Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 217 - 8. november 2007 Ja, so skullu vit aftur til politiska glíming um tveir danskar fólkatingssessir, sum serliga tann eini flokkurin sigur seg hata og vilja beina fyri; - hóast júst teirra maður situr frálíka væl í tí eina hati- sessinum, har hann rætti- liga ger sær dælt við astro- nomiskari inntøku eftir føroyskum viðurskiftum! Hetta vildu tey allar- flestu rationelt hugsandi fólk hildið verið eitt gro- teskt paradoks, men tað rínir slett ikki við føroy- skar republikanarar, sum hava ein heilt avskeplaðan og irrationellan miðaldarlogikk! Tessvegna situr formaður tjóðveldismanna og skapar sær sín fjaðursára identitet við at hata sítt egna øko- nomiska eksistensgrundar- lag. Hetta minnir ikki sørt um Jens Peter Bonde, dan- ska superpamparin, sum hevur sitið í meira enn eina fjórðingsøld niðri í Bruxell- es og hata sín EU-sess, sum hevur givið honum slakar 80 milliónir í stembaraskjáttuna higartil. Tað er tankavekjandi, at sami J.P. Bonde er sera væl í øgn við júst republikan- ska føroyska fólkatings- umboðið, harra Høgna Hoydal! Hesar báðar Per Gynt-typurnar liva stutt sagt av sínum aversiónum, og teir eru blivnir bæði feitir og fregnir av at fraternisera við alt tað, sum teir hata! Hetta halda teir flestu eygleiðarar vera sjúkligt, óbúgvið og politiskt perverst. Var nakar álvara ella nakað mansevni í teimum báðum hildu teir seg sjálv- andi langt burtur frá teim- um sessum, sum teir siga seg vanvirða og arbeiða miðvíst ímóti! Men teirra maktsjúka og teirra penga- grádigheit er nógvar ferðir størri og nógv meira týð- andi enn teirra sonevndu ”idealistisku” hugsjónir, sum bara eru til naivar heilavaskaðar veljarar, tølandi reyparøður og annars rættiliga hentar til óforpliktandi politiskt sunnudagsbrúk! Politisk pædofili Føroyski tjóðveldisflokk- urin, sum nú genialt hevur blakað eitt ”ð” burtur fyri at virka meira borðbærur ella stovureinur, hevur altíð verið eitt ønskriligt og óruddiligt reiður av skirvis- ligum tankagóðsi líka frá íslendskum tvangstankum til stalinistiskar dogmur; men fyrst og fremst av chauvinistiskari undirluta- kenslu móti Danmark og danskarum, og hetta hevur hjá summum manifesterað seg sum eitt permanent danskarahat, meðan teir skiftivís hava kropið fyri og sleikt hvørjum norskum- ella íslendskum kúgandi koyrli. Í løtuni eru teir við at forlova seg við spikafeitum grønlendskum pamparum! Øll teirra ideologi hevur verið bygd á paranoia! Teir hava jagstrað sakleysan ungdóm við nationalistisk- um rakstrarrópum! Teir hava knarrað, teir hava grenjað og teir hava lúnað permanent í 60 ár. Tað hevur mesta partin av tíðini verið urkomiskt at lurta eftir teirra tvætli, men viðhvørt hevur verið ovboð- ið! Samstundis hava teir roynt at forført og heila- vaskað føroyskar veljarar, serliga ungdómin til teirra perversa forfylgilsisvanvit! Teir eru nevniliga sterk- astir sum forførarar av teimum, sum ikki kenna fortíðina so væl. Tey meira tilkomnu lata seg ikki so lætt taka av fótum, men tað er gamalt, at nationalistisk- ir flokkar altíð duga best at øsa ungar veljarar upp, men tað knípir at behalda veljararnar, sum teir eldast ella búnast og fáa ábyrgdar- kenslu, eitt nú børn, bil og bankalán, men fyrst og fremst vitan og horisont. Vitandi fólk lata seg ikki lættliga forføra! Hesir samvitskuleysu menn eru reelt ikki føroyingar – teir eru bara for-føringar! Vanligir føroyingar eru sáttligir hampamenn, sum ikki lata seg nerva av tí gagnligu og hollu symbiosu, sum er millum Føroyar og Danmark. Teir hava ikki undirlutakenslu. Tvørturímóti – teir síggja fyrimunirnar, meðan forføringarnir bara eru negativir og knarra ella gráta seg gjøgnum hvørja hending, eitt nú ta sinnsjúku episoduna við flagginum í summar á Rhodos, har alt tad gorrandi og grenjandi tjóðveldisliðið fór heilt uppfrá í teirra paranoidu skarvslopum móti Danmark. Desperatur høgnesiskur mønubrestur Tað allarfeskasta