Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 217 - 8. november 2007 Hetland ikki næsti granni Tá ið vit tosa um føroyingar og umheimin, hoyra vit javnan og savnan, at Hetland er okkara næsti granni, tí tað er vanliga fatanin. Men veruleikin er, at okkara næsti granni er ein av Suðuroyggjum, ella Hebridunum. Ein av Suðuroyggjum eitur Rona, ella North Rona í vanligari talu og hon er so norðaliga, at hon er næsta land úr Føroyum. North Rona er 120 ha stór, ella nakað størri enn Lítla Dímun, sum er 84 ha. Rona er 116 metrar høg. Hendan oyggin er 256 km úr Akrabergi. Hinvegin eru 284 km úr Akrabergi til Foula í Hetlandi. Fólk búði á Rona til síðst í 17. øld, tá ið øll 30 fólkini, ið eftir vóru, doyði av sjúku, har smittuberararnir vóru rottur, sum eitt skip, ið fór á land á oynni, førdi við sær. Kelda: www.matrikul.fo og Wikipedia Fyrsti hemarin fingin Fyrsti hemarin í Shark Atlantic-kappingini er nú drigin upp av grunni. Hann varð fingin suður úr Kirkjubønesi leygardagin og vigaði 115 kilo. Tað var Heini Weihe, sum fekk hemaran og hann brúkti bara 20 minuttir um at møða hann. Men fongurin hevur so fyribils tryggjað honum eitt 10-túrakort við Atlantsflogi. mær í Vági. Skipanin er ikki roynd umborð á nøkr- um skipi enn, men við teim- um royndum, eg havi sum maskinstjóri, ivist eg onga løtu í, at hon riggar eins væl umborð sum í landi. Nýggja skipanin er roynd í einar tveir mánaðir. Kaj sigur, at meðan aðrar tílíkar skipanir vanliga bara eru í gongd umborð á skip- um, meðan lensað verður, koyrir skipanin hjá honum alla tíðina – og soleiðis skil- ir hon olju úr kjalavatninum alla tíðina. Tøknin aftanfyri - Skipanin byggir í høvuðs- heitum á eitt flutningsband, sum gongur niður í kjølin og “sleipar” oljuna av yvir- flatuni á kjalavatninum við sær upp í slammtanga. Bandið gongur heilt niður í kjølin, og sjálv reinsiskip- anin er í erva. Uppfinnarin sigur, at hon- um kunnugt er henda skip- anin, sum hann hevur sett saman, ongastaðni roynd áður. – Eg havi ikki fingið patent upp á skipanina enn, men havi søkt um tað, legg- ur hann aftrat. Kaj sigur, at eitt er, at skipanin tekur oljuna burtur úr kjalavatninum. Annað er, at hon tekur einki vatn við sær. Tað er so at siga bara olja, sum kemur í slamtang- an. – Við tað, at skipanin koyrir alla tíðina, heldur hon eisini kjalavatnið reint, soleiðis at ringur og óbe- hagiligur roykur ikki ferðast um maskinrúmið og skipið annars. Annað, sum eisini er tryggjandi við hesi skip- an, er, at hon minkar um vandan fyri eldi av olju og eiturevnum, sum kunnu enda í kjølinum. Fingið stuðul Tað var í januar 2007, at Kaj Joensen vendi sær til Jacob Vestergaard, lands- stýrismann í umhvørvismál- um við fyrispurningi um, hvørt tað var gjørligt at fáa fíggjarligan stuðul til eina skipan, sum hann hevði ætl- anir um at menna innan skiljing av olju úr lensivatni hjá skipum. Uppfinnarin metti, at eingin fullgóð teknisk loysn er fingin á hesum trupul- leika, sum tískil er eitt fram- haldandi vandamál og umhvørvismál. Landsstýrismaðurin bjóð- aði Kaj at koma í Innlend- ismálaráðið at leggja fram sína ætlan, og stutt eftir avgjørdi landsstýrismaðurin at veita