Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 36 - 22. februar 2000 JÁKUP MØRK Neistin-StÍF 24-23 (13-11) Tað var av sonnum lagt upp til stórdyst sunnudagin, tá strandingar komu á vitjan hjá Neistanum. Liðin bæði vóru saman við vestmenningum á odda í landskappingini, og tá VÍF ikki skal spæla fyrr enn í annakvøld, var samstundis greitt, at vinnarin av dyst- inum hetta kvøldið gjørdist nýtt oddalið í kappingini. Flestu áskoðararnir mun- du tískil vænta ein javnan og spennandi dyst, men fyri neistaáskoðararnar mundi tað helst kennast sum ein dyggur smeitur, at Kári Mortensen fáar dagar undan dystinum boðaði frá, at hann ikki longur var partur av liðnum. Ósemjan, sum var orsøk til hetta stríð, varð tó fyribils løgd til síðis, so veteranurin hjá Neistanum var kortini á vøllinum, tá leikararnir hit- aðu upp undan dystinum. Lítil munur Tá dysturin byrjaði, var Ká- ri kortini ikki á vøllinum. Ístaðin sat hann á beink- inum, har hann mátti hyggja at, meðan liðfelagarnir royndu at takast við mót- støðuliðið. Fyrstu løtuna gekst hetta alt annað enn væl, og hesa løtuna sýndu strandingar nógv tað betra spælið. Í álopspartinum sýndu teir nakað av tí spælið, sum seinasta ár tryggjaði teim- um FM-heitið, og í verju- partinum vóru teir sera nær- lagdir. 3-2-1 verjan syrgdi fyri, at Áki Olsen og Heini Joensen ikki sluppu ótar- naðir framat, og ikki var líkt til, at viðspælarar teirra megnaðu at lyfta spælið hjá sær sjálvum. Hóast væl vardur, so megnaði Áki tó at gera nak- að um seg, og skeyt hann trý av teimum fýra fyrstu málunum hjá Neistanum, umframt at hann fekk til- lutað eitt brotskast. Tá hinir leikararnir, sum sagt, ikki megnaðu at gera nakað serligt um seg, so lá væl fyri hjá strandingum at vinna sær eina leiðslu. Tá eitt korter var farið av dystinum, slapp Kári Mor- tensen so inn á vøllin, og beinan vegin sást hetta aftur í spælinum hjá bláklædda havnarliðnum. Samstundis varð Petur Magnusson settur at verja málið, ístaðin fyri Boga Hendriksen, og Neistin brádliga fór Neistin at vinna seg inn á strandingarnar. Væl gekst, og tá farið varð til hálvleiks, hevði Neistin tryggjað sær eina tvey mála leiðslu. Leikliga var tó lítil og eingin munur á liðunum, og flestu áskoð- ararnir mundu vera samdir um, at enn var ikki á nakran hátt avgjørt, hvørt av lið- unum skuldi fáa tey bæði stigini, sum dystast varð um. Mundu mist sigurin Var dysturin javnur í fyrra hálvleiki, so var hann ikki minni javnur í seinna. Neis- tin var kanska liðið, sum byrjaði betur, men ongantíð var líkt til, at strandingar mistu vónina um, at dyst- urin kundi vinnast. Miðskeiðis í hálvleiki- num eydnaðist tað teimum eisini at koma fram um, men heimaliðið svaraði beinanvegin aftur, og við nøkrum málum frá Áka Mørk og Kára Mortensen, eydnaðist tað teimum aftur at vinna seg fram um mót- støðumenninar. Móti endanum av dyst- inum vann Neistin sær eina trý mála leiðslu, og líkt var nú til, at sigurin var um at vera heima, men so var ikki kortini. Seinastu løtuna av dystinum megnaðu neista- leikararnir nevnliga at gera uppgávuna óneyðuga tor- føra, tá teir tvær ferðir fram- du mistøk í álopspartinum, og tá strandingar samstund- is skoraður upp á sínar møg- uleikar, var brádliga bert eitt mál á muni. Seinasta strandaálopið megnaði verjan hjá Neist- anum tó at halda somikið tætt, at StÍF ongantíð fekk nakrar skotmøguleikar, og at enda vórðu