dømi um forførilsi av veljaranum er, at Høgni Hoydal er farin at prostituera seg við upp- boðssølu av sínum politisku præferencum. Hann hevur boðað frá, at hann vil, um hann fær høvi til tað, styðja borgarliga politikaran, Anders Fogh sum statsministara. Men afturfyri krevur hann, at Anders Fogh skal hjálpa honum í Føroyum við loysingini. Við øðrum orðum: Hann vil noyða Fogh at leggja seg út í føroyskan politikk og fremja tey vitleysu høgnatiltøk, sum føroyski veljarin higartil ikki hevur viljað vitað av! Føroyski veljarin skal við danskari hjálp noyðast til nakað, sum hann ikki hevur biðið um. Hetta kemur frá tí flokki, sum altíð hevur sagt, at danskir politikarar ikki mugu blanda seg upp í føroysk politisk viðurskifti. Tað er óhugnaligt at síggja so samvitskuleysa opportunismu. Harra Hoydal er altso so prin- cippleysur, at hann, sum annars plagar at fylkjast við tí mest ekstremu sekt- ini í Fólkatinginum, Eind- arlistanum, er nú fúsur til at bíta høvdið av allari skomm og fylkjast við sínum ideologiska mót- støðumanni, liberalistinum Fogh! Forførarin Hoydal er bíliga til sølu! Vinmenninir hjá HH í Eindarlistanum eru eitt ótespuligt rudiment av gomlum maoistum, kommunistum og øðrum politiskum óruddi, og teir verða sjáldan tiknir meira álvorligt enn Høgni sjálvur, men teir mugu kortini stúrsa við, tá ið Hoydal knappliga snarar 180 stig í Fólkatinginum. Slík kúvending er avgjørt ikki vanlig á Fólkatingi, og sjálvt hjá eindarmonnum má vera eitt mark fyri politiskari kynismu. Henda klossuta høgne- siska roynd til politiska maktdemonstratión úr Danmark móti føroyska veljaranum má vera tann mest kyniska machiavell- isma, vit higartil hava sæð í føroyskum politikki.Tað vildi tí klætt teimum før- oysku veljarunum, um teir hesu ferð góvu tjóðveldis- monnum frammaná og vrakaðu tað republikanska umboðið, sum ger okkum øllum fyri skommum! Vónandi fáa vit so upp- loyst tann óappetitliga norðuratlantiska biddara- bólkin, tí sjálvandi skullu føroyingar ikki fylkjast við grønlendskum pamparum sum Lars Emil Johansen, ið kanska er mest illa um- tókti grønlendski politikarin í dag. Konservativir føroyingar skullu fylkjast við donsk- um konservativum. Før- oyskir javnaðarmenn skullu sum feðgarnir Dam altíð søgdu fylkjast við danska javnaðarflokkinum. Liberalir føroyingar fylkj- ast vid donskum liberalum og so framvegis. Haraftur- ímóti mugu vit við ands- tygd venda okkum frá tí vitleysu høgnesisku kon- struktiónini, sum norður- atlantiski grulvigarðurin er. Flestu danskarar meta norðuratlantisku dólgarnar sum kloddutar og neyðars- ligar pengaavpressarar. Setið tilkomin og vaksin fólk úr seriøsum flokkum á danska tingið, og gevið teimum republikansku óvit- unum fríkorter til at beist- ast og grulva heima í Før- oyum og ikki spæla polit- iskar rukkur í Danmark. Ringsted Virgar T. DalsgaarD Føroyingar og forføringar Havi lurtað eftir nøkrum av mongu valsending- unum í sambandi við fólkatingsvalið og undrast á, hvar konu- fólkini eru, sum flokk- arnir so inniliga hava biðið stilla upp. Tað er møguligt, at tær eru slopnar eitt sindur nærri at mikrofonini, enn til undanfarin val, men nóg gott er tað framvegis ikki. Eg kundi hugsað mær, at floksformennirnir svar- aðu hesum spurningi, áðrenn valstríðið til løgtingsvalið av álvara fer í gongd. Eisini kundi eg ynskt, at floksformennirnir siga, hvussu kynjabýtið í einum komandi lands- stýri fer at vera, stendur tað til teir. Eri spent at hoyra, um nakar floksformaður torir at svara, at teir vilja loyva konufólkum framat, um teir finna nakrar, sum eru egnaðar. Ella, at teir svara, at tað veldst um støðuna, tá samráðst verður. Eg ynski mær eitt bindandi svar, sum kann vegleiða veljaran, ið ynskir at konufólk eru við til at seta politisku dagskránna í Føroyum og harvið eru við til at býta út av stóru fíggjarlóg- arkøkuni. Prógvið fyri okkum, at tit vilja hava konufólk á ting. Og verið við til at flyta okkum, ið búgva her