hósdagur 8. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 217 - 8. november 2007
Uppfinning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av mest dálkandi og eitr
andi keldunum á havinum
er olja, sum verður pumpað
í havið úr kjølinum á
skipum.
Flestu skip og bátar, sum
hava motor, missa nakað av
olju niður í kjølin. Orsøkin
kann vera, at motorurin lek
ur olju, men olja kann eisini
fara í kjølin í sambandi við
ymiskar umvælingar. Jú
eldri motorurin er, tess
meira olja lekur vanliga úr
honum.
Tól fáast til keyps, sum
kunnu skilja olju frá vatni,
og slík eru eisini at finna
umborð á flestu skipum.
Men av ymiskum orsøkum
eru hesi tól ikki nøktandi,
og
hetta
er
eitt
stórt
umhvørvisligt og heilsuligt
vandamál.
Altjóða sjóvinnufelags
skapurin IMO ásetti í 1974,
at ávísar skipastøddir og
skipasløg skuldu hava tílík
ar
oljuskiljiskipanir,
og
ásett varð eisini, at serlig
loggbók skal førast fyri
skiljing og burturbeining av
fráskildu oljuni.
Í byrjanini var eitt hámark
sett fyri, hvussu reint lensi
vatnið skuldi vera, og í
1992 var hámarkið økt.
Í fyrsta umfari var talan
um tað, sum rópt verður
100 partar av olju/dálkað
um tilfari fyri hvørja miljón
– og í øðrum umfari 15 part
ar av olju/dálkaðum tilfari
fyri hvørja miljón.
Yvirhøvur er tað soleiðis,
at tær oljuskiljiskipanir,
sum verða nýttar umborð á
skipum í dag, ikki megna at
røkka hesum máli.
Føroysk uppfinning
Nú hevur so vágbingurin,
Kaj Joensen, ið er útbúgvin
maskinist og sjálvur hevur
siglt sum maskinmeistari
og maskinstjóri í eini 25 ár,
gjørt eina prototypu av eini
oljuskiljiskipan, sum við
smærri tillagingum kann
koma at seta uppfinnaran
og Føroyar á heimskortið
innan menning av umhvørv
istøkni.
Skipanin, sum Kaj hevur
ment, hevur nógvar og góð
ar eginleikar, sum verandi
skipanir ikki hava.
Sjálvur sigur Kaj við
Sosialin, at hann í fleiri ár
sum
maskinstjóri
hevur
gingið og hugsað um,
hvussu olja, sum endar í
kjalavatninum, betur kann
skiljast frá vatninum, áðr
enn lensað verður.
– Eg havi siglt sum
maskinmeistari og maskin
stjóri í nógv ár, og hesin
tanki hevur javnan vent aft
ur í mær seinastu 20 árini.
Hann sigur, at tað var í
mai/ juni mánaða í fjør, at
hann av álvara fór at hugsa
um, hvussu hann kundi við
virka til, at ein betri loysn
kemur á hesum øki.
– Eg gavst at sigla í fjør
heyst, men havi verið onkr
an túrin síðan. Havi tó ikki
verið bundin at nøkrum
skipi, nú eg havi arbeitt við
hesi skipan.
Kaj sigur, at hann rætti
liga hevur hingið í og hevur
roynt at vunnið undir land
seinastu 23 mánaðirnar.
– Í dag stendur skipanin,
sum byggir á samanseting
av ymiskum kendum kom
ponentum, í bilhúsinum hjá
Kunning um Føroyar
Landsbankin hevur nú gjørt sína árligu frágreiðing um føroysk
samfelagsviðurskifti. Frágreiðingin, ið er á enskum, greiðir frá
um føroyska búskapin, føroyska vinnulívið, almenna geiran,
fíggjarmarknaðin, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og
samfelagsbúskaparlig viðurskifti sum heild, sigur Landsbankin
í tíðindaskrivi. Eisini lýsir frágreiðingin Føroyar í stuttum, eitt
nú tá ið umræður landafrøðiligu støðuna, fólkatal, altjóða
samstarv og politisku skipanina. Meiri fæst at vita um
frágreiðingina á heimasíðuni hjá Landsbankanum: www.
landsbankin.fo
Tætt samstarv við sjómenn
Í novembur í 2006 slapp Rúna Hjelm, granskari, at mynstra við Skála
bergi og tað tók hon sum eitt gylt høvi til at koma tætt at lívinum hjá
sjómonnum umborð á einum av okkara mest framkomnu trolarum.
Hóskvøldið 15. november klokkan 19.30 heldur Rúna Hjelm fyrilestur í
bókasavninum í Klaksvík við heitinum ”Við Skálaberg í
Barentshavinum – upplivingar og gransking”. Í fyrilestrinum fer hon at
lýsa tilknýti hjá føroysku fiskivinnuni til fiskivinnusamfelagi. Ein partur
av tí føroysku innuløgumentanini er at gramsa og tann siðurin verður
lýstur sum eitt dømi um samanrenningina millum sjógv og land.
Vágbingur
uppfunnið koll-
veltandi tøkni
Vágbingurin, Kaj Joensen, ið
hevur siglt sum maskinstjóri
í mong ár, hevur uppfunnið
eina skipan, sum reinsar kjala
vatnið umborð á skipum og
bátum fyri olju. Mett verður,
at nýggja uppfinningin kann
gerast ein sonn kollvelting
innan umhvørvisvernd, heilsu
og trygd á sjónum, samstundis
sum uppfinningin fer at styrkja
ímyndina av reinleika í føroysku
náttúruni
Oljuskiljiskipanin hjá
Kaj Joensen verður ikki
serliga kostnaðarmikil.
Hon er einføld, løtt at
viðlíkahalda, og tað
besta er, at hon er sera
effektiv. Skipanin kann
lagast til bæði stór og
smá skip. Ein av størstu
umhvørvisvandunum á
havinum er oljudálkað
lensivatn frá skipum
Myndin er tilvildarliga vald