týsdagur 22. februar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
JÁKUP MØRK
KÍF-Tjaldur 31-21 (12-7)
So at siga alt grundspælið
høvdu kollfirðingar ivasam-
a heiðurin av at eiga niðasta
liðið í bestu mansdeildini
Eftir at farið varð í holt
við endaspælið, er henda
støða tó broytt nakað. Bæði
móti Tjaldur og H71 hava
kollfirðingar verið omaná,
og tá Tjaldur sunnudagin
vitjaði høllina í Vestmanna,
sum enn er heimavøllur
Kollfirðingar leysir av botninum
Somikið væl hevur gingist hjá KÍF í endaspælinum, at tær nú eru væl og virðiliga leysir av botninum. Sunnudagin
løgdu teir enn meira sjógv millum seg og Tjaldur
kollfirðinga, var als eingin
ivi.
Kunnu hugsa um
næsta ár
Kollfirðingar hølvaðu nevn-
liga Tjaldur av, uttan at
spenningur nakran tíð kom
í dystin.
Eftir knappar tíggju min-
uttir, var munurin millum
liðini longu fimm mál, og
hóast Tjaldur royndi at muta
nakað ímóti, so fingu teir
ongan tíð skapt nakað av
spenningi í dystinum.
Serliga gjørdi Óla Krist-
ian sítt til, at runavíking-
arnir ikki fingu bóltin nóg
ofta inn um mállinjuna, og
í hinum endanum var tað
Petur Martin Poulsen, sum
gjørdi mest um seg.
Støddina og styrkina hev-
ur hann við sær, og tá skot-
ini so sita somikið væl, sum
tey gjørdu í hesum dysti, er
ikki nógv at gera hjá mót-
støðuliðunum. Ikki færri
enn 12 mál fekk hann í dyst-
inum, og átti hann sostatt
sín stóra lut í sigrinum
sunnudagin.
Annars er tað aloftast ein
annar Petur Martin, nevn-
liga Johansen, sum vanliga
er stóri málslúkurin hjá KÍF,
men sunnudagin var hann
mansvardur meginpartin av
dystinum, og tískil slapp
hann ongantíð at spæla tann
leiklut, sum hann er vanur
við.
Hetta tóktist tó ikki at ner-
va kollfirðingarnar nakað
serligt, og nú kunnu teir
helst byrja at fyrireika seg
til komandi kappingarár.
Í øllum førum er líkt til,
at teir verða verandi á fimta
plássinum tað, sum eftir er
av kappingarárinum. Enn
hava teir tó ein dyst eftir
móti H71, men tá sæð verð-
ur burtur frá hesum, skulu
teir helst ikki vænta sær tey
nógvu stigini.
Gingið illa
Hjá Tjaldur hevur tað hin-
vegin gingið av skriðuni,
síðani stigini vórðu hálv-
býtt. Sjey dystir í endaspæl-
inum hava ikki kastað nak-
að av sær, og eisini er líkt
til, at hetta hevur gingið út
yvir avrikini og hugin á
vøllinum.
Liðið var eitt nú rættuliga
illa mannað til dystin
sunnudagin, og fleiri av
teimum leikarum, sum vóru
á vøllinum, nýttu meira ork-
u til at brúka seg, heldur enn
at hugsa um spælið við lítlu
leðurkúluni.
Sverri Justinussen royndi
tó sítt, men ein leikari er
ikki nóg mikið til at lyfta
alt liðið, og tá hvørki
Tummas ella Elias vóru at
hjálpa til, gekk tað sum tað
gekk.
Tjaldur er nú á niðasta
plássinum á stigatalvuni, og
skulu teir hava nakran møg-
uleika at flyta seg av hesum,
er helst neyðugt við einum
sigri, tá teir á seinasta leik-
degi skulu leika móti hoy-
víkingum.