uppfinnaranum 150.000 krónur av játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Peningurin skuldi nýtast til at menna eina sonevnda prototypu av skipanini. Seinni avgjørdi landsstýris- maðurin at hækka játtanina í sambandi við fyrireiking av umsókn um patent. Sjálvur fegnast Jacob Vestergaard um, at lands- stýrið soleiðis hevur verið við til at stuðlað eini verk- ætlan, sum ikki bert kann geva føroyska samfelagnum eitt vinnuligt íkast, men sum eisini kann vera við at ”branda” okkara vinnu og land í altjóða høpi. Eitt av verandi vandamál- um á hesum øki er, at tølini í loggbókini yvir oljudálkað kjalavatn ikki vera hildin at vera røtt, og tí verður eisini hildið, at trupulleikin við spillolju á havinum er nógv størri, enn tølini siga. Orsøkin til støðuna er heilt einfalt hon, at tey tól og tær skipanir, sum higartil hava verið tøkar, als ikki eru nøktandi. Royndir maskinstjórar siga, at verandi skipanir eru ringar at fáast við, sjálvt hjá vælútbúnum maskinmonn- um. Hesar reinsa lutfalsliga smáar nøgdir av kjalavatni í mun til tørvin umborð og lensivatnið, sum kemur úr skipinum, er ikki nóg reint. Aftrat hesum er nógv vatn í fráskildu oljuni, og tí er kostnaðarmikið at fáa nak- að burtur úr spilloljuni, tá hon er fingin upp á land til víðari nýtslu. Nógvir fyrimunir Í sambandi við ST-átakið “United Nations Environ- ment Programme” er komið fram, at lensivatnið frá skip- um helst er størsta einstaka kelda til dálking av heims- høvunum, tí hetta er nakað, sum hendir hvønn einasta dag – og allastaðni kring knøttin. Stórir oljulekar henda sjáldan, og sum oftast verða myndugleikarnir varugir við dálkingina heilt skjótt. Tí ber vanliga til at byrgja oljuna inni og taka hana uppaftur. Avleiðingarnar av olju- dálking á havinum kunnu vera ógvusligar. Talan kann bæði vera um umhvørvis- ligar og búskaparligar avleiðingar. Nógvar livandi verur ganga til grundar ella gerast sjúkar. Nógvur fugl- ur, fiskur og havsúgdýr doyggja av oljudálking á hvørjum ári, og tilhaldsstøð teirra verða oyðiløgd. Oljuskiljiskipanin hjá Kaj Joensen verður ikki ser- liga kostnaðarmikil, og hon kann lagast til bæði stór og smá skip. Av eginleikunum, sum henda skipan hevur, kunnu nevnast, at skiljingin fer fram alla tíðina, at skipanin kann lagast til stødd á skipi og innrætting av maskin- rúmi, lensivatnið, sum kem- ur úr skipanini, er sera reint, og lítið av vatni er í oljuni, sum verður skild frá. Aftrat hesum kemur, at hon er einføld, løtt at ar- beiða við og løtt at viðlíka- halda. Nýggja skipanin fer eisini at gagna fólkaheilsuni og trivnaðinum, bæði umborð og hjá fólki á landi. Mett verður, at nýggja uppfinningin fer at styrkja ímyndina av reinleika í føroysku náttúruni. Tøknin hjá Kaj Joensen kann gerast ein sonn koll- velting innan umhvørvis- vernd, heilsu og trygd á sjó- num. Royndir maskinstjórar siga, at verandi skipanir eru ringar at fáast við. Hesar reinsa lutfalsliga smáar nøgdir av kjalavatni í mun til tørvin umborð, og lensivatnið er ikki nóg reint. Aftrat hesum er nógv vatn í fráskildu oljuni, og tí er kostnaðarmikið at fáa nakað burtur úr spilloljuni, tá hon er fingin upp á land til víðari nýtslu