Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 217 - 8. november 2007 Andlát og jarðarferðir Elisa Mathilda Joensen, vanliga nevnd Lisa hjá Skós, úr Klaksvík. Andaðist mánadagin, 80 ára gomul á Norðoyar Røktarheimi. Kistan fer úr kapellinum í kirkjuna fríggjadagin kl. 18. Jarðar­ ferðin verður leygardagin klokkan 13.30. Bent Olsen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum mánadagin 74 ára gamal. Bønarhald verð­ ur í Kirkjugarðskapellinum hósdagin kl 18. Jarðar­ ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum fríggja­ dagin kl. 13. Selinda Andrésson úr Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin, 72 ára gomul Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaðu foreldur Rosa og Ditleif Eldevig Fuglafjørður doyðu og vórðu jarðað. Takk fyri forbønir, vitjanir og annan stuðul í hesi sváru tíð. Ein serstøk tøkk til syskinabarnið, Poul Færø, fyri umsorgan. Tykkum, sum hjálptu til á vanlukkustaðnum, starvsfólki á Landssjúkrahúsinum, familjuni og heimbygdarfólki, bera vit eina hjartans tøkk. Eisini takka vit hjartaliga fyri blómur, kransar og gávur til Siloa. Vegna familjuna Mariann, Elisabeth, Kristian, Pól, Anna og Rita Dagurin 9. november. Teodor, deyður umleið ár 300. Ungur rómverskur hermaður, sum var vorðin kristin. Hóast tær atsóknir Diocletianus gjørdi at teimum kristnu, helt hann fast við trúnna. Hann setti eld á eitt skurðgudatempul í Róm og varð tikin av døgum. Grikst navn, ið merkir Guðs gáva. Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaða og kæra mamma, kona, omma og vermamma Berith Joensen Froðba andaðist og varð jarðað. Stóra tøkk fyri tær mongu heilsanir og til tykkum í bindiklubbanum fyri hjálpina til ervið. Tøkk til familjuna fyri hjálp og stuðul, tíðina mamma lá so sjúk. Og til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsið, fyri tykkara stuðul og røkt tíðina hon lá har og at tit gjørdu tað møguligt hjá henni at koma til Froðbiar at vitja aftur. Tøkk til heimasjúkrasystrar og tykkum, ið vitjaðu mammu, bæði á sjúkrahúsinum og heima. Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravara.Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri kenslurík orð og góða talu í kirkjuni. Tøkk til Randi Nolsøe fyri tann vakra sangin. Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og peningagávur og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað á fold. Familjunnar vegna Marit, Erling, Poul og Ingi Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góði pápi, abbi og verfaðir okkara Eyjolfur Mikkelsen Tórshavn andaðist mikudagin 7. november. Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum. Fyri tey avvarandi Jógvan, Jákup, Enna og Steingrímur »Ikki eg – men Kristus« er heitið á nýggjari bók, sum Osvald Kjærbo í Havn hevur skrivað. Tað er Forlagið Døggin sum gevur bókina út. Í bókini tekur høvundurin saman um ein greiðan og hugtakandi boðskap, sum leggur dent á at hava eyguni áhaldandi vend á Jesus Kristus. »Ikki eg – men Kristus« er 257 blaðsíður og er deild upp í 66 kapitlar. Osvald hevur sjálvur skrivað allan tekstin og skrivað bókina inn á teldu. Kári við Rættará hevur umbrotið og designað permuna. Prent og inn­ binding eru gjørd hjá Føroya Prent, og upplagið er upp á 2000 bøkur. Hetta er fjórða bókin sum Osvald Kjærbo hevur givið út, hinar eru »Æviga fyriætlan Guds« (2004), »Sóu Jesus eina« (2005) og »Jesus Kristus frelsir til fulnar« (2006). Umframt bøkur hevur Osvald eisini umsett og latið prentað 20 Emmaus bíbliubrævaskeið og skrivað nógvar smábóklingar og traktatir við andaligum innihaldi. Osvald Kjærbo er sumbingur sum meginpartin av lívi sínum hevur búð í Havn. Umframt sítt starv sum sjálvstøðugur heilsølumaður hevur hann sett nógva tíð av til at granska Bíbliuna, og hevur hann drúgvar royndir í at læra orð Guðs, bæði í skrift og talu. Bókin kostar 195 krónur og fæst í Logos Bókasøluni í Havn og í bókabúðunum kring landið. Fjórða bókin hjá Osvaldi Kjærbo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma Jona Sofia Tómasdóttir Fødd Andreassen Dóttir Jolinu Isfeldt og Tummas Andreassen, Fuglafirði andaðist leygardagin 3. november 2007 í Reykjavík, Íslandi 84 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Vegna børnini Helga, Erla, Tómas og Valdimar Haraldsson Osvald Kjærbo