Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 217 - 8. november 2007 ] Ingi Olsen var stóri munurin, tá Neistin staðfesti oddastøðu sína. Oddadysturin móti StÍF vendi fullkomuliga, tá venjarin sendi seg sjálvan á vøllin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá tað í vár gjørdist greitt, at Ingi Olsen skuldi venja Neistan, vóru boðini mill­ um annað, at veteranurin nú ætlaði at gevast sum spælari. Dygdirnar lata seg tó ikki fornokta, og skjótt var veteranurin aftur at síggja á vøllinum. Og tað er eingin ivi um, at hann er ein maður, sum Neistin hevur tørv á. Ikki minst, nú Áki Mørk er úti við skaða. Snaraði dystinum Ætlaði oddabrakið tóktist annars verða av ongum, tá fyrsta korterið var farið aftur um bak. StÍF legði fyri sum eitt óløgi. Ferðin varð skrúvað langt upp, og fleiri ferðir megnaður teir at spæla tunt, ella eisini kundu Sveinur Justinussen og Danni Syhler skjóta útifrá og í netið. Og við offensivum verjuspæli megnaðu teir eisini at trýsta Neista­álopið, sum hevði ilt við at fáa nakað at rigga. Veruligt sorl lá í luftini, og kanska var tað bert ein roynd at avmarka hetta, sum fekk Inga Olsen at taka venjarabúnan av sær. Og so vendi dysturin av álvara. Mest sum í sama sekundi, sum veteranurin kom inn, kom eisini skil á spælið hjá Neistanum. Í verjupartinum fekk hann í stóran mun tipt holini, sum høvdu verið so sjónlig, og tí var tað Neistin, sum fekk fleiri skjótálop. Og tá mongu mistøkini í StÍF­ spælinum eisini bóru við sær, at Nemania Racic í málinum varð skotin heitur, kom av álvara stígur í hjá gestunum. Mansvardu ov seint Tað átti ikki at komið óvart á strandingar, at Ingi var ein styrkur, tá álopsspælið hjá Neistanum skuldi skip­ ast, men tað gekk merkis­ vert leingi, áðrenn nakað ítøkiligt stig varð tikið til hetta. Stóran part av seinna hálvleiki helt Neistin nevn­ liga fram í somu øði, sum teir høvdu gjørt tað seinastu løtuna undan steðginum. Eitt skifti vaks munurin upp í átta mál, men móti dyst­ arenda fingu gestirnir tó pyntað um. Eitt vápnunum her var, at Ingi varð mansvardur. Men partvíst var munurin tá vorðin ov stórur. Og partvíst spruttaði spæligleðin og stuttleikin nú hjá teimum bláu, og tí megnaðu teir uttan nakað sum helst hóva­ sták at koyra sigurin heim. Púrasta leysir Sigurin heldur fast um støð­ una hjá Neistanum, sum enn hevur fult stigatal. Og skal metast eftir dystinum hesaferð, so verða teir truplir at taka. Bæði tí teir hava einstaklingarnar, sum kunnu avgera dystir, men eisini tí liðið kropsliga tykist vera somikið væl fyri, at ein høg leikferð kann haldast allan dystin. Tann parturin tóktist bila hjá StÍF. Hóast liðið fyrstu løtuna prógvaði, at teir eisini skulu roknast við í toppin, so var niðurtúrurin í seinna hálvleiki av slíkum slag, sum eisini bendi á vantandi orku til 60 min­ uttir. Fæst tann parturin í rættlag, skulu hvørki Neist­ in ella onnur kanna sær nakran bita longu nú. Bo Hamburger var eisini dopaður Danski súkkluítrótturin hevur tað ringt í hesum døgum. Tað kom ógvuliga dátt við fyri stutt­ um, at stóra hetjan Bjarne Riis viðgekk, at hann hevði svikað seg til sigurin í Tour de France i 1996. Men Riis er ikki einasti syndarin. Nú hevur Bo Hamburger eisini viðgingið seg sekan í doping. Hetta viðgongur Bo Hamburger í bókini ”Den største pris ­ en cykkelrytters bekend­ elser”, sum er komin í donsku bókabúðirnar í dag. ”Doping var ein partur av súkkluítróttinum í 1990­unum. Sigrarnir hesi árini blivu allir bygdir á hesar treytir. Alternativið hjá mær hevði verið at koyrt súkkluna inn í garasjuni, og steðgað yrkisleiðini, sum professionelur súkklari.” sigur Bo Hamburger. Hann er