Áðrenn tað skulu teir
royna seg móti teimum fýra
liðunum, sum mynda ovaru
helvtina av stigatalvuni, og
nógv skal broytast, um teir
skulu fáa nakað sum helst
burtur úr teimum dystunum.
Eingin ivi um tað.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
KÍF: Petur Martin Poulsen
12, Petur Martin Johansen
4 (3), Jónálvur Johannesen
4, Vagnur Johannesen 4, Já-
kup Dam 3, Emil Petersen
2, Finn Heri Johannesen 2
Tjaldur: Sverri Justinussen
10 (4), Arnfinn Langgaard
4, Mortan Hansen 3, Ragnar
Olsen 1, Súni Fríði Johan-
nesen 1, Ken Bærentsen 1,
Trygvi Mortensen 1
Brotskøst:
KÍF 3, Tjaldur 4
Útvísngar:
KÍF 5, Tjaldur 2
Diskvalifikatión:
KÍF 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli:
Gunnar Gregorieussen og
Ragnar Simonsen
Emil Petersen (her í dysti móti Neistanum) og liðfelagarnir hava nú rættuliga slitið
seg leysar frá teimum báðum niðastu liðunu, H71 og Tjaldur
Savnsmynd
JÁKUP MØRK
VB-Kyndil 21-26 (13-15)
Skuldi Kyndil framhaldandi
halda lív í vónunum um
FM-heitið, var kravið undan
vikuskiftinum sera einfalt.
Ein sigur á VB var einasta
úrslitið, sum tær kundu nýta
til nakað sum helst í hesum
sambandi, og tað var eisini
hetta, sum var aðalmálið, tá
tær fóru á vøllin sunnudag-
in.
Í landskappingini hevur
ikki hilnast nakað serligt hjá
VB liðnum, men hinvegin
høvdu tær ósigurin í steypa-
finaluni at hevna, so kyn-
dilsliðið hevði eina alt ann-
að enn lætta uppgávu, tá
farið varð á vøllin.
Javnt í fyrra
At byrja við var heldur ikki
nakað sum týddi á, at kyn-
dilsleikararnir bara skuldu
fara avstað við stigunum
uttan víðari.
Tær á heimaliðnum gjør-
du sítt til, at munurin mill-
um liðini bæði ongantíð
gjørdist nakað serliga stór-
ur, og serliga vóru tað kviku
mótálopini sum gjørdu sítt
til, at VB alla tíðina var við
í dystinum.
Eftir at Kyndil hevði havt
eina lítla leiðslu meginpart-
in av fyrra hálvleiki, eydn-
aðist tað eisini heimaliðnum
at vinna seg fram um móti
endanum av fyrra hálva tí-
manum, men seinastu løt-
una fingu havnargenturnar
trý mál á rað, og so var leið-
slan vunnin aftur.
Skrædnaði í seinna
Seinna hálva tíman var
gongdin so at siga hin sama,
men um miðjan hálvleikin,
fingu tær á útliðinum brád-
liga glið á. Seks mál á rað
gjørdu sítt, og hóast VB
móti endanum aftur fekk
nøkur mál, so var dysturin í
roynd og veru avgjørdur
hesa løtuna.
Hetta er ikki nakað ókent
fyribrigdi hjá VB, tí í fleiri
dystum hetta árið, hava tær
spælt sera væl í løtum, fyri
síðani at missa takið full-
komuliga í einar tíggju min-
uttir.
Onkur vildi kanska sagt,
at hetta er tekin um eina ov
vánaliga venjingarstøðu,
men heldur er hetta orsakað
av, at breiddin í hópinum
ikki er so øgiliga stór.
Ljós er tó fyri framman,
tí fleiri ungar og evnaríkar
gentur eru á veg móti besta
liðið felagsins, og onkur av
hesum ungu leikarum hevur
longu bitið seg rættuliga
fastan á liðið.
