hósdagur 8. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 217 - 8. november 2007
Landsstýrismaðurin
í almanna- og heilsu-
málum, Hans Pauli
Strøm, viðgongur,
at arbeiðið ímóti
kynsligum ágangi
ikki hevur verið nóg
gott. Men hann ynskir
ikki at seta nýggja
kreppumiðstøð á
stovn, tí vit hava
longu resursirnar,
sigur hann
Ágangur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Rósalind og Bárða hava
gjørt øllum Føroyum eina
stóra tænastu við opið at
tosa um kynsligan ágang.
Hetta sigur landsstýrismað
urin í almanna og heilsu
málum, Hans Pauli Strøm.
Tað er ein fantastisk tæn
asta, sum tær gera. Ein stór
ur partur av fyribyrgingar
arbeiðnum liggur í at fáa
ágangin fram í ljósi og læra
børn at tað er rætt og gott at
boða frá, tá tey verða
misnýtt. Og tær báðar hava
gjørt hetta lættari við at
ganga undan og tosa opið,
sigur Hans Pauli Strøm.
Vitanin skal út í samfelag
ið og út til børnini, soleiðis
at øll vita, at kynsligur
ágangur ikki skal góðtakast,
og at tað er loyvt og gott at
tosa um tað, tá onkur ger
seg kynsliga inn á onkran,
heldur landsstýrismaðurin.
Nokk av stovnum
So er spurningurin, hvussu
hetta arbeiðið skal fara
fram. Hans Pauli Strøm sig
ur, at tær 200.000 krónurnar,
sum KRIS fær, eru meir
enn flestu aðrir lítlir felags
skapir fáa. Men hann held
ur, at tey gera eitt gott ar
beiði. Tað skal bara sam
skipast betri við aðrar stovn
ar og skipanir, sum vit
longu hava, sigur hann.
Vit hava Barnabatað,
Kvinnuhúsið, Barnatænast
una og nýggja ráðgevandi
toymi, Sjálvhjálpin. Allir
hesir stovnar arbeiða partvís
ímóti kynsligum ágangi,
men fyri at styrkja hetta
økið, eiga vit at fáa eina
betri
samskipan,
heldur
Hans Pauli Strøm.
Hann heldur ikki, at tað
er rætt at skipa ein nýggjan
stovn, sum bara arbeiðir
ímóti kynsligum ágangi,
men heldur brúka teir stovn
ar, sum longu eru.
Góð hugskot krevja búning
Mánakvøldið byrjaði fjórða skeiðið í íverksetan, sum
Íverksetarahúsið í Klaksvík skipar fyri. Millum teir, ið hildu
fyrilestur var Eyðbjørn Poulsen frá fyritøkuni 2improve.
Hann vísti millum annað á, at ein íverksetari eigur ikki at
vera bangin fyri at brúka tíð til búningina, og at gera sær
ómak við virkisætlanini. Skeiðið var fullteknað (myndin),
og heldur tað fram fýra tey næstu mánakvøldini. Annars
skipar Íverksetarahúsið fyri inspirasjónsdøgum um vikuskiftið á Hotel Norð. Skeiðleiðari er David
Madié, sum er stjóri og medstovnari av Startup Company í Keypmannahavn. (sb.)
Heri prestur vitjar í Reykjavík
Hetta vikuskiftið fær sjómansheimið Ørkin forkunnuga vitjan, tá
Heri Joensen, prestur í Havn kemur á vitjan. Heri hevur lisið
gudfrøði í íslendska høvuðsstaðnum, og fer leygardagin og
sunnudagin at luttaka við ymisk tiltøk. Byrjað verður leygarkvøldið
kl. 8, tá ein kvøldvøka verður í Ørkini, har Heri fer at siga frá søgum
og skemti, eins og hann fer at hava andaktina. Sunnudagin kl. 15 er
føroysk gudstænasta í Háteigskirkju, har Heri somuleiðis fer at
prædika. Aftaná gudstænastuna verður kaffi og hungalig samvera á
sjómansheiminum. (sb.)
Ongar ætlanir um nýggja kreppumiðstøð
Tørvur er á einum
betri tilboðið til
tey, sum hava verið
kynsliga misnýtt.
Hetta heldur Elin
Reinert Planck, leiðari
á Kvinnuhúsinum. Í
dag vísa tey kvinnur
víðari til KRIS ella
sálarfrøðing, men
hjálpin átti at verið
betri skipað, heldur
Elin Reinert Planck
Ágangur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kvinnuhúsið tekur ímóti og
hjálpir
kvinnum,
sum
flýggja undan harðligum
monnum. Og tær kvinnur,
sum koma til Kvinnuhúsið,
hava onkuntíð kynsliga mis
nýtslu við sær í viðfør
inum.
Kynsligur ágangur er
ikki orsøkin til, at kvinnur
søkja sær hjálp hjá okkum.
Men tá tær fortelja sína
søgu, kemur kynslig mis
nýtsla onkuntíð undan kavi,
greiðir leiðarin á Kvinnu
húsinum,
Elin
Reinert
Planck, frá.
Kvinnuhúsið hevur ikki
nakað terapi tilboð til slíkar
kvinnur, tær kunnu lurta og
rúma, men hava kvinnurnar
brúk fyri meira, verða tær
vístar til KRIS ella sálar
frøðing. Men Elin Reinert
Planck heldur, at trupul
leikin við kynsligum ágangi
er so stórur, at arbeiðið
burdi verið betri skipað.
Tað skuldi verið eitt
stað, har skipað var fyri
terapiskeiðum, og har sjálv
hjálparbólkar kundu húsast.
Sjálvhjálp
hevur
stóran
týdning í samband við kyns
ligan ágang, tí tey raktu
hava brúk fyri at hoyra at
onnur hava verið í somu
støðu, sigur Elin Reinert
Planck.
Hon er púra samd við
slagorðinum hjá KRIS, at
kynslig misnýtsla skal tos
ast í hel.
Og bæði Kvinnuhúsið og
Sjálvhjálpin kundi verið
knýtt, at einum meira skip
aðum arbeiðið í móti kyns
ligum ágangi, staðfestir
Elin Reinert Planck.
Kvinnuhúsið vísir til KRIS
Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, heldur ikki, at arbeiðið í móti kynsligum ágangi
er gott nokk, sum er. Tað skuldi verið eitt stað, har skipað var fyri terapiskeiðum, og har
sjálvhjálparbólkar kundu húsast, sigur hon
Savnsmynd
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálum, heldur, at
KRIS ger eitt gott arbeiði. Tað
skal bara samskipast betri
við aðrar stovnar og skipanir,
sum vit longu hava
Savnsmynd