hósdagur 8. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 8. november 2007
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag, 8. november, fyllir
pápi okkara 90 ár, og fegn
ast vit um at hann saman
við familju, vinum og kenn
ingum kann halda henda
stóra føðingardag.
Hóast
høga
aldurin
munnu tað framvegis vera
nógv ið minnast hann sum
tann fyrikomandi og dugna
sama
handverkaran
og
meistaran í smiðjuni hjá P/
F Mariu Poulsen í Havn,
har hann lærdi og starvaðist
til hann mátti gevast vegna
ringa gigtsjúku.
Martin er føddur og upp
vaksin í Havn, sonur Nico
linu og Christian Vilhelm
sen. Eftir lokið realprógv í
1936 fór hann í læru hjá
Ludvig Poulsen, nú P/F
Maria Poulsen, og varð
avlærdur
blikksmiður
í
1940, 23 ára gamal. Eftir
lokna útbúgving helt hann
fram hjá somu fyritøku, var
eitt langt skifti meistari á
verkstaðnum inntil sjúkan
noyddi hann at gevast.
Mongu árini sum blikk
smiður og rørleggjari ferð
aðist hann eisini nógv runt
oyggjarnar og legði m.a.
miðstovuhita inn í nýggj og
gomul hús. Samferðslunetið
var ikki tað vit kenna í dag
og umframt tíðarkrevjandi
ferðing var hetta eisini, av
somu orsøk, kropsliga sera
krevjandi arbeiði tá tilfar
og tól skuldu fáast fram til
ymisku arbeiðsplássini, og
áhugavert er at hoyra hann
greiða frá um bæði stuttligu
og mangan vandamiklu upp
livingarnar á bygd.
Pápi giftist 31 ára gamal
við Judith, fødd Langgaard,
ættað úr Leirvík, og saman
eiga tey 7 børn, sum hava
sett búgv í Føroyum og utt
anlands. Pápi kemur sjálvur
úr einum barnaríkum heimi,
og vóru tey íalt níggju systk
in, sum vuksu upp í hugna
liga og vakra umhvørvinum
beint omanfyri barnagarðin
hjá nonnunum. Pápi og
fleiri av systkinum settu
búgv á trøðni hjá foreldr
unum, undir varða, sum tá
var langt av leið og í dag er
at rokna sum miðbýur.
Pápi var eitt langt skifti
livandi partur av tónleikalív
inum í Havnini, fyrst í Havn
ar Hornorkstri og síðani í
GHM, har hann var virkin í
umleið 30 ár. Í hesum tíðar
skeiði spældi hann eisini
javnan, saman við øðrum
vinmonnum, á dansistøð
unum í Havnini og eitt skifti
í Sjónleikarhúsinum, har
hetta varð kallað ”gamla
mannadansur”.
Skíing er oftast nakað vit
hoyra um tá fólk leita sær
uttanlands, men hetta var
ikki nøkur forðing hjá hon
um og øðrum vinmonnum,
sum gjørdu nógv við hetta
tá ið stórkavin legðist. Beint
eftir kríggið ognaði hann
sær eina BSA motorsúklu
frá enska herinum og ferðist
dúgliga runt oyggjarnar og
eisini uttanlands.
Hetta sera virkna arbeiðs
og frítíðar og mentunarlívið
varð, á bestu árum, darvað
av sjúku og hóast hetta, 90
ára gamal, framvegis ein
framúr fyrimynd av lívsvilja
og lívsgleði og setur sín ser
liga dám á bæði vertsskap
og gerandisdag okkara. Tú
hevur á tíni lívsleið havt
ein dyggan og trúgvan stuð
ul í mammu okkara, og tað
er ein sonn frøi fyri okkum
og børn okkara, at uppliva
tykkum sum ein savnandi
miðdepil og síggja hvussu
tit framvegis stórtrívast sam
an á tykkara ellisárum. Vit
eru nógv sum gleða okkum
til at halda føðingardagin
saman við tær og ynskja
tær og mammu ein sera
eydnuríkan dag og Harrans
signing á lívsleiðini.
Ása, Robert, Sonja,
Anita, Johanna, Marjun
og Eyðun
Martin Vilhelmsen
fyllir 90 ár
Busssamtøkan
Sp/f
Henry Jarnskor á Strond
um varð 6. august í ár yvir
tikin av Bergljott Jarnskor
Poulsen og Pól Dánjal
Poulsen á Strondum.
Fyritøkan hevur koyrt
fyri Bygdarleiðir síðan
1985, og Pól Dánjal hevur
verið bussførari har sein
astu 22 árini.
Umframt ein 7 persóna
hýruvogn hoyra fýra buss
ar í støddum frá 10 til 52
persónar til
Sp/f Henry Jarnskor,
sum fyritøkan framvegis
eitur.
Sp/f Henry Jarnskor á Strondum er nú yvirtikin av Bergljott
Jarnskor Poulsen og Pól Dánjal Poulsen
Sp/f Henry Jarn
skor skift eigarar
veitst tú ikki tað?
Mynd frá ”Realskúlafram
sýningini 191666”, sum
Jórunn Dánjalsdóttir skip
aði fyri í Kommunuskúlan
um í Havn í summar.
Myndin er tikin í 1964 í
Sandágerði av næmingum
saman við læraranum Jógv
an við Ánna. Næmingarnir
gingu í 1. C í realskúl
anum.
Aftasta rað f.v.: Rannvá
Lindarstein, Peddy David
sen, Steingrím Abrahamsen,
Regin Hentze og Elmar Høj
gaard.
Næstaftasta rað f.v.:
Anna Katrina Næs Joensen
(Dukki), Jógvan við Ánna
(lærari), Bogi Michelsen og
Ólavur Michelsen.
Fremra rað f.v.: Sigrun
Joensen, Karsten Simonsen,
Bergur Djurhuus, Johan
Jacobsen og Olga Olsen.
Myndaeigari: Peddy Davidsen
Realskúlaflokkur í 1964