Royna framvegis
Hevur VB liðið einki at
spæla fyri restina av kapp-
ingarárinum, so er øðrvísi
statt á kyndilsliðnum, nú
helmingurin av endaspæl-
inum er farið aftur um bak.
Jórun Ludvig, liðskipari
hjá Kyndli, sigur við So-
sialin, at enn hava tær ikki
mist allar vónir um gullið,
hóast tað kanska kann ger-
ast heldur enn ikki torført.
-Vit vera noyddar at vinna
tað, sum eftir er av dystum,
greiðir hon frá, tá vit spyrja
hana um, hvussu vónirnar
eru til týsdagin, tá verandi
føroyameistararnir skulu til
Klaksvíkar at vitja liðið,
sum í løtuni sær út til at
gerast komandi føroya-
meistarin.
Í løtuni mugu tær tó royna
at taka ein dyst í senn, og
útlitini fyri einum sigri í
Klaksvíkini
gjørdust
í
hvussu so er ikki verri av
teirri sannroynd, at verju-
parturin í løtum riggaði sera
væl har suðuri, umframt at
Anya Midjord tykist at vera
komin rættuliga fyri seg aft-
ur, ti sum skilst, leikti hon
ein sera góðan dyst á strik-
uni.
Hvussu langt hetta fer at
røkka týsdagin vita vit av
góðum orsøkum ikki enn,
men so leingi vónin livir,
eru allir møguleikar so
framvegis opnir.
Kyndil jagstrar stjørnurnar
Kyndil helt lív í FM vónunum, tá tær sunnudagin endurtóku steypasigurin á VB, men hóast sigurin í tølum kann tykj-
ast nóg so tryggur, so leikaði leingi javnt á, áðrenn havnargenturnar avgjørdu alt innan 10 minuttir
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Gurið Mortensen 6 (2),
Regina Rádó 5, Sólrun
Krosslá 4 (1), Rannvá Au-
gustinussen 2, Arnleyð
Krosslá 2, Christina Holm
2
Kyndil: Lotte Sørensen 11
(6), Ann Hansen 4, Palma
Petersen 3, Jórun Ludvig 2,
Frida Johannesen 2, Rakul
Joensen 2, Anya Midjord 1,
Jensia Petersen 1
Brotskøst:
VB 4, Kyndil 7
Útvísingar:
VB 1, Kyndil 3
Dómar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári
Hansen
Hesu ferð varð Jensia Petersen mest nýtt í verjupartinum, meðan hon í álopspartinum
varð loyst avloyst av Anyu Midjord, sum nú rættuliga tykist vera komin fyri seg
JÁKUP MØRK
Stjørnan-Neistin 31-22 (15-
13)
Síðani fyrsta leikdag, hevur
kvinnuliðið hjá Stjørnuni
verið ovast á stigatalvuni,
og sannlíkindini fyri, at
hetta broytist í ár, minka fyri
hvørt umfar.
Sunnudagin áttu Neista-
genturnar tørn, og ikki gekk
long tíð, áðrenn heimaliðið
hevði sagt gestunum, at her
skuldu tær ikki vænta sær
nakað stig.
Spurningur um stødd
Tær á hemaliðinum løgdu
nevnliga fyri sum eitt óløgi.
Fyrstu løtuna av dystinum
runnu tær snøgt sagt mót-
støðuliðið niður og norð, og
áðrenn neistaliðið fekk fóta
sær, vóru longu sjey mál á
muni.
Sum ikki eina ferð, so
viðførdi stóra leiðslan tó, at
leikararnir gjørdust minni
Enn eitt fet nærri gullinum
Stjørnan stevnir móti FM-heitinum við fullari ferð, og sunnudagin var enn eitt mótstøðulið skúgva til viks, tá Neistin
vitjaði í Klaksvík
nærlagdar, og so við og við
kom meira glið á spælið hjá
havnargentunum.
Spakuliga otaðu tær seg
nærri og nærri at Stjørnuni,
og móti endanum av hálv-
leikinum var tað um reppið,
at fingu strítt seg upp á javn-
leik.
