi við Skotland, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna­ og heilsumálum, sum hevur verið á vitjan í Skotlandi fyri at kanna møgu­ leikarnar fyri sam­ starvi við tað skotska heilsuverkið HEILSUPOLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Samskiftið og samstarvið millum fø­royska og skotska heilsuverkið hevur verið sera lítið. – Hetta er undrunavert, tá hugsað verður um, at ein so stórur partur av heilsutænastunum, sum verða veittar fø­royingum, verða keyptar uttanlands, heldur Hans Pauli Strø­m, landsstýrismaður. Heilsutænastan verður veitt, antin við at sjúklingar verða sendir av landinum, ella við at heilsustarvsfólk koma til Fø­royar. Hans Pauli Strø­m, lands­ stýrismaður var í dø­gunum 16. og 17. oktober á vitjan í Skotlandi fyri at kanna mø­guleikarnar fyri sam­ starvi við tað skotska heilsuverkið. Í Edinburgh hitti lands­ stýrismaðurin skotska heilsumálaráðharran, Nicolu Sturgeon, sum var sera positiv fyri einum samstarvi við tað fø­royska heilsuverkið. Skotar hava síðani 1999 havt fulla politiska umsit­ ing av heilsuverkinum inn­ an fyri karmarnar av skotsku sjálvstýrislógini. Samanborið við England, hevur Skotland fø­rt ein rættuliga ø­ðrvísi heilsu­ politik. Tann enski politikk­ urin er nógv grundaður á kapping og frítt val, eins og í Danmark og fleiri ø­ðrum londum. Í Skotlandi hava tey ikki lagt dent á hetta, men heldur á net­ verk, samstarv og eina meiri líka atgongd til heilsutænastur. Landsstýrismaðurin vitj­ aði eisini í Aberdeen, har hann m.a. sá bráðmóttø­k­ una á meginsjúkrahúsinum Aberdeen Royal Infirmery. Hetta sjúkrahúsið veitir tænastu til Hetland, Orkn­ oyggjar og Suðuroyggjar og hevur eina sera fram­ komna telemedisinska tænastu. Kannað verður nú, um fø­royingar kundu havt fyrimun av einum skipaðum samstarvi við hetta meginsjúkrahúsið. Flogtíðin til Aberdeen er einans helvtina av tíðini at flúgva til Danmarkar, og kann hetta í ávísum fø­rum verða avgerandi fyri akutt­ ari læknahjálp. – Á heilsuútbúgvingar­ ø­kinum kundu Fø­royar eis­ ini havt fyrimunir av ein­ um tø­ttum samstarvi við Skotland. Hetta er gald­ andi fyri grundútbúgving­ ar, víðari útbúgvingar umframt eftirútbúgvingar. Nógv fólk aðrastaðni frá ynskja at lesa á teimum hægru lærustovnunum í Skotlandi, og landið út­ búgvir fleiri heilsustarvs­ fólk, enn tey sjálv hava tø­rv á, heldur Hans Pauli Strø­m. Hann sigur, at sum heild er ikki mangul upp á heilsustarvsfólk í Skot­ landi, og mø­guliga kundu heilsustarvsfólk úr Skot­ landi havt áhuga at starvast í Fø­royum. Ætlanin er í næstum at royna at sø­kja eftir heilsustarvsfólki úr Skotlandi. Sum heild var ferðin til Skotland sera gevandi og eitt gott grundarlag fyri eini framhaldandi fyrireik­ ing av einum tø­ttum sam­ starvi við grannalandið fyri sunnan, sigur lands­ stýrismaðurin. Eingin loysn í bræði Fara at søkja eftir heilsustarvsfólki í Skotlandi Nuuk meldað DR Kommunan í Nuuk hevur meldað Danmarks Radio til lø­gregluna í sambandi við sjónvarpssendingina ”Flugten fra Grø­nland”. Kommunan fýlist á, at sjónvarpið vísti andlitið á einum starvsfólki á sosialu umsitingini hjá kommununi, og at sjónvarpið vísti eina nakna smágentu. Ein talskvinna hjá kommununi sigur, at tað er ábyrgdarleyst av DR at vísa myndir av einari naknari smágentu, tá hugsað verður um, hvussu mong bø­rn eru fyri kynsligum ágangi. Ferjur avlýsa fyri veður Norska veðurtænastan hevur sagt frá nógvum vindi og ringum sjógvi við aldum upp í 11 metra hædd í Norðsjónum. Tað hevur fingið nø­kur av oljufelø­gunum at taka fólk av oljupallunum á Valhall­ og Ekofisk­leiðunum, og í gjár gjø­rdi DFDS av at avlýsa ta vanligu rutuna millum Bergen og Ongland og rutuna millum Stavanger og Ongland. Fjordline, sum rekur rutu millum Bergen og Danmark, umhugsaði í morgun at avlýsa sína rutu. Kommunan hevur skorið talið av búfólkum niður í átta, og tí er sambært Steinbirni Jacobsen ikki brúk fyri loftinum, og harvið heldur ikki fyri »neyðútgongdini« Mynd: Rúna Sivertsen Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, er ikki nøgdur við støðuna á sambýlinum í Bøgøtu, men kann ikki lova nakra loysn á málinum her og nú Savnsmynd