hósdagur 8. november 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 8. november 2007
37
tíðindi
Hetta eru seinastu tíðind
ini frá okkara manni í
Grønlandi, Kára við Stein:
12. oktober
Í dag eru – 3,4 stig og stilli.
APPAK, fyrrverandi Eldfisk, nú
heimahoyrandi í St. Johns New í
New Foundlandi, er komin inn at
landa svartkalva. Skipið var fult,
um 270 tons. Polar Natarnaq
kom inn at skifta fólk.
15. oktober
Í dag er stilli og -1,2 stig. Lómur
landar í Pamiut í dag. Teir hava
fiskað 96 tons í tvey samdøgur,
tað er óført. Teir loystu aftur í
kvøld nýggjan túr. Bæði Kappin
og Polar Nagtoralik eru í Nuuk
og landa í dag.
17. oktober
Í dag -1 stig og stilli. Akamalik
kom inn at landa í morgun. Teir
hava knappa fulla last. Teir hava
verið norðuri´á umleið 72 stig
og roynt. Har er so at siga allur
flotin fyri tíðina. Steffan C land-
ar í Manitsok í morgin. Har er
vist alt fult, sum fyllast kann.
Teir koma av somu leið sum
Akamalik. Lómur er inni í Pami-
ut og landar. Teir hava gott 70
tons og hava roynt í tvey sam-
døgur út fyri Pamiut. Teir loystu
aftur nýggjan túr í kvøld.
18. oktober
Í dag er lot av norði. Polar Nag-
toralik var inni her í nátt eftir
rækjupakningi. Akamalik loysti
til nýggjan túr á døgurða.
19. oktober
Í dag er – 3 stig. Tað er væl av
vindi av norði. Eitt sindur av
kava kemur niður av og á. Polar
Natarnaq kom inn at landa í
morgun. Teir landa bert rækjur í
sekkum, sum vera sendir herfrá
niður til Nuuk á virkið, sum
Polar Seafood eigur har. Ella
suður til Alslusuba, sum liggur
suðuri við Julianihåb, har teir
eisini eiga eitt virki.
20. oktober
Í dag er blika logn og hvítt í
bakka. Natarnaq kom inn í morg-
un at millumlanda. Teir skulla
leggja um 140 tons av sekkja-
rækjum upp her. Teir skulla inn
at landa og skifta fólk tann 25
okt í Nuuk. Tað er ein langur
teinur hjá bátunum at sigla suður
til Sisimiut, einir 30 tímar.
23. oktober
Í dag eru – 5 stig og stilli. Polar
Amaroq kom inn at leggja gott
200 tons av eksportrækjum upp.
Har var alt fult hjá teimun. Teir
skulla landa í Nuuk 1. november.
Teir loystu aftur í kvøld. Teir
vóru ikki meira enn leysir, so
kom Nanoq Trawl til kaj at
landa. Teir hava gott 300 tons
inni. Qaqqatsiaq var inni í Nuuk
og landaði í gjár.
24. oktober
Í dag er stilli -6,5 stig. Natarnaq
kemur til Nuuk í morgin at landa,
og Regina C landar í Manitsoq í
morgin. Nanoq Trawl loysti til
nýggjan túr aftur í kvøld.
25. oktober
Í dag eru – 5,9 stig og stilli.
Skeljabáturin Anna Kiil kom inn
at landa í morgun. Teir hava um
20 tons eftir 35 døgum. Teir taka
ikki rognini við nú, tí prísurin er
knapt 20 kr minni fyri kilo sum
nú er. Uttan rogn fáa teir gott 70
krónur fyri kilo. Acadienne Gale
II, fyrverandi Tasiilaq, kom inn
at bunkra. Teir mangla nakað í
fulla last. Teir hava um 500 tons
av svartkalva, og so taka teir
eisini høvdini. Fyri tey er
prísurin næstan líka so góður
sum fyri sjálvan svartkalvan. Tá
ið teir hava fingið uppí, skulla
teir suður til Halifax at landa, so
tað er ein langur teinur at sigla
hjá teimun. Tá ið teir vóru lidnir,
kom fyrrverandi Hvítanes, nú
Inusknuk, inn at landa. Teir hava
knapt 400 tons inni av svartkalva
og svartkalvahøvdum.
26. oktober
Í dag er stilli og nógvur kavi kom
niður í nátt. Inusknuk var liðugur
at landa seinnapartin. Teir sleppa
ikki avstað fyrrenn í morgin
leygardagin. Tá kemur ein leigað-
ur flúgvari við fólki.
Teir trolarar, sum kóka rækjur
av feltinum uppi við 72 stig hava
fingið ein óføran prís fyri lastina.
Teir hava havt nógv av støddini
70/90, hetta er sum í gomlum
døgum. Søgur siga, at teir hava
ligið frá 8 til 13,2 millónir fyri
lastina. Hetta er eisini sum í
gomlum døgum. Lagið er gott á
monnum
29. oktober
Manu, sum veiðir svatkalva, land-
ar í dag 204 tons í Manitsoq.
Teir hava fiskað í 19 dagar.
Veðrið hevur verið hampuligt
hendan túrin.
Teir hava fiskað norðanvestan
fyri, og teir fara norður eftir aftur
næsta túr.
Grønlandstíðindi frá Kára:
Góðir rækjuprísir
Grønlandstíðindi
Kári við Stein
www.sosialurin.fo
Vælkomin á Trapputing
Propaganda-fimmari fríggjadagin klokkan 16
Miðlahúsið – fríggjadagin klokkan 16
Møt valevnum og veljarum í Miðlahúsinum
aftaná arbeiðstíð fríggjadagin. Vit bjóða
valkaffi og fólkatingskøku.
• Politikkur, poppur og propaganda
• Kaffi, kjak og kjaftaslit
Spurningar, viðmerkingar og kjak. Mikrofonin er tín
– beinleiðis á Rás2. Tú setir dagsskránna, so møt upp
í Miðlahúsinum og argumentera.
Øll eru vælkomin – ung og gomul, veljarar og
valevni, flokkar, blómur, ungmannafeløg, faldarar,
rósur, appilsinir, argumentir, karamellir, plakatir...
Tiltakið verður sent beinleiðis á
Rás2 frá klokkan 16 til 18
miðlahúsið í Vágsbotni
Live-tónleikur:
Uni Arge &
Guðrið Hansdóttir