Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 5 72 Nr. 217 - 8. november 2007 Fólkaflokkurin og Sam­ bandsflokkurin siga seg ávikavist stuðla Konserva­ tiva og Vinstra, fáa teir umboðan í Fólkatingið, so við teimum fáa Anders Fogh og Pia Kjærsgaard tveir trúgvar húskallar. Tjóðveldi er til fals fyri hægstbjóðandi. Tann stjórn, sum er villigast at kappa bondini til Føroyar, fær Høgnasa stuðul. Hann hevur ikki fatað, at tað er í Føroyum, henda avgerð skal takast, um hon skal takast. Havandi í huga, at absolutt ikki er meirluti fyri loysing í Føroyum, er hetta ein sera ódámlig støðutakan. Vit í Javnaðarflokkinum hava boðað frá, at vit stuð­ la Sosialdemokratarnar. Tað er náttúrligt fyri okk­ um javnaðarfólk, tí okkara hugsjón røkkur út um eingjargarðarnar. Eingin hugsjón hevur sum tann socialdemokratiska skapt úrslit. Tí vælferð, trygd og lívsfrælsi, gongur fram um øll onnur politisk mál. Eingin rørsla hevur lyft fólkið sum okkara rørsla, tað eru Norðurlondini besta dømi um. Vit hava onki ímóti, at ríkið fær eina nýggja stjórn við helle Thorning Smith á odda. Tað hevði verið ein positivur síðuvinningur. Umboðan Javnaðarflokkurin Dan R. PeteRsen Val Eg bjóði meg fram sum valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin, av tí einfaldu orsøk at Javnaðar­ flokkurin raðfestir væl­ ferðina fremst. Aðrir flokkar raðfesta støðuna til ríkisfelagsskapin, um vit skulu vera verðandi í ríkis­ felagsskapinum ella gerast eitt fulveldi, ovarlaga. Hes­ in spurningur, hvat okkara støða í ríkisfelasgskapinum skal vera, er ikki ein søk, í sjálvum sær, fyri Javnaðar­ flokkin. Okkara fremsta mál, og harvið tað ið av­ gerð hvørja støðu vit hava til øll onnur samfelagsmál, er vælferðin og trivnaðurin hjá øllum Føroya fólki. Tað er vælferðin, ið avgerð hvagar kósin skal setast. Hvat merkir hetta ítøki­ liga. Vælferð er at øll hava somu møguleikar til út­ búgving, arbeiði, eftirløn, eldrarøkt og lívsins uppi­ hald. Vælferðarsamfelagi Føroyar er nógv ment síðan 1948 tá ið vit fingu heimastýrislógina. Hóast hetta eru vit langt frá komin á mál. Hóast vit hesi 4 árini í samgongu hava økt út­ reiðslurnar til almannamál við áleið 500 milliónum, hava skapt møguleikar fyri fleiri hundrað røktarheims­ plássum, økt útbúgvingar­ stuðulin til lesandi við børnum og mangt, mangt annað. So eru fleiri sam­ felagsbólkar, ið ikki enn hava nóg stóran lut í væl­ ferðini. Serliga hugsi eg her um stakar uppihaldarar, heili 800 fólk í Føroyum, ið við teirra børnum telja áleið 2000 fólk. Fyri okkum kann støðan til ríkisfelagsskapin ongan­ tíð hava størri týdning enn vælferðin hjá okkara fólki. Tí hoyrir tú ikki Javnaðar­ flokkin nýta alla sína orku til spurningin, um vit skulu vera innan fyri, mitt í mill­ um ella uttanfyri ríkis­ felagsskapin. Hesin spurningur hevur snøgt sagt ikki fremstu rað­ festing í okkara politikki. Í dag er ein av fortreyt­ unum fyri at tryggja og útbyggja vælferðina, at Føroyar kunnu luttaka aktivt í altjóðagerðini. Í hesum sambandi kunnu vit tosað um ríkisfelags­ skapin, kennist hann sum ein spennitroyggja, ein forðing fyri øktari væl­ ferð so fær ríkisrættarligi spurningurin stóran týdning fyri okkara politik. Góði veljari. Ynskir tú at raðfestingin skal vera økt og betur vælferð fyri fleiri, so er títt val ein­ falt. So setur tú kross við okkurt av valevnunum hjá Lista C. Vit tryggja vælferðina Javnaðarflokkurin eyðgunn samuelsen Val Størsta forðingin fyri einari hóvligari menning á sjálvsstýrisleið er støðan hjá tjóðveldinum, at bert