Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 217 - 8. november 2007 Hjúnini Erland og Sanna Rasmussen fingu herfyri hvør sína gullnál fyri at hava latið blóð 50 ferðirnar. Hetta er 34. árið, at tey bæði lata blóð BLÓÐDONOR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyri stuttum vórðu hjúnini Erland og Sanna Rasmussen heiðrað við gullnál fyri hvør í sínum lagi at hava latið blóð 50 ferðir. Og tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað skulu í minsta lagi ganga tríggir mánaðir ímillum, at blóð verður latið. Tað ber sostatt vanliga bara til at lata blóð fýra ferðir um árið. Hjá Erlandi og Sannu hev­ ur tað kortini tikið nakað longri tíð, serliga tí tað ikki eru tey sjálvi sum avgerða, nær tey geva blóð. – Tað fer soleiðis fram, at vit fáa boð frá blóðbankanum um at lata blóð. Tað er sjálv­ andi upp til okkum sjálvi um vit gera tað, men vanliga gongur tað soleiðis fyri seg, at ein sjúkrabilur heintar okkum, tí tað er ikki ráðiligt at koyra bil eftir, at mann hevur givið blóð, greiðir Erland frá. Tey lata vanliga ikki blóð saman, men tey valdu at gera tað hesaferð eftirsum tað hjá báðum var talan um 50. Ferð, og at tey harvið skuldu fáa eina gullnál í part. – Tá tú kemur út á labora­ toriið skal tú hvørja ferð fylla út eitt skjal við áleið tjúgu spurningum, har tú skal vátta, at tú ikki hevur nakra sjúku, ella at tú ikki tekur nakran heilivág, sigur Erland. Men hvussu bar tað til, at tit av fyrstan tíð gjørdu av at gerast blóðdonorar? – Tað var rættiliga tilvild­ arligt sum so. Blóðbankin gjørdi eitt átak um tað mundið, eg arbeiddi í Lands­ handlinum og vit vóru fleiri, sum tóku okkum sam­ an og gjørdust blóðgevarar. Konan arbeiddi tá í Sjó­ vinnubankanum, sum var beint við Landshandilin, og eisini har vóru tað nógv, sum hildu tað verða eitt gott hugskot at geva blóð. Nøkur lupu frá tá tað kom til stykk­ ið, men vit vóru kortini fleiri, sum gjørdust blóðgev­ arar, sigur Erland Rasmus­ sen. Gevur og fær Hetta var í 1973, altso fyri 34 árum síðani. Og síðani hava bæði Erland og Sanna, hvør í sínum lagi, nýtt út við tíma hvørja ferð at lata blóð. – Men tað hevur ongan tíð verið nakar trupulleiki frá arbeiðsgevarunum, eg havi havt, sigur Erland Ras­ mussen. Sum omanfyri greitt frá, skulu ganga minst tríggir mánaðir ímillum, at tú gev­ ur blóð, men um so er, at tú hevur eina serliga, óvanliga blóðtypu, kann talan verða um styttri tíð. – Hevur tú eina óvanliga blóðtypu, og manglar blóð­ bankanum hesa blóðtypuna, kanst tú verða innkallaður nær sum helst at lata blóð, eisini mitt um náttina, sigur Erland Rasmussen, sum minnist seg einaferð verða tilkallaðan á nátt. Upp á spurningin um hví hann og konan geva blóð og hava gjørt tað í so mong ár sigur Erland: – Tað er hetta, at kunna hjálpa øðrum, sum er drív­ megin aftanfyri. Men tú ikki bara gevur, tú fær eis­ ini, tí ein roynd av blóðinum verður hvørja ferð kannað, so tað er eisini ein ávísur tryggleiki í at geva blóð, sigur Erland Rasmussen. Nú Erland og konan hava rundað 50 blóðtappingar í part, hava tey útvegað blóð­ bankanum heilar 45 litrar av blóði. Hóast blóðbankin hevur skrásettar áleið 1200 donorar er tørvur á tvífalt so nógvum av øllum blóðtypum BLÓÐDONOR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í