Nærri enn einum máli
komu tær tó ongantíð, og
eftir at hvílt seg eina løtu í
hálvleikinum, kom rætta
lagið aftur á heimaliðið.
Fyrra korterið av seinnu
hálvuni endurvunnu tær aft-
ur tryggu leiðsluna, og so
við og við gjørdist alt bert
ein spurningur um, hvussu
stórur sigurin hjá heimalið-
num skuldi verða.
Gullið nærkast
Tá avtornaði vóru níggju
mál á muni millum liðini
bæði, og hóast tær ikki hava
vissað sær FM-heitið enn,
so munnu sjálvt teir mest
svarskygdu klaksvíkingar-
nir nú rokna við, at Klaks-
víkin so smátt kann fara at
brynja seg til enn eina gull-
veitslu.
Í hvussu so er skulu
stjørnuleikararnir bera seg
óvanliga tápuligt at, um tað
skal eydnast teimum av
tveita FM-heitið burtur, hó-
ast tað enn eru fimm umfør
eftir at leika.
Enn tvey fet á vegnum
kunu takast komandi vik-
una, tá fyrst Kyndil (týs-
dagin) og síðani VB (leyg-
ardagin) koma á vitjan.
Vinnur Stjørnan hesar
báðar dystirnar, hava tær
vunnið sær 23 stig, og um
so er, eru tað bert vestmann-
agenturnar, sum koma á-
javnt í stigum.
Dystirnir skulu tó spæl-
ast, áðrenn stigini eru kom-
in í posan, men einki er at
taka seg aftur í, at klaks-
víksgenturnar eru risa favo-
rittar til at vinna FM-heitið.
Nógv hevur verið tosað
um, at tað í stóran mun eru
útlendsku leikararnir, sum
hava tryggjað teimum nógv
av stigunum, men einki er
at taka seg aftur í, at lokalu
stjørnurnar so sanniliga eis-
ini eiga sín part av heið-
rinum.
Í øllum førum sat leikandi
venjarin, Vesna Tomajek, á
beinkinum meginpartin av
dystinum sunnudagin, uttan
at hetta nervaði spælinum í
serliga stóran mun.
Silvurið er eftir
Neistaliðið hevur framvegis
silvurmerkini at stríðast fyr-
i, men í løtuni eru tær helst
tað liðið, sum hevur ring-
astu kortini á hondini í so
máta.
Tvey stig eru upp til VÍF
og Kyndil, sum eru jøvn á
øðrum og triðja plássinum,
men málmunurin hjá Neist-
anum er væl verri enn hjá
hinum báðum, so skulu tær
vinna seg upp á annað
plássið, verða tær helst
noyddar at fáa fleiri stig enn
VÍF og Kyndil.
Hetta er tó als ikki ógjør-
ligt, tí enn restar helvtin av
endaspælinum,
so
enn
kunnu tær sjálvar gera av,
hvørja lagnu silvurvónir
teirra fáa.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Stjørnan: Andriajana Milo-
danovic 7, Simona Hansen
6 (1), Joan M. Joensen 5 (1),
Annika Ljósstein 5 (2),
Anna K. Samson 5, Vesna
Tomajek 1 (1), Una Olsen
1, Ragna Andreasen 1
Neistin: Katrin á Neystabø
8 (5), Marjun Jógvansdóttir
5 (3), Ileana Manolescu 4,
Birita Wardum 3, Mildrid
Jacobsen 1, Gunnleyg Berg
1
Brotskøst:
Stjørnan 8, Neistin 9
Útvísingar:
Stjørnan 3, Neistin 3
Dómarar úr VÍF:
Erling Heinesen og Alfred
Hummeland
Leygardagin varð Torleif
Sigurðsson afturvaldur til
formann í Fótbóltssam-
bandinum í eitt tvey ára
skeið, og Dánjal Andreasen,
Jákup Simonsen og Karl
Vidtfeldt vórðu afturvaldir
sum nevndarlimir fyri tvey
ár.
