Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 217 - 8. november 2007 Stutt Sagt Góðkendu fosturtøku Í tí katólska Suður- og Latínamerika eru tað bara Kuba og Guyana, sum loyva kvinnum fosturtøku, men nú fáa kvinnur í Uru- guay sama møguleika. Senatið í Montevideo samtykti í gjár, at kvinnur kunnu fáa fosturtøku, til fostrið er tólv vikur gam- alt, eisini sjálvt um talan ikki er um neyðtøku, ella kvinnan er í lívavanda. Forsetin í Uruguay hevur svorið, at hann fer at brúka sýtingarrættin ímóti samtyktini, men eygleið- arar siga, at samtyktin fær stóran týdning kortini. 3,3 mió. fólk búgva í Uruguay, og hildið verður, at har eru umleið 30.000 ólóg- ligar fosturtøkur um árið. GM risahall Amerikanska bilaverk- smiðjan General Motors kunngjørdi í gjár, at fyri- tøkan hevði góðar 200 mia. krónur í halli í triðja ársfjórðingi í ár. So stórt hall hevur GM ongantíð havt í einum ársfjórðingi, og úrslitið er eisini nógvar ferðir verri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tá hevði fyritøkan eisini hall, men tó ”bara” góðar 700 mió. krónur. Rick Wagoner, aðalstjóri, sigur við tíð- indastovuna AP, at Gene- ral Motors er í ferð við eina nýskipan, og at hetta arbeiðið heldur fram, hóast tað kostar fyritøkuni ovurhonds nógvar pengar. Kræsin kvinna Tann 38 ára gamla serb- iska kvinnan Milunka Dabovic býr framvegis heima hjá mammuni í einari lítlari bygd í Serbia, men tað er ikki tí, at eingi mannfólk hava víst henni áhuga. Tvørturímóti hava ikki færri enn 150 menn ligið framvið at fáa Milunku til konu, men teir hava allir fingið krakk. Sjálv sigur hon, at hon fekk tann fyrsta biðil- in, tá hon var 14 ára gom- ul, og síðani hava nógvir verið og spurt. Spurd, hvussu tann rætti prins- urin skal síggja út, sigur Milunka, at hann skal vera hávaksin, arbeiðs- samur, vinarligur og hjartagóður. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Hetta er ein ófatiligur sorgarleikur, sum skelkar finska fólkið og skakar okkara grundvøll (Matti Vanhanen) útlond Eftir áheitan frá stjórnini hongur finsla flaggið á hálvari stong um alt landið í dag Finnland er merkt av sorg dagin eftir skottilburðin, tá ein 18 ára gamal skúlanæmingur drap seks av sínum skúlafeløgum, eina heilsusystur, skúlastjóran og at enda seg sjálvan. Stjórnin í Helsinki heitti í gjárkvøldið á finska fólkið um at minnast tey deyðu við at flagga á hálvari swtong í dag, og longu í morgun vóru nógv fløgg at síggja um alt landið. Jokelaskúlin í Tusby er stongdur í dag og letur ikki upp aftur fyrr enn í næstu viku. Í kvøld verður minningarhald í býnum. Skottilburðurin á skúlanum í Tusby í gjár hevur skelkað finska fólkið, men hann vísir, hvat kann henda í einum landi, sum flýtur í vápnum Sum flest allir finnlendingar hevði tann 18 ára gamli Pekka-Eric Auvinen lætt við at fáa fatur á einum skot- vápni, tí ongastaðni í Evropa hava fólk so nógv vápn um hendi sum í júst Finnlandi. Sammett við fólkatalið eru tað bara tvey lond í heiminum, sum hava fleiri skotvápn enn Finn- land. Sambært altjóða frágreið- ingini Small Arms Survay, sum kom fyrr í ár, eru 90 vápn fyri hvørjar 100 íbúgv- ar í USA, og av teimum 875 milliónum skrásettum hond- vápnum í heiminum eru 275 milliónir í USA. Næst í røðini er arabiska landið Yemen. Har eru 61 hondvápn fyri hvørji 100 fólk, og á triðja plássi er Finnland, sum hevur 56 skotvápn fyri hvørji 100 fólk. Finskir fjølmiðlar gera vart við, at hóast tað ovur- stóra vápnatalið var tilburð- urin í gjár tann fyrsti av sínum slagi, og landið hevur heldur ikki verið plágað av harðskapi í skúlunum. Síðani 1999 hava fýra harð- skapstilburðir verið í skúla- verkinum, men eingin teirra kostaði mannalív. Tey hag- tølini halda ikki aftan á tað, sum nú er hent. Friðarligt pláss Tað, sum hendi í Tusby í gjár, hevur skelkað tað finska fólkið. – Hetta er ein ófatiligur sorgarleikur, sum skakar fólk okkara, segði Matti Vanhanen, forsætisráðharri, í gjár. – Hetta er eitt friðarligt pláss. Einki tílíkt er hent her fyrr, og vit høvdu ikki væntað, at tað fór at henda, sigur borgarstjórin í Tusby, Hannu Joensivu, við Reut- ers. Tann seinasti ógvusligi tilburðurin í Finnlandi var fyri fimm árum síðani, tá ein ungur maður drap seks fólk og seg sjálvan í einari bumbuatsókn í einum stór- handli í Helsinki. Finnland flaggar á hálvari stong Landið flýtur í vápnum Pekka-Eric Auvinen legði eina sjónbandsupptøku av sær sjálvum við skammbyrsuni út á internetið dagin fyri tilburðin Tær báðar 14 ára gomlu Petra og Pinja brutu ein rút og sluppu út úr skúlanum