blóðbankanum fegnast tey um teir donorar, tey hava. Men tey kundu fegin ynskt sær fleiri. – Vanliga verður sagt, at 5% av fólkinum nøkta tørvin á donorum. Hjá okkum liggur talið um 3%, og tað er í lægra lagi, sigur Marita Simonsen, sum starvast á laboratori­ inum, samstundis sum hon er forkvinna í Blóð­ gevarafelagnum. Hon sigur, at hagtølini vísa, at føroyingar geva blóð áleið tvær ferðir um árið. Í fjør varð blóð tapp­ að 1718 ferðir frá 874 donorum. – Hetta er so hóast vit í skrásetingini hava áleið 1200 donorar tilsamans. Men tað liggur jú ikki altíð fyri hjá fólki at lata blóð og tað kunnu vera so nógvar orsøkir. Fólk kunnu lesa uttanlands og bert geva blóð, tá tey eru heima, ella tey kunnu taka heilivág so sum penisillin, ella kunnu tað vera konu­ fólk, sum eru við barn. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, sigur Marita Sim­ onsen. Tey vilja tí ógvuliga feg­ in hava fleiri blóðdonorar. – Høvdu vit komið upp á umleið 2500 donorar, so høvdu vit altíð kunna nøkt­ að tørvin, og so høvdu vit sloppið undan at keypt blóð úr Danmark, sigur Marita Simonsen. Einasta treytin fyri at gerast blóðdonorur er, at tú ert frísk/ur og hevur fylt átjan ár, men ikki ert farin um tey 60. Marita sigur, at vanliga geva fólk blóð til tey eru fylt 65, men at tað kortini ikki er nøkur orsøk at byrja, tá tey eru farin um 60. Fólk skulu hava etið, áðrenn tey koma, tí annars verða tey bara illa fyri eft­ ir at hava givið blóð. Tapp­ að verða 450 millilitrar hvørja ferð, umframt nakrir millilitrar til kann­ ingar av blóðinum. Aftaná skulu tey hvíla einar tíggju minuttir, meðan tey inn­ taka umleið hálvan litur av vesku. Annars sigur Marita Simonsen, at tað er ikki óvanligt, at fólk fáa gullnál fyri at hava latið blóð 50 ferðir. Onkur nærkast enn­ tá teimum 80 ferðunum. Tað er gott við teimum góðu, trúgvu, men nýggir blóðdonorar eru altíð væl­ komnir, sigur Marita Sim­ onsen. Nýtast fleiri donorar Tað er altíð brúk fyri fleiri blóðdonorum, sigur Marita Simonsen, forkvinna í Blóðgevarafelagnum Mynd: Jan Müller Hava latið 45 litrar av blóði Hjúnini Sanna (ovara myndin) og Erland Rasmussen fingu handaða gullnál fyri at hava latið blóð 50 ferðir Myndir: Jan Müller Íslendsk ósemja um Kyoto Undir einum orðaskifti í Altinginum í gjár kom fram, at íslendska stjórnin er ósamd um, hvussu nógv Ísland skal binda seg til at skerja útlátið av veðurlagsgassi. Geir H. Haarde, forsætisráðharri, segði í einum svari um málið, at ætlanin er at taka upp samráðingar fyri at útvega Íslandi minni skerjing, enn lagt er upp til. Men Þórunn Sveinbjarnardóttur, umhvørvismálaráðharri, segði, at stjórnin ætlar at skerja útlátið 50 ­ 75 prosent innan 2050. Þórunn Sveinbjarnardóttur: - Ísland fer at halda ætlanina um at skerja CO2-útlátið (Mynd: Altingið) Ísland broytir tollreglur Íslendski ráðharrin í handils­ og ídnaðarmálum, Björgvin G. Sigurðsson, ætlar sær at broyta tær reglurnar í tolllógini, sum áseta, hvussu stór virði ein ferðamaður kann hava við sær, tá hann kemur til Íslands. Sum nú er, kann ein ferðamaður hava virði fyri í mesta lagi 46.000 íslendskar krónur við sær uttan at rinda avgjøld, og tann virðismesti luturin má ikki kosta meiri enn 23.000 krónur. Tað er nógv minni enn í grannalondunum og skal tí broytast.