dømdir fyri nøl, og tískil mistu møgu- leikan fyri javnleikinum. Neistarnir kundu sostatt fegnast um enn tvey stig í oddastríðnum. Tvey stig, sum bóru við sær, at liðið nú fyri fyrstu fer í árinum er á odda í fremstu mans- deildini. Nógv at siga Tað vóru sjálvandi fleiri or- søkir til, at neistaliðið vann dystin sunnudagin, men tvær tær týdningarmestu av hesum vóru ivaleyst, at Pet- ur Magnusson stóð seg sera væl í málinum, og at Kári Mortensen kortini var at síggja á vøllinum. Yvirhøvur var talan um sera gott málmansspæl í Kári kom aftur og sigraði Kári Mortensen, sum í farnu viku boðaði frá, at hann hevði tikið seg sjálvan av neistaliðnum, var kortini á vølli sunnudagin, og hann átti so sanniliga sín lut í sigrinum á føroyameistarunum av Strondum dystinum, og bæði Petur og Johan høvdu fleiri stak góð- ar bjargingar, tá mótstøðu- leikarar gjørdist einsamallir við teimum. Stóra samrøðuevnið eftir dystin varð tó Kári Mort- ensen. Hóast hann nú er komin nakað upp í árini, og longu var at síggja í fremstu hondbóltsrøðini áðrenn fleiri av núvernadi liðfeløg- unum høvdu sæð dagsins ljós, so er einki at ivast í, at hann hevur alstóran týdning fyri spælið hjá Neistanum. At týdningur hansara var so stórur, mundu fægstu viðhaldsfólkini tó gruna, tí sunnudagin var sjón fyri søgn, at tað er stórur munur á at síggja neistaliðið spæla við og uttan superveteranin. Einki er avgjørt Hóast fagnaðurin í neista- rúminum helst var stórur eftir dystin, so er einki at taka seg aftur í, at enn er langt eftir á mál í FM-stríð- num. Tvey stig eru nú á muni niður til næstu liðini á stigatalvuni, men enn eru dystir bæði á Skála og Vest- manna eftir á skránni, um- framt at grannarnir úr Kyndli helst hava ætlanir um eina endurtøku av steypasigrinum, tá granna- uppgerð verður um eina góða viku. Strandingarnir munnu helst iðra seg um mistu stig- ini, men møguliga kunnu teir troysta seg við, at teir í løtuni liggja nógv betri fyri í kappingini, enn teir gjørdu um sama mundi seinasta kappingarár. Ta ferðina taptu teir eisini fyrra dystin í endaspælinum móti Neistanum, men megnaðu kortini at reisa seg og at enda vinna FM-heitið. Um hetta eisini fer at eyd- nast teimum í ár, er ilt at siga, men í øllum er eitt vist, og tað er, at enn er einki avgjørt í FM-stríðnum. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Neistin: Kári Mortensen 7, Áki Olsen 6, Heini Joensen 5 (1), Áki Mørk 5, Jákup Sverri Kass 1 StÍF: Sveinbjørn Poulsen 5, Marius Joensen 5, Jónleif Sólsker 4, John Petersen 4, Alexandur Johansen 2, Art- ur Johansen 2, Karstin Da- nielsen 1 Brotskøst: Neistin 2 Útvísingar: Neistin 5, StÍF 7 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen Kári Mortensen var hóast alt at síggja á neistaliðnum sunnudagin, og hann átti sín stóra lut í sigrinum, sum við- førdi, at Neistin nú er ovast á stigatalvuni Mynd: Álvur Haraldsen Lesið eisini um ítróttin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Síðani 1. oktober 1998 hevur Neistin skipað seg soleiðis, at ein bólkur hevur havt ábyrgdina og tikið avgerðir um fyrsta mannslið. Kristian á Ney- stabø er formaður í hesum bólki, sum hevur høvuðs- ábyrgdina av fyrsta mans- liðinum hjá Neistanum. Sum skilst hevur hesin bólkur undan vikuskift- inum sagt við nevndina í Neistanum, at tað ikki kundi góðtakast, at við- urskifti, sum einki høvdu við fyrsta manslið at gera, vórðu