Í fráboðanini til fundin
høvdu feløgini fingið at vit-
a, at hesir stóðu fyri vali.
Men tað stóð einki í frá-
boðanini um onnur møgulig
uppskot. Tað stóð heldur
einki um, um omanfyri
nevndu tóku við afturvali og
um nevndin í FSF mælti til
afturval. Hetta síðsta hevur
verið vanligt, men undan
fundinum í fjør var kunn-
ingarmongdin eins lítil, sum
hon var í ár.
Formaðurin og nevndar-
limirnir vórðu afturvaldir
við lógvabrestum. Men
fundurin samtykti eisini, at
í framtíðini skal tað longu
undan fundinum vera greitt,
hvørji uppskot eru til
nevndarval.
Uppskot til nevndarval
skulu vera FSF í hendi í
seinasta lagið tíggju dagar
Tíggju daga
freist
Ársaðalfundur: Fótbóltfeløgini tóku undir við at uppskot
til nevndarval skulu vera almannakunnugjørd undan
sjálvum fundinum
Trý túsund krónur. Hetta
var upphæddin, sum tey
sekstan feløgini, ið eru
umboðað
í
trimum
teimum
bestu
fót-
bóltsdeildunum á mann-
fólkasíðuni, í alt kvalifi-
seraðu seg til at fáa
útgoldið
frá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar, sum seinastu átta
árini hevur havt eina
leikum fagurt avtalu við
Fótbóltssambandið.
Tá farið verður undir
fyrsta umfarið í lands-
kappingini
eiga
øll
feløgini tjúgu túsund krónur
á konto. Fyri hvørt gult kort
verða eitt túsund krónur
drignar frá, og higartil hevur
tað verið soleiðis, at fýra
túsund krónur hava verið
drignar frá fyri hvørt reytt
kort. Nú er ætlanin at broyta
hetta, soleiðis at tað fer at
kosta trý túsund krónur fara
at fáa eitt reytt kort.
Leirvíkingar vóru teir ein-
astu, sum áttu nakað eftir á
trygginarkontoini, og Jákup
Marner Sólbjørg tók vegna
LÍF ímóti kekkinum og
steypinum frá Jens Peter
LÍF fekk trý
túsund krónur
Leikum fagurt: Ætlanin er at broyta útrokningarhátt-
in, men einki varð nevnt um, at samlaða upphæddin
skal økjast
undan aðalfundinum, og tað
vil við øðrum orðum siga,
at limafeløgini nú fara at
hava møguleika at viðgera,
hvørjum tey skulu atkvøða
fyri, áðrenn tey senda um-
boð á ársaðalfundin.
Nýggja mannagongdin
verður fyrstu ferð roynd á
aðalfundinum komandi ár.
Hann verður í síðsta lagi í
februar í 2001, og tá standa
fyri vali Bøgre B. Hansen,
næstformaður, og nevndar-
limirnir
Jens
Erik
Magnussen og Óli Holm.
JH
Arge, stjóra í Tryggingini.
Tað hevur verið kappast
um steyp og pengar í sjey
ár. Ásetingarnar siga, at
kappingin skal vera í
tíggju ár. Vinnararnir
síðani 1993 hava verið
Skáli, SÍ, Æsir, NSÍ,
eingin í 1997, LÍF og LÍF.
Merkisvert er, at einki
av
feløgunum,
sum
higartil hevur vunnið
kappingina, hevur verið
umboðað í bestu deildini.
JH
Stjørnan stevnir við rúkandi ferð móti føroyameistaraheitinum, og sunnudagin mátti Neistin leggja rygg til stórtap,
tá klaksvíksgenturnar, so at siga uttan leikandi venjaran, sýndu satt meistaraspæl eina løtu í dystinum