týsdagur 22. februar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
Torleif Sigurðsson er fram-
vegis formaður í Fótbólts-
sambandinum. Men eina
løtu á ársaðalfundinum í
Norðurlandahúsinum leyg-
ardagin setti formaðurin
síðani 1981 sessin upp á
spæl.
Formaðurin undirstrik-
aði, at hann á ongan hátt
ynskti at hótta limafeløgini,
men hóast hesa útsøgnina
snúði Tórsvallar málið, sum
varð viðgjørt í meiri enn
tveir tímar, seg í síðsta enda
um eina álitisváttan ella
misálitisváttan á Torleif Si-
gurðsson sum formann í
FSF.
At enda fekk formaðurin
sín vilja í spurninginum um
Tórsvøll, men undir við-
gerðini og í sambandi við
báðar atkvøðugreiðslurnar,
sum vóru um málið, góvu
limafeløgini týðuliga til
kennar, at tey eru í villareiði
ella misnøgd við leiklutin
hjá FSF í málinum um
landsstadion í høvuðsstað-
num.
Á fleiri av fundarluttak-
arunum skiltist, at orsøkin
til at Torleif Sigurðsson
fekk sín vilja var, at feløgini
í nógv flestu lutum hava
verið stak væl nøgd við for-
mannin tey síðstu knøppu
tjúgu árini.
Um formaðurin hevði
lagt frá sær, so hevði tað
eisini í altjóða høpi verið
ein stórur missur fyri før-
oyskan fótbólt, tí Torleif Si-
gurðsson hevur verið við til
at vunnið føroyskum fót-
bólti virðing uttanfyri land-
oddarnar.
Feldu uppskotið
Turbulensurin á aðalfund-
inum stóðst av, at nevndin
í FSF vildi hava feløgini at
geva nevndini heimild til at
inniloka og fíggja bygning-
in, ið stendur sum eitt
byggipláss á vestursíðuni á
Tórsvølli.
– Hetta er alneyðugt.
Stálkonstruktiónirnar eru
ikki rustfríar, og um veggir,
tak, vindeygu og hurðar
ikki verða gjørd nú bein-
anvegin, so minkar virðið í
tí, sum er gjørt.
Hetta var boðskapurin
hjá formanninum. Feløgini
vildu hava at vita, hvat ar-
beiðið kostaði. Torleif Si-
gurðsson upplýsti, at teir
hava eitt tilboð um at gera
arbeiðið fyri 1,8 milliónir
krónur.
Eftir orðaskifti aftur og
fram, har uppskot um at
sleppa øllum húsamálinum
til Tórshavnar býráð og um
at útseta málið til ein seinni
fund vóru frammi, gjørdi
fundarstjórin, Jógvan Arge,
av fyrst at seta uppskotið
hjá nevndini í FSF til at-
kvøðugreiðslu.
Níggju atkvøður vóru
fyri. Uppskotið var harvið
útsett, staðfesti fundarstjór-
in, og tá næsta punkt á
dagsskránni var val av for-
manni, boðaði Torleif Si-
gurðsson frá, at hann hevði
tikið avleiðingarnar av at-
kvøðugreiðsluni.
– Eg taki ikki við aftur-
vali sum formaður. Tað eri
eg, sum vegna FSF havi
havt við Tórsvøll at gera,
Vit eiga hús í Gundadali.
Soleiðis tók Torleif Si-
gurðsson til, tá nevndin
í FSF og umboð fyri
limafeløgini vóru saman
á árliga fundinum í no-
vember.
Á aðalfundinum leyg-
ardagin staðfesti Torleif
Sigurðsson, at FSF hig-
artil ikki í fult mát hevur
nýtt heimildina at seta
pengar í Tórsvøll, sum
aðalfundurin áður hevur
givið nevndini.
– Føroysku feløgini
hava givið okkum hei-
mild at seta 2,5 milliónir
í ætlanina. Vit hava brúkt
1,5 milliónir. Burtursæð
frá tí hava vit lænt
grunninum fýra milliónir
at byggja hús fyri.
Grunnurin hevur rind-
að fyri bygningin, men
nú er tað ikki FSF, men
grunnurin Tórsvøllur, ið
framvegis stendur sum
ánari. FSF formaðurin
staðfesti eisini, at tá tað
í fíggjarætlanini fyri
byggingina stóð, at hús-
ini fóru at kosta 9,0
milliónir, so var hetta alt
ov lágt sett. Formaðurin
roknaði við, at tá húsini
eru klár til nýtslu, so fara
tey at kosta í minsta lag-
ið 13,0 milliónir krónur.
Tá eru høli til umklæð-
ing, brúsur, vask, dóm-
ararúm og annað, sum
hoyrir til í sambandi við
dystirnar, og høli til
pressuna uppi í. Formað-
urin helt ikki, at tað var
sjálvsagt, at Fótbólts-
sambandið
rindaði
henda partin. Upplagdi
parturin av húsunum,
sum FSF skuldi brúka,
vóru tær báðar miðhædd-
irnar, sum FSF ætlar at
brúka til umsitingina,
skeiðvirksemi, fundir og
annað.
