Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 217 - 8. november 2007 ] SAMBAND NielS PeterSeN NielS@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg haldi, at vit taka bara ein dyst í senn, sum Óli Hansen, plagdi at siga Tróndur Kragesteen, Neistin Seinastu átta dystir­ nar í fjórða umfari í Champ­ions League vórðu sp­ældir í gjárkvøldið, og við fjórða sigrinum í bólkinum, hevur Manchester United tryggjað sær luttøku, útyvir bólkasp­ælið í Champ­ions League. Tað gjørdu teir, tá teir vunnu 4­0 móti Dyna­ mo Kiev, heima á Old Trafford FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Manchester United fekk í kvøld vitjan av ukreinska Dynamo Kiev heima á Old Trafford. Vann Manchester United dystin, samstundis við at Sporting Lissabon ikki fekk fulla úrtøku móti AS Roma, hevði enska felagið leikt seg víðari. Stór útskifting var framd á liðnum síðan stórdystin ímóti Arsenal seinasta viku­ skifti. Hóast hetta var Unit­ ed greitt omaná, og tað var júst ein av teimum óroyndu, sum slapp at skora fyrsta málið. Tað var miðverjin Gérard Pique. Hetta var í 31. minutti, og seks minuttir seinni økti Carlos Tevez. Í seinna hálvleiki slógu Wayne Rooney og Cristiano Ronaldi United­sigurin fast­ an, og endaliga úrslitið gjørdist tískil 4­0. Manchester United eru nú víðari í Champions Leag­ ue, meðan AS Roma og Sporting Lissabon berjast um seinasta plássið, ið tryggjar víðari luttøku. Fýra stjørnuskot færri í Arsenal Arsenal vóru á vitjan í Kekkiska høvuðstaðnum Prague, har teir vitjaðu Slav­ ia Prague, og hóast Arsenal vóru uttan fýra av størstu stjørnunum – Fabregas, Tou­ ré, Hleb og Rosicky – megn­ aðu teir at fáa við sær eina stigið til onglands aftur. Úrslitið gjørdist málleysur javnleikur Barcelona og Lyon vístu klassa Lyon høvdu vitjan av VfB Stuttgart í gjárkvøldið, og har tóktist ganga eftir ætlan, tí úrslitið varð 4­2 til heima­ liðið. Eisini á Camp Nou í Barcelona fingu vertirnir eitt pent úrslit, teir vunnu 2­0 móti Glasgow Rangers. Sostatt fekk Katalonska stórfelagið uppreisn fyri málleysa javnleikin í Glas­ gow, fyri tveimum vikum síðan. Inter vísir styrki Í Milano fingu Inter ikki sørt av trupuleikum av russ­ unum úr CSKA Moscow. Úrslitið gjørdist 4­2. Hóast russar vóru á odda 0­2, vil­ du argentinski Esteban Cambiasso og svenski Zla­ tan Ibrahimovic tað anna­ leiðis, tí við tveimum mál­ um hvør, fingu teir vent úrslitinum og vunnu at enda rættuliga sikkurt. United eru tryggjaðir Úrslit og málskorarar frá dystunum í gjárkvøldið: Lyon – Stuttgart 4-2 (1-0) 1-0: Ben Arfa 1-1: Kallstrøm 2-1: Gomez 3-1: Ben Arfa 3-2: Gomez 4-2: Pernambucano Barcelona – Rangers 2-0 (2-0) 1-0: Henry 2-0: Messi Man Utd – Dynamo Kiev 4-0 (2-0) 1-0: Pique 2-0: Tevez 3-0: Rooney 4-0: Ronaldo Sporting – Roma 2-2 (0-1) 0-1: Casetti 1-1: Da Silva Muniz 2-1: Da Silva Muniz 2-2: Polga Steua Bucarest – Sevilla 0-2 (0-1) 0-1: Renato 0-2: Renato Slavia Prague – Arsenal 0-0 (0-0) Fenerbahce – PSV 2-0 (2-0) 1-0: Marcellis 2-0: Semih Inter – CSKA Moscow 4-2 (2-2) 0-1: Jó 0-2: Love 1-2: Ibrahimovic 2-2: Cambiasso 3-2: Cambiasso 4-2: Ibrahimovic FAKTA Støðan í bólkunum er: Bólkur E: Barcelona 4 3 1 0 7 0 7 Rangers 4 2 1 1 5 3 7 Lyon 4 2 0 2 6 8 6 Stuttgart 4 0 0 4 3 10 0 Bólkur F: Man Utd 4 3 0 0 10 2 12 Roma 4 2 1 1 6 4 7 Sporting 4 1 1 2 5 6 4 Dynamo Kiev 4 0 0 4 3 12 0 Bólkur G: Inter 4 3 0 1 4 2 9 Fenerbahce 4 2 2 0 3 2 8 PSV 4 1 1 2 2 3 4 CSKA Moscow 4 0 1 3 6 10 1 Bólkur H: Arsenal 4 3 1 0 11 0 10 Sevilla 4 3 0 1 8 6 9 Slavia Prague 4 1 0 3 4 12 3 Steua Bucaresti 4 0 0 4 2 7 0 Wayne Rooney, ein av málskjúttunum hja Manchester United í gjárkvøldið NSÍ vinnur tað heila ­ í gjár varð Jónhard Frederiksberg valdur til Føroya lekrasta fót­ bóltssp­ælara FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár fall avgerðin um, hvør er Føroya lekrasti fótb­ óltsspælari, og valið fall á Jónhard Frederiksberg úr NSÍ. Tað er ungdómssendingin Pink, sum hevur skipað fyri kappingini seinastu vikur­ nar, og í gjár vóru finalistar­ nir til endaligu próvtøkuna. Ein spælari úr hvørjum av Formula­liðnum hevði vunnið seg fram til finaluna, sum varð avgjørd við SMS­ atkvøðugreiðslu. Og her gjørdist úrslitið altso, at Jónhard Frederiks­ berg varð kosin sum tann lekrasti av øllum. Hann vann framman fyri Jón Krosslá Poulsen úr VBSumba og Sam Jacobsen úr GÍ. Hinir finalistarnir vóru Rógvi Poulsen (AB), Bergur Midjord (B36), Gert Hansen (EB/Streymur), Meinhardt Joensen (KÍ), Pauli G. Hansen (Skála), Rókur av Fløtum Jespersen (HB) og Símin Hansen (B71). Jónhard er lekrastur Talan var um harðan dyst, men eisini tá tað ráddi um at finna lekrasta spælaran í landinum, stóðu runavíkingar ovastir