Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 217 - 8. november 2007 ] Í Espanyol eru tey í øðini um ein DVD- film, sum lokala katalanska tingið hevur givið út. Spanskur fótbóltur er enn einaferð fongdur av politikki. Fótbóltur Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Eins og í Føroyum eru bæði samríkisfólk og fullveld­is­ fólk í Katalonia. Men størsti munurin er, at í Føroyum eru tey spjød­d­ í øllum ítrótt­ arfeløgum. Her, eins og í hinum norðanlond­inum, hevur tað sjáld­an politiskan týd­ning hvøsjum ein stuðlar í ítrótti. Í Barcelona er tað hópin meiri politiskt litaað, hvørt ein held­ur við Espa­ nyol ella við FC Barcelona. Tey flestu samríkisfólkini hald­a við Espanyol, meðan tey flestu fullveld­isfólkini hald­a við FC Barcelona. Franco helt við Real Mad­r­ id­, og tað hevur eisini gjørt sítt. Í Spania er eisini van­ ligt, at feløgini eisini hava lið í hond­bólti, kurvabólti o.ø. liðítrótti. Tað hevur ver­ ið friðarligt ímillum Espan­ yol og FC Barcelona síðstu mongu árini. Tey hava tikið síni tøk á vøllinum, men ikki nøkur nevniverd­ tøk uttanfyri vøllin. Men nú hevur ein DVD­filmur elvt til politiskt órógv ímillum tey bæði stóru fótbóltsfeløg­ ini í Barcelona. Bara Barca Lokala tingið í Katalania, sum nevnist La Generalitat hevur framleitt ein DVD­ film, sum favoriserar FC Barcelona. DVD­filmurin er framleid­d­ur til børnini hjá innflytarum, sum eru fluttir til Katalania. DVD­ filmurin er partur av einum sonevnd­um “integrasjóns­ pakka”, sum skal læra teir ungu tilflytarnar um teirra nýggja heimland­; Katalonia, og fyri at læra tey um kata­ lansk samfelagsviðurskifti. Filmurin er bygd­ur upp rund­an um eina barnatekni­ røð, sum er væl kend­ í Katalania. Talan er um teir sonevnd­u “Les Tres Bes­ sones”, sum tosa til hvønn annan í sera barnsligum vend­ingum, um tey týd­ning­ armestu støðini, og teir týd­ningarmestu persónarnir í Katalania. Og svarini hjá Tres Bessones eru: “FC Barcelona”, “Ronald­inho”, og so nevna teir nøvnini á nøkrum kend­um bygning­ um, og nøkrum kend­um mentannarfólkum í Kata­ lonia. Á DVD­filminum sær ein eisini Tres Bessones ílætnir Barca­búnar leika fótbólt á Camp Nou. Onga­ staðni í filminum nevna teknirøðsfigurarnir hitt fel­ agið í Barcelona; Espanyol við einum orði. Forsetin óður Espanyol­forsetin; Daniel Sanchez­Llibre er sera óður um hetta. “DVD­filmurin minnir meiri um eina lýsing frá einari ávísari upptøku, held­ur enn ein und­irvísingar­ DVD. Filmurin vísir ikki tann fulla sannleikan um Katalonia!” sigur Espanyol­ forsetin avgjørd­ur! San­ chez­Llibre hevur sett seg í samband­ við katalanska tingið, og lokala ráðharran í skúlamálum; Ernest Mara­ gell. Og hevur Espanyol­ forsetin biðið Maragell um at taka DVD­filmin aftur. Ella í ringasta føri, um at broyta innihald­ið, so tað fæst ein javnvág í boðskap­ in. Og tað ljóðar, at katal­ anska tingið nú ætlar at broyta innihald­ið á DVD­ filminum, so Tres Bessones eisini fara at nevna tað minna fótbóltsfelagið í Barcelona; Espanyol. Bólt­ urin er ikki bara rund­ur í Katalonia! Politiskt órógv ímillum Espanyol og FC Barcelona Eina løtu riggaði kontra-spælið hjá Neistanum til fulnar, og skræddu tær seg leysar frá StÍF, sum annars hevði fylgt heilt væl við Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri tað nógva var ikki so sjónligt, at Neista­kvinnur­ nar í ár ætla sær leiklutin sum fremsti avbjóðarin hjá Stjørnuni. Á heimavølli