Samráðingarnar
Christian Andreasen, ad-
vokatur, kom í heyst upp
í Tórsvallar málið sum
umboð fyri FSF. Hann
gav á aðalfundinum eina
frágreiðing um gongdina
síðani tá:
Viðurskiftini vóru ó-
greið, men eftir samráð-
ingar millum grunnin og
FSF var síðst í november
semja um, at FSF skuldi
rinda 4,0 milliónir krónur
fyri tað, sum higartil er
gjørt í húsunum, og at
húsini skuldu vera ogn
hjá FSF á leigaðum øki.
27. desember varð end-
alig avtala undirskrivað.
Av tekniskum ávum, sum
hava við studningsheim-
ildina úr landskassanum
at gera, eigur grunnurin
Tórsvøllur nú húsini,
men tað er ein partur av
avtaluni, at Fótbóltssam-
bandið kann – um teir vil-
ja tað – yvirtaka húsini,
tá ella um ynski verður
um tað.
FSF fær afturgoldið 1,2
milliónir av láninum av
studningurin frá tí al-
menna til Tórsvallar ætl-
anina, sum verður rind-
aður í 2001, og restupp-
hæddin, sum er 2,8
milliónir krónur, er eitt
skuldarbræv, sum verður
avskrivað yvir 20 ár.
JH
FSF um
Tórsvøll
Torleif setti sessin upp á spæl
Ársaðalfundur: FSF formaðurin fekk feløgini við sær, men tað var ikki fyrrenn tey greitt høvdu givið til kennar, at tey eru ikki nøgd við
leiklutin hjá Fótbóltssambandinum í Tórsvølli
Á ársaðalfundinum hjá
føroyska
fótbóltinum
leygardagin var Tórsvøll-
ur tað málið, sum fekk
nógv drúgvastu umrøð-
una. Umboð fyri umleið
helmingin av feløgunum,
sum vóru umboðað (øll
feløgini uttan NÍF og SÍ
vóru á fundi), tóku lut í
kjakinum.
Reyði tráðurin í orða-
skiftinum var, at lut-
takararnir vóru ørkym-
laðir, og tað kendist eitt
sindur
undarligt,
at
grunnurin fekk nógv
høgg oman yvir seg,
meðan næstformaðurin í
grunninum, Torleif Si-
gurðsson, umboðaði FSF,
og fyrrverandi nevndar-
limurin, Heðin Morten-
sen, í hvussu so er ikki
umboðaði grunnin.
Sjónarmiðið hjá
advokatinum
Einasti maður, sum av
fullum huga tosaði fyri
nevndina í grunninum,
var
advokaturin
hjá
grunninum, Jógvan Páll
Lassen.
Hann
fanst
hvassliga at illgrunanum,
sum onkrir av fundarlut-
takarunum meiri enn róð-
u fram undir, um at HB
skuldi sita á grunninum:
– Tórshavnar býráð
eigur grunnin, og hann er
púra óheftur av øllum fe-
løgum. Tað er meiri enn
kann sigast um stadion
inni á Toftum, har FSF
hevur bundið seg so tætt
at einum av limafeløgu-
num, at tað kann hava ó-
hepnar avleiðingar við
sær, segði Jógvan Páll
Lassen, sum undirstrik-
aði, at ætlanin gongur
sína gongd:
– Nú er ein avtala fing-
in í lag við Fótbóltssam-
bandið, og nú fer grunnurin
undir at fáa tað arbeiðið frá
hondini, sum enn restar í á
hinum partinum av Tórs-
vølli. Fíggjarliga eru tingini
í lagi. Einasti ivaspurning-
urin er, um ein rennibreyt
skal gerast ella ikki. Um
rennibreytin skal gerast, so
dýrkar tað um samlaðu ætl-
anina, men hetta letur seg
væl gera tekniskt. Grunn-
urin skal bara fáa at vita,
hvat myndugleikarnir ætla
sær at gera.
Sjónarmiðini hjá
feløgunum
At limafeløgini í FSF vóru
ørkymlað, kom m.a. til
sjóndar, tá Petry Joensen úr
Sumba spurdi, um tær fýra
milliónirnar frá FSF vóru
eitt lán, sum skuldi endur-
rindast ella ein gáva.
Svend Jacobsen, formað-
ur í KÍ, segði seg ivast so
nógv í ætlanini, at hann
mælti í fyrsta umfarið til, at
setur verða gjørd kring vøll-
in á Svangaskarði. Harvið
helt hann, at trygd fór at
verða fyri, at tað eisini í
summar fór at bera til at
spæla altjóða fótbólt í Før-
oyum.