tann endaliga loysin er nóg góð, og fæst ikki tann endaliga loysnin – og tað er loysingin við fólka­ atkvøðu og grundlóg og tí heila, so er líka frægt at einki hendir. Hetta tosið um, at tað er óvirðiligt at taka smá stig tann rætta vegin, ger, at alt ov langt verður millum tey týdning­ armiklu stigini. Kunnu vit til dømis ikki samskifta við ST bein­ leiðis, og siga frá, at nú vit vilja taka burtur føroyska fyrivarnið í Kyoto­sáttmála­ num, ja, so er best einki at gera, og so halda vit fram at dálka, bara tí at tað ikki er gott nokk, at boða ST frá støðu okkara gjøgnum Danmark. Hetta ber ongan veg. Tað er bert tann sum orkar og torir at ganga vegin við teimum nógvu forðing­ unum – nevniliga samstarvsvegin, ið kemur til “Róm”. Og sannleikin er, at allar yvirtøkur, ja øll framstig á sjálvstýrisleið eru tikin av Javnaðarflokkinum og saman við Javnaðarflokki­ num. Og listin er langur. Men eingin gloymir undir­ grundina og yvirtøku­ lógina. Sum umboð fyri Føroyar á Fólkatingi fari eg at halda fram á hesari leið. Tað er bert ein vegur til Róm Javnaðarflokkurin Helena Dam á neystabø Val Ímynda tær hesa støðuna: Eg og familjan hava tað trygt og gott heima hjá okkum. Men eg haldi at tað hevur týdning av tí at vit liva í 2007 at gerast meir lík grannanum, hóast tað í teirra heimi er harð­ skapur, ótryggleiki og split. Hetta fyri síðani at ”kopi­ era” teirra máta at gera tingini uppá.. Løgi, vildi eg hildi!! Eg, Hjørdis Háberg Petersen vil vísa á at tað í 2007, ber til at liva í einum landi, har vit hava lítið av harðskapi, sjálvmorðum, hjúnarskilnaðum o.s.fr. Hava fyri stuttum fingið hægtøl, ið vísa sera jalig tøl fyri okkara Føroyar Ikki er neyðugt hjá okkum at finna okkara samleika við at hyggja út í heim. Nei, vit skulu verja tey grundvirðir, ið okkara land er bygt á, tí tey virka!! Kann vera at vit hava okkurt at læra danir J X við H­jørdis Okkum nýtist ikki at hyggja út í heim fyri at finna okkara samleika! Valevni Miðfloksins HjøRDis H. PeteRsen Val Í verunleikanum merkir hetta, at Tjóðveldi arbeiðir fyri allar Føroyingar. Vit skulu virka frælst út í heim­ in sum tjóð og mennast á jøvnum føti við onnur. Sjálvandi setir hetta stór krøv til okkara útbúgving­ ar­ og granskingarskipan. Menning á hesum økinum krevur gott samband út í heim. Tjóðveldi vil við sínum umboði í fólkatinginum opna hurðar víðari út í heimin so, at yngri sum eldri fáa víðka um síni tilboð innan útbúgving og gransking. Hetta so, at tey verða betri før, at taka tær avbjóðingar sum alheims­ gerðin leggur á okkum. Neyðugt er, at føroyingar kunnu seta sær saman útbúgving í Føroyum og luttaka í gransking innan øki sum havumhvørvi, troyting av havtilfengi, fiskivunnugransking o.s.fr. Tað almenna skal fíggja eina støðisgransking til tess at tryggja, at tað ikki bert verða privat vinnulívs­ áhugamál, ið gera av, hvat verður granskað í Føroyum Føroysk útbúgving og gransking í altjóða høpi verður ment við atliti til, at fáa norðurlendskar og aðrar altjóða avtalur, at góðkenna føroyskar útbúgvingarmyndugleikar sum próvmyndugleika til starvs­ og útbúgvingar­ førleika um allan heim. Eisini skal føroyskur lestrarstuðul veitast so, at føroyingar kunnu útbúgva seg um allan heim. Beinleiðis avtalur skulu gerðast við onnur lond og útbúgvingar­ stovnar um hægri útbúgv­ ingar, og føroyingar skulu í alt størri mun taka lut í altjóða granskingarætlanum. Stuðla tí Tjóveldi til fólkatingsvalið 13. novembur Tjóðveldi og frælsar Føroyar valevni til fólkatingið Tjóðveldi jákuP PeteRsen Val