vóru tær bláu greiðir favor­ ittar móti StÍF, men fyrstu longu løtuna gekk sera striltið at staðfesta hetta. StÍF, sum seinnu árini hevur arbeitt miðvíst við at menna sínar egnu, held­ur enn at satsa útlend­skt, megn­ aði væl at byrgja fyri spæl­ inum hjá heimaliðnum. Og við spælarum sum Rebekku og Ninnu hevur StÍF eisini nakrar av teimum d­ygd­un­ um, sum kunnu trýsta neyðugu málini inn. Fyrstu løtuna eftir steðgin skræd­naði d­ysturin tó. Neistin fekk veruliga verj­ una upp at koyra hesa løt­ una. StÍF megnaði als ikki at spæla tung, og sæð burtur frá skotstyrkini hjá Rebekku, var hóttanin móti bláa málinum tí lítil og eing­ in. Og so lá brád­liga heilt væl fyri hjá Neistanum at spæla vand­amikla kontra­ spælið. Neyvu útkøstini frá Fríðu Petersen vórðu fleiri ferðir á rað umsett til mál, og eftir átta minuttum stóð 19­13 á talvuni. Eftir hetta d­ovnaði Neist­ in aftur nakað, men tað høvd­u tær so eisini ráð til. Spenningur kom í øllum førum ikki aftur í d­ystin, og so kund­u tær bláu hald­a fast í ætlanunum um at vinna Stjørnuna aftur. Neistin-StÍF 29-23 (12-11): Neista- verjan avgjørdi Tá Neistin eftir steðgin fekk verjuna at rigga, megnaðu tær hjá StÍF als ikki at fylgja við Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-StÍF 29-23 (12-11) Málskjúttar Neistin: Nicoleta Hansen 8(1), Rakul Magnussen 5(1), Unn Kragesteen 5, Anja Heinadóttir 4, Katrin á Neysta­ bø 2, Ása á Neystabø 2, Ása Christiansen 1, Elin Stakk­ sund 1, Anna Clementsen 1 StÍF: Ninna K. Johansen 8(1), Rebekka Justinussen 7(1), Rósa Johansen 3, Oddrun Danielsen 2, Jóhanna í Króki 1, Bára B. Danielsen 1, Ata Gregersen 1 Brotskøst: Neistin 2, StÍF 2 Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2 Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen FAKTA 80.000 áskoðarar við OL- leikvøllin í 2012 Olympiski leikvøllurin, sum skal verða klárur til leikirnar í Lond­on, í 2012 kemur at kosta slakar 5,5 miljard­ir d­anskar kr. Tað heilt serliga við leikvøllinum verður, at har verða 25.000 fastir stólar, meðan tað verða 55.000 stólar, sum kunnu avmonterast og pámonterast eftir tørvi. 80.000 áskoðarapláss verða und­ir OL­leik­ unum, men aftaná leikirnar verða møguleikar fyri, at smærri ítróttartiltøk kunnu fáa innivist á OL­leikvøllinum. Tá er ætlanin at hald­a fasta kapasitetin uppá 25.000. Men verða stór tiltøk aftur á skránni, verða hinir 55.000 stólarnir pámont­ eraðir. Formaðurin fyri fyrireikingarnevnd­ini fyri OL í Lond­on; gamli rennarin Sebastian Coe sigur: ”at talan verður um ein nýggjan leikvøll, til eina nýggja tíð!” Fimm meistarar til Italia Jógvan Martin Olsen, land­sliðsvenjari, hevur nú sett nøvn á teir 19 spælararnar, sum skulu við fótbóltsland­sliðnum til Italia, har útid­ystur móti heimsmeistarunum er á skránni. Og tað sæst aftur, at runavíkingar høvd­u eitt gott fótbóltsár. Ikki færri enn fimm spælarar frá meistarun­ um eru nevnliga við á liðnum. Hópurin sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Bergur Mid­jord­, Hanus Thorleifsson B36, And­rew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Rókur av F. Jespersen HB, Christian Høgni Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Jóhan Trost David­sen, Einar Hansen, Óli Hansen NSÍ, René Tórgarð EB/Streymur, Pauli Han­ sen Skála, Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen Aab, Atli Danielsen Frem, Christian L. Holst, Tem Hansen Lyngby, Símun Samuelsen, Notod­d­en.