hósdagur 8. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Fríggjadagur 9. november 2007
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
Canal+First • Mikudagin kl. 19.00
Fuglarnir
Krossklipping, perspektivskift og
tónleikur vórðu meistarliga nýtt,
tá Alfred Hitchcock framleiddi
ein av sínum avgjørdu
klassikarum. Fuglarnir í einum
lítlum strandarbýi byrja brádliga
at leypa á menniskju.
DR2 • Mánadagin kl. 19.50
Hammer & Tickle
Eina ferð vóru nøkur lond, sum lógu langt burturi.
Í hesum londum búðu fleiri hundrað fólk undir eini
politiskari skipan, sum nú er horvin í mjørkanum.
Skipanin kallaðist kommunisma, og har varð sagt, at
alt beliv størri og betri við teirra skipan. Hatta við
støddini passaði – bæði tí bíðirøðirnar við handlarnar
longdust, tí talið av loyniløgreglumonnum øktist,
og tað gjørdi talið av politiskum fangum eisini. Men
eitt skulu kommunistarnir rósast fyri í hesum enska
dokumentarfilminum. Teir dugdu serstakliga væl at gera
gjøldur burtur úr síni egnu skipan.
SvF • Týsdagin kl. 19.00
Fólkatingsvalið 2007
Útvarp og sjónvarp senda saman
valkvøldið. Í sjónvarpsstovuni fylgja
vertir og viðmerkjari við føroyska og
danska valinum. Í kringvarpshøllini
eru politikarar og aðrir gestir staddir,
sum gera viðmerkingar bæði til útvarp
og sjónvarp. Vit hava eisini fólk kring
landið, sum fylgja við gongdini har. Alt
kvøldið er eitt langt valkvøld og vit
seta ikki punktum, fyrr enn endaligu
úrslitini eru komin í hús.