á landi, inn í 21. øld kynjabýtinum í politikki viðvíkjandi. Góð val til tykkum allar og okkum veljarum við. Hóast ábyrgdarfólk í tjóð- veldinum, enntá sjálvur sjefideologurin Sjúrður Skaale, alment siga, at fólk renna skríggjandi burt- ur, bara tey hoyra orðið loysing nevnt, so gevast tey ikki so, royna í staðin fyri at sminka við orðum sum smakka føroyingum betri tjóðarfrælsi, fullveldi o.s.fr. Men føroyski veljarin vil ikki vita av hesum loysing- ar/fullveldismøsninum – tað trúgva tey væl heldur ikki sjálvi uppá innast inni, tey sótu í fullveldissam- gongu í heili 6 ár saman við Jenisi, og onki sum bar brá av loysingini, sá dag- sins ljós hesi árini!– Hví skulu vit onnur so trúgva uppá hesa somu góðanátt- søgu, sum hevur rurað føroyska veljaran í svøvn, val eftir val nú í 100 ár? Vit liva í einum av heims- ins bestu og frælsastu lond- um, onki eksperiment her – takk, sigur føroyski veljarin! Men fullveldisfløgan er farin aftur at mala við fullari megi, sum um hetta skuldi verða ein stór nýggj- heit hesaferð. Hóast hetta 100 ára heimsmet í loys- ingarsnakki, so verður lagt á aftur av nýggjum. Og hesaferð verður við stórum stavum boðað frá, at í kom- andi valskeiði verður loys- ingin veruleiki, hóast Skaale eisini her hevur boðað frá, at tað verður av ongum, tí ongin loysingar- meiriluti finst á Føroya løgtingi – so skilagóður og realistiskur er harra Skaale, men formaðurin Tjóðveld- sins, harra Hoydal, hann framtúrar, hóast henda nakna veruleika við loys- ingarherrópinum, sum ein annar smartur sølumaður – maðurin hevur ikki lisið komunikatión (í DK!!) til fánýtis! Og tá ikki eydnast at fáa føroyingar at leypa a blám- an við tjóðveldinum, so verða aðrar leiðir royndar – og hon gongur, trúgv tí ella ei, sambært tjóðveldinum, igjøgnum danskar ráðharra- stovur. Nú skal tað verða við hjálp frá donsku stjórn- ini, fyrst og fremst við hjálp frá danska forsætis- ráðharranum Anders Fog Rasmussen, at loysingin skal gerast veruleiki! Hetta er í sjálvum sær ein stór andsøgn og tragi- komiskt! Tjóðveldisflokk- urin sum var stovnaður fyri at kvetta øll bond við Danmørkina, og luttók ikki á donskum fólkatings- vali mongu fyrstu árini eftir stovnanina i 1948, hann biður nú danskt stjórn- arvald hjálpa til at taka avgerðir í Føroyum, at tryggja Føroyum eina grundlóg, og um føroying- ar ynskja at taka loysing- ina, so vátta, at føroyski fólkaviljin verður fylgdur. Hetta er ússaligt og undir- brotligt út um alt mark, og umboðar eitt himmalróp- andi uppgávulyndi, sum býður øllum føroying- um ímóti, hetta at biðja danir um hjálp at seta tjóð- veldi á stovn, har teir eru oddviti í hesum “bardaga” fyri frælsi tjóðarinnar – makan til oyragass skal leingi leitast eftir. Og lat for guds skyld ongan uttan fyri landoddarnar hoyra tykkum við hasum skval- durtosinum – láturligari kann tað snøgt sagt ikki verða! Bóðu t d. íslend- ingar danir um hjálp at loysa frá Danmark í 1944? Hesin flokkurin góðtekur ikki føroyska avgerðarrætt- in, sum sjálvsagt liggur hjá føroyska fólkinum heima í Føroyum og bara har! Og als ikki á nakrari danskari ráðharrastovu. Allir aðrir flokkar á løgtingi skilja og virða henda rætt, men tjóð- veldi má leita sær stuðul á sjálvum danatingi, og har selja seg fyri hægstbjóð- andi, fyri at vinna føroy- ingum “tjóðarfrælsi” – at tit tora at taka hetta vakra orð uppá tunguna – tá øll vita, at Høgni og Co. best trívast við feitu donsku kjøtgrýturnar á Christians- borg undir liðini á Kupi Kleist og Lars Emil. Tað eru einir vinir Høgni hevur funnið sær á Borgini, um- framt gomlu kommunist- arnar – vanligi føroyingurin, sum hevur sæð filmin “Flýggjanin úr Grønlandi” vamlast og tekur frástøðu, men Høgni heldur væl til standa saman við grønlandsfeðgunum báðum – men gleðiligt, at tú stendur einsamallur hetta fólkatingsvalið teimum við lið! Operatión loysing Johan samuelsen Til floksformennirnar: Skulu konufólk á ting og í landsstýrið? annika W. Joensen