brúkt ímóti fyrsta mansliðnum. Í seinastu viku vildi Kristian á Neystabø ikki gera viðmerkingar til tað konkreta málið, og tað vil hann framvegis ikki. Men sum skilst á honum, eru innanhýsis felagsviður- skiftini um at koma í rætt- lag. Ikki við og tó Hóast vit leygardagin skrivaðu tað øvugta, so var Kári Mortensen at síggja á neistaliðnum sunnudagin Føroyskur advokatur gevur út bók Saman við einum starvsfelaga hevur føroyski advokat- urin, Jóhannus Egholm Hansen gvið út danska læru- bók á Universitetsstigi SVEINUR TRÓNDARSON Tað sigst, at føroyingar eru allastaðni og tað hendir seg meiri enn so, at teir síggjast við hvørt. Jóhannus Egolm Hans- en hevur í hvussu er gjørt eina roynd at vís, at hann er til. Jóhannus eigur, saman við øðrum, og arbeiðir fyri advokatvirkið Dania advokater, men umframt tað undirvísir hann eisini við lærda háskúlan í Keypmannahavn í fakin- um »Keyp og søla av virkjum«. Tað er í tí eginleikan- um, at hann, saman við einum starvsfelaga hevur givið út bókina »Køb og salg af virksomheder«. Bókin er ætla sum und- irvísingartilfar í læru- greinini, men kann uttan iva koma væl við hjá øðr- um við. Medhøvundur er Christian Lundgren, sum eisini starvast, sum advo- katur. Bókin er sera umfatand og er upp á knappar 400 blaðsíður. Tað er forlagið »nyt juridiskt forlag«, sum gevur bókina út. Møt til sýn ella rúka pláturnar Løgreglan er nú farin at klippa pláturnar av bilum, sum ikki møta til sýn hjá Bileftirlitinum SVEINUR TRÓNDARSON Løgreglan fær javnan boð um at klippa plátur av bil- um. Ein orsøk er, tá bilar ikki møta til sýn hjá Bil- eftirlitinum. Nú er Bileftirlitið meira javnan farið at heita á løg- regluna at taka pláturnar, og í seinastu viku fekk løgregl- an eina áheitan um at taka pláturnar av 14 bilum, sum ikki eru møttir til sýn. Í tíðindastubba frá løg- regluni stendur at lesa, at sjey bilar í Tórshavn, tveir í Klaksvík, ein í Vestmanna, ein í Runavík og tríggir bilar á Tvøroyri standa til at missa pláturnar ein av allarfyrstu døgunum, tá løgreglan aftur hevur hvest sær saksin. Friðarligt konsertvikuskifti Løgreglan í Runavík hevði eitt av teimum heilt friðar- ligu vikuskiftunum hesaferð SVEINUR TRÓNDARSON – Okkurt smávegis ferðsl- uóhapp, annars einki, sig- ur vakthavandi á støðini í Runavík. Hetta fer í søguna sum eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum, og tað hóast Runavík sunnudagin legði høll til seinnu konsertina hjá Creamy. – Men tað gekk upp á stás. Alt var sera væl lagt til rættis, og tað gekk, sum eftir ánni, sigur vakthav- andi, sum veit hvat hann tosar um, tí høllin og støðin eru grannar. Innbrot í Keypsamtøkuni Millum 3 og 5.000 krónur vórðu stjolnar úr Keypsam- tøkuni um vikuskiftið SVEINUR TRÓNDARSON Sunnunáttina varð brotið inn í Keypsamtøkuna í Miðvági. Farið var inn gjøgnum ein rút í goymsl- uhølunum, og innkomnir høvdu tjóvarnir stjolið mill- um 3 og 5.000 krónur og eitt sindur av sigarettum. Løgreglan hevði góð spor at ganga eftir, hevði illgruna um hvør maðurin var. Seinni sunnudagin var pers- ónurin tikin í Havnargøt- um í øðrum sambandi, og tá løgreglan har var liðug við hann varð hann send- ur løgregluni í Vágum, sum avhoyrdi mannin í gjár. Spæl við bil kundi endað galið Spælið við bil, hjá einum ungum vágadrongi, kundi kosta vinmanni hansara lívið. Hesin var tíbetur, so knappur, at tað eydnaðist honum at sleppa rímu- liga