sannførdur um, at bróðirparturin av teimum, sum súkklaðu á hægsta stigi vóru dopaðir. Sjálvur gjørdi hann av at dopa seg eftir ein skaða. Hetta gjørdi hann fyri ikki at missa møguleikan fyri at verða við ímillum teir bestu. Hann orkaði ikki tankan um at verða aftast í feltinum. ”So hví ikki bara taka EPO?” spyr Bo Hamburger. Føroyar vunnu á Letlandi Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann í gjárg ímóti Letlandi í altjóða kapping, sum veðrur hildin í Litava. Føroyar vunnu dystin 3­0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2­0. Samanum­ tikið vóru Føroyar betra liðið í dystinum, og Litava hevði fáar royndir á føroyska málið. Føroyar løgdu seg á odda 2­0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki varð sigurin staðfestur. Føroysku málini gjørdu KÍ­spælararnir Malena Josephsen, Rannvá Andreasen og Vivian Bjartalíð. Føroyar hava spælt tríggjar dystir í kappingini í Litava. Fyrsta dystin taptu Føroyar fyri vertunum úr Litava, men síðani hava Føroyar vunnið á bæði Estlandi og Letlandi. Føroyska ferðalagið kemur heim í dag. Missa høvdið Tað var meira sálarlig enn kropslig møði, sum bara við sær, at Neistin at enda vann tryggan sigur á StÍF. Tað var í øllum førum svarið frá Jón Rasmussen, tá vit spurdu hann, um orkan hjá StÍF ikki rakk til heilan dyst ­ Eg haldi ikki, at tað var orkan, sum gekk undan. Vit missa konsentratiónina, og skjóta samstundis málverjan hjá teimum heitan, soleiðis at hann brádliga stendur ein branddyst, sigur Jón Rasmussen. Og júst konsentratiónin og evni at halda høvdinum kalt var tað, sum kostaði dystin, heldur Jón. ­ Vit blíva nervøsir, tá teir byrja at fanga okkum aftur, og vit megna als ikki at sláa kalt vatn í blóðið. Tí gera vit uppgávuna hjá Neistanum nógv lættari, enn hon burdi verið. Er tað kanska so, at tað skal ein steypafinala til, áðrenn tit duga at vera nóg kaldir? ­ Tað vil eg so sanniliga ikki hopa. Tað er nakað, sum vit helst eisini skulu megna í øllum øðrum dystum eisini. -mørk Neistin-StÍF 35-30 (19-19): Ingi heldur Neistanum uppi Hóast aldurin er farin upp um tað, sum verður roknað sum besti hondbóltsaldurin, so var ikki ein tann einasti, sum kundi standa Inga Olsen kurl, tá Neistin vann oddadystin móti StÍF mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-StÍF 35-30 (19-19) Málskjúttar Neistin: Ingi Olsen 10(2), Roar Dalsgarð 5, Blagoje Buha 4(1), Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesteen 4, Karl Herup Olsen 3, Dann Thorleifsson 3, Bogi Berg 1 StÍF: David Evardsen 8(2), Leivur Justinussen 5, Danni Syhler 4, Bárður Danielsen 3, Sveinur Justinusen 3(1), Borgar Danielsen 3, Jón Rasmussen 2, Runi Niclassen 1, André Danielsen 1 Brotskøst: Neistin 4, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 6, StÍF 6 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA Ein dyst í senn! ­ Vit eru ov lítið vandamiklir í ein­móti­einum støðunum fyrstu løtuna. Tá Ingi kemur inn, megnar hann at binda tveir mans, og so letur tað upp hjá okkum øðrum. Og so ger viðrákið og økta sjálvsálitið kanska munin restina av dystinum? ­ Ja. Tað haldi eg. Vit fáa veruliga lyft okkum beint undan steðginum, tá vit koma upp á javnt, meðan niðurtúrurin hjá teimum er samsvarandi stórur. Og vit megna at halda fast um tað gongdina alt fyri eitt, tá seinni hálvleikur byrjar. Enn er bara ein fjórðingur spældur av kappingarárinum. Men higar til hava tit verið sterkasta liðið. Er málið hjá Neistanum, at tit eisini skulu vera millum tey fremstu, tá finalistarnir skulu finnast? ­ Tað veit eg ikki. Eg haldi, at vit taka bara ein dyst í senn, sum Óli Hansen, plagdi at siga, ljóðar flennandi svarið. -mørk