Kristian á Neystabø fanst
hvassliga at mátanum, sum
ætlanin er handfarin uppá.
Hann helt bæði kostnaðar-
ætlan og tíðarætlan vera utt-
an hald í veruleikanum.
Hesum gav Heðin Mort-
ensen, sum hevði rætt at
taka orðið, tí hann er for-
maður í ÍSF, honum rætt í.
Heðin Mortensen er fyrr-
verandi nevndarlimur í
Tórsvølli. Hann segði ikki,
hvat grundarlag hann hevði
fyri sínari meting, men mót-
satt advokatinum hjá grunn-
inum, so helt hann, at tað
Feløgini um
Tórsvøll
restaðu í minsta lagi tíggju
og kanska tjúgu milliónir
í, um møguleiki skal
verða fyri at gera ætlanina
lidna.
Frits Witt umboðaði
MB, og hann mælti til, at
FSF slapp sær burturúr
Tórsvølli:
– Um grunnurin og har-
við Tórshavnar býráð gera
arbeiðið liðugt, so kann
føroyski fótbólturin seinni
taka støðu til, um hann
yvirhøvur ynskir at leiga
ella eiga hølini. Tað ber
til at fáa høli til keyps ella
leigu alla staðni fyri prísin
á Tórsvallarhúsunum.
Sjónarmiðið
um
at
grunnurin átti at verið
avtikin, og at Tórshavnar
býráð sjálvt tók ábyrgdina
á seg, varð tikið upp av
Heðini Mortensen, sum
boðaði frá, at málið um
Tórsvøll skjótt fer at koma
á
borðið
aftur
hjá
býráðnum. Hann roknaði
við, at partamaðurin hjá
honum, Kaj Leo Johanne-
sen, sum er formaður í
mentunarnevndini hjá bý-
ráðnum, fór at vera ein
teirra, sum fer at vera
positivt sinnaður fyri at
fáa
spurningin
avgreiddan.
Kaj Leo Johannesen,
sum var á aðalfundinum,
tí hann er formaður í
Havnar Fótbóltur, helt, at
stóri spurningurin er, um
vit
vilja
hava
eitt
landsstadion og hvar vit
vilja hava tað at vera. Tá
tann
spurningurin
er
avgreiddur mugu má kós-
in rættast eftir at røkka
málinum.
JH
og tá feløgini ikki taka undir
við tí, sum eg í støðuni, sum
vit nú eru í, haldi vera
skilabest, so dugi eg ikki at
síggja endamálið í, at Tor-
leif Sigurðsson heldur fram
sum formaður í Fótbólts-
sambandinum.
Stutt tjóður
At nýggjur formaður skuldi
veljast uttan at hetta á nak-
ran hátt tóktist vera fyri-
reikað, kom so óvart á, at
fundurin varð niðurlagdur
eina løtu.
Tá fundurin varð tikin
uppaftur hevði nevndin
skoytt upp í sítt uppskot um
heimild, at kostnaðurin fyri
húsaarbeiðið skuldi ikki far-
a uppum 1,8 milliónir
krónur. Um nevndin ætlar
sær at brúka meiri pengar
upp á at innrætta húsini, so
skal hon frammanundan at
nakað verður gjørt koma til
ein ársaðalfund og møgu-
liga ein eykaalfund fyri at
fáa heimild fyri hesum.
Í fyrstu atløgu bað fund-
arstjórin fundin um heimild
til so at siga at spola aftur í
fundinum og taka Tórsvall-
armálið aftur til viðgerðar.
Tað fekk hann.
– Eg síggi ikki mun á
uppskotunum. Uppískoytið
tykist heldur vera ein á-
bending um, at feløgini ikki
hava álit á, at nevndin fer at
arbeiða fyri, at innilokingin
verður so bílig, sum tað ber
til. Nú er orðingin soleiðis,
at um 1,8 milliónir eru
brúktar, og ein skorsteinur
er eftir at seta upp, so er ikki
heimild fyri hesum.
Hesi orðini átti Heri Mor-
tensen, formaður í TB, sum
var ein av fleiri, ið hildu
støðuna vera ógreiða og ó-
hepna.
Tá tað varð atkvøtt av
nýggjum vóru fjúrtan at-
kvøður fyri broytta upp-
skotinum hjá nevndini í
FSF – ella vóru tað fjúrtan,
sum atkvøddu fyri, tí tey
vildu ikki hava, at Torleif
Sigurðsson segði formans-
sessin frá sær.
JH
Torleif Sigurðsson skelkaði luttakararnar á aðalfundinum, tá hann boðaði frá, at hann
ikki tók við aftur afturvalið
Mynd: Jens K. Vang
Eftir at hava fundast nakað aftur og fram, varð formaðurin kortini afturvaldur, men
samstundis fingu feløgini høvi til at føra síni sjónarmið fram
Mynd: Jens K. Vang