óskaddur SVEINUR TRÓNDARSON Tað er tiltikið, at ungum fólki dámar væl at spæla við bilar - stórar bilar, men tað er ikki altíð, at hetta er heilt vandaleyst. Um vikuskiftið var tað um reppið, at slíkt spæl kostaði einum ungum manni lívið. Tveir ungir mans, vóru farnir í bili oman til ferju- leguna á Oyrargjógv, og har stakk beistagerðin í bilfør- aran. Hann spældi við bilinum runt á økinum - mól runt - og annð, og til síðst gjørdi hann av at loypa hvøkk á vinmannin við at koyra heilt nær honum. Men ólukkutíð - hann koyrdi ov nær. Vinmaðurin, sá, at bilurin hevði beina kós móti sær og tók til beins oman móti bíði- húsinum á Oyrargjógv. Komin har oman var bil- urin komin so nær, at ungi drongurin valdi at gera eitt hopp, og tað er ikki óhugs- andi, at hoppið bjargaði lív- ið hansara. Bilurin skreiddi nevniliga móti honum og rendi beint á bíðihúsi. Hevði drongurin staðið á vegnum, hevði hann ligið ímillum húsið og bilin, og so hevði rættuligur stór- skaði staðist av. Ístaðin slapp hann frá óhappinum við smærri snuddum, sum hann fekk, tá hann lendi á motorlúkuni og samstundis langaði høvdið í forrútin. Ungi bilførarin valdi sjálvur at boða løgregluni frá, og tað gjørdi hann klokkan 8.45, men hann gloymdi at siga, at hann hevði rent á vinmann sín. Hetta kom kortini løg- regluni fyri oyra og teir gjørdu tí ikki mætari enn at seta seg í samband við tann ákoyrda fyri at hoyra hvað- ani snuddirnir stavaðu. Løgreglan í Miðvági sig- ur við Sosialin, at tann ungi bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka og hann kann vænta sær at hoyra nærri frá ákærumyndugleikunum innan alt ov long tíð er fráliðin. x Sunnumorgunin var Oyr- argjógv eitt spælipláss fyri ungan bilførara, sum als ikki dugdi so væl sum hann lætst Tiknir við hassji uppi á sær Fleiri ferðsluóhapp vóru um viku- skiftið og eisini vóru tveir mans tiknir við hashi uppi á sær SVEINUR TRÓNDARSON Løgreglan í Havn varð kallað út til fleiri ferðslu- óhapp um vikuskiftið. Tað fyrsta var í Hósvík fríggjakvøldið, tá ein bil- ur, sum var á veg norður- eftir, varð árendur aftaní- frá. Stórur materiellur skaði stóðst av óhappinum, men eingin fólkaskaði hendi. Leygardagin hendi eitt líknandi óhapp í J. C. Svabosgøtu í Havn. Ein bilur á veg inn móti býnum kom ov langt yvir í vinstra borð og rendi frontalt á ein bil, sum kom koyrandi út eftir. Eins og í Hósvík var materielli skaðin rættiliga stórur, men eingin fólka- skaði hendi tíbetur, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn frá. Hassj og innbrot Tíðliga sunnumorgunin var ein ungur maður tikin fyri at koyra ávirkaður. Hann varð handtikin klokkan tíggju minuttir yvir trý sunnumorgunin og hann kann vænta sær at hoyra aftur frá løgregluni um ikki so langa tíð. Seinni sunnudagin fekk løgreglan illgrunað um at tveir mans - ein 24 ára gamal og ein 28 ára gamal - gingu og seldu hassj í Havnargøtum. Teir vórðu tí tiknir og tá fann løgreglan 12,5 gramm av hassji uppi á teimum. Menninir vera tí ákærd- ir fyri brot á lógina um euforiserandi evnir, men eftir lidna avhoyring var annar teirra leyslatin. Hin var ikki, tí hann hevði løgreglan í Vágum illgruna til í sambandi við innbrotið í Keypsamtøk- uni í Miðvági sunnumorg- unin, og tískilfingu teir mannin vestur til av- hoyringar. Seint sunnukvøldið fekk løgreglan boð um om- anlop við Stykki, og tí tók landsverksfrøðingurin sær av áðrenn skaði hendi.