týsdagur 22. februar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 36 - 22. februar 2000
SVEINUR TRÓNDARSON
SÍ-Fleyr 0-2
(11-21, 12-21
13-21, 14-21)
Nýggjur meistari er kosin í
mansflogbólti og, sum tað
longu hevur verið kunnugt
fyri teimum flestu, so gjør-
dist Fleyr meistari.
Sunndagin vunnu teir
dystin móti SÍ í Sørvági og
nú er einki at gera hjá hinum
liðunum í deildini. Fleyr er
so nógs stig frammanfyri,
at teir kunnu ikki fáast aftur.
Móttøkan sveik
Sum settúrslitini siga, var
ongantíð nakar ivi um, hvat
av liðunum fór at vinna.
Spælið hjá Fleyr koyrdi
nógv betri enn tað gjørdi hjá
SÍ, og sum vit hava skilt,
var tað serliga móttøkan hjá
S´+I, sum sveik.
Móttøkan er, sum kunn-
ugt, grundarlagið undir ein-
um vælskipaðum álops-
spælið, og tá móttøkan ikki
er nóg góð, fer restin av
lagi.
Sørvingar høvdu fingið
sær styrk til dystin móti
Fleyr, tí Suni Hansen, sum
í fjør spældi við ÍF, var við
teimum, men tað var ikki
nóg mikið til at gera nakað
við Fleyr.
Tað, sum SÍ vann, vann
Jón Nielsen, og tað er kan-
ska júst tekini um veikleik-
an hjá SÍ. Jón er so øgiliga
einsamallur at vinna bólt-
arnar hjá teimum. Takið
kann gerast honum ov
tungt, tá eingin hjálp er at
fáa frá hinum leikarunum.
Sum eftir ánni
Hjá Fleyr gekk harafturí-
móti, sum eftir ánni. Spælið
var vælskipað og álops-
spælið gekk eisini sera væl,
hóast Jan Hentze sunnudag-
in var farin á liberoplássið
at spæla orsakað av snuddi
í knøunum. Plássið er hon-
um kortini ikki heilt fremm-
ant, tí tá Oyggjaleikirnir
vóru, spældi hann framúr
væl á liberoplássinum.
Í hansara stað var Pauli
Hansen settur at spæla kant-
áleypari, og tað eydnaðist
stak væl.
Rumenski venjarin hjá
Fleyr, Pascu Romiva, mun-
di ikki halda stóra vandan
lúra, tí hann hevði sett seg
sjálvan uttanfyri, meðan
hinir stríddust inni á vøll-
inum.
Nú er tað
steypafinalan
Hetta kappingarárið er av-
gjørt og í veruleikanum
hevur Fleyr einki at spæla
um, men soleiðis er teirra
fatan kortini ikki. Tríggir
dystir eru eftir at spæla í ár
og teir skulu vinnast, siga
havnamenninir.
Men kortini er eitt annað
mál í ár. Eitt mál, sum ikki
hevur verið har fyrr, og tað
er steypafinalan. Hana ætla
Fleyrleikararnir sær eisini at
vinna, og tað er eisini skil-
Fleyr nýggjur meistari
Flogbóltur: Menninir hjá Fleyr gjørdu skjótt av móti SÍ í Sørvági. Meistaraheitið er nú heima og nú er kósin sett móti
sterypafinaluni
SVEINUR TRÓNDARSON
Dráttur-ÍF 2-0
Tað eydnaðist vágakvinn-
um at vinna dystin móti
ÍF á Giljanesi sunnudag-
in. Tær vunnu hann greitt
2-0. Við sigrinum móti ÌF
fingu tær hevnd fyri tapið
móti fuglfjarðakvinnum
seinasta vikuskiftið og
samstundis vunnu tær sær
tvey stig i kappingini um
silvurmerkini. Tann kapp-
ingin stendur millum TB
og Drátt.
Feilirnir kostaðu
Sum vit hava skilt tað, var
tað ikki tann stóri mun-
urin á spælinum, sum lið-
ini bæði vístu sunnudag-
in. Dráttur hevur fyrr í ár
víst, at tær eru sterkari í
álopinum enn ÍF, og tað
var ein av orsøkunum til,
at tær vunnu sunnudagin.
Harafturat gjørdu ÍF
kvinnurnar ov nógvar
tekniskar feilir, og tað
kostar tá tað er so javnur
dystur.
Ein annar fakorur, sum
eftir øllum at døma
spældi inn hjá ÍF var, at
motivatiónin eftir øllum at
døma lá eftir í Fuglafirði.
Spælararnir høvdu ov lít-
lan hug at vísa, hvat teir
duga, og manglar motiva-
tiónin, er lítil vón fyri at
vinna ein dyst. Hvørki í
flogbólti ella nøkrum øð-
rum.
Nærri enn fyrr
Hjá Drátti kom sigurin væl
við. Tær liggja og togast við
TB um annaðpláss og høv-
du tí brúk fyri hesum sig-
rinum. Í veruleikanum høv-
du tær eisini brúk fyri sig-
rinum seinasta vikuskiftið,
men tað, sum er farið, er
Dráttur fekk hevnd
Flogbóltur: Dráttur vann dystin móti ÍF á Giljanesi
sunnudagin, og vann tvey týðandi stig í kappingini um
silvurmerkini
SVEINUR TRÓNDARSON
Mjølnir-Fram 2-0
Nú sær út til, at tað fer at
vera Mjølnir, sum fer at
draga tað longra stráið í
stríðnum um silvurmerkini
í landskappingini hjá monn-
um. Annað vikuskiftið á rað
vunnu teir 2-0 á Fram, og
tann sigurin hevur við sær,
at Mjølnir av álvara hevur
sett trumf á í stríðnum um
silvurið.
Omaná alla tíðina
Hóast Mjølnir og Fram hav-
a vunnið og tapt hvørt um
annað móti hvørjum øðrum
í ár, so hevur tað í seinastuni
eydnast Mjølnir at leggja
trýst á Fram. Ungu havn-
armenninir hava ikki havt
eydnuna við sær mót Mjøl-
nir, og samstundis hevur
Mjølnir funnið stórspælið
fram í kravdu løtunum.
Seinasta vikuskiftið spæl-
du liðini bæði semifinalu í
Runavík — í steypakapp-
ingini — og tann dystin
vann Mjølnir 2-0. Tí var tað
ikki óvæntað, at teir vunnu
aftur í dag, men tað var ikki
væntandi, at tað skuldi ger-
ast so greitt.
Orsøkin til greiða Mjøl-
nirsigurin var, at spælið hjá
teimum riggaði betur enn
tað gjørdi hjá Fram, og ser-
liga eydnast tað Mjølnir at
fáa breidd í spælið. Fyrr í
ár fór næstan alt um hend-
urnar á Borko Ilic, men nú
er tað eydnast honum, at fáa
Boga at taka Trygva og Jó-
annes meira við í spæli aft-
ur.
Hetta avlastar ikki bara
Borko Ilic, men ger tað eis-
ini torførari hjá mótstøðu-
liðnum at verja fyri.
Fram viknar
Um tað er tí, at kapping-
arárið er farið at halla, ella
um tað er onnur orsøk fyri
tí, vita vit ikki, men tað tyk-
ist, sum er Fram farið at
vikna, nú landskappingin er
farin at halla.
Fyrr í ár vóru tað teir, sum
hingu í hølunum á Fleyr,
men nú er tað Mjølnir, sum
hevur sníkt seg til tann leik-
lutin.
Leygardagin var Fram
eitt sindur skert, tí spælskip-
arin var ikki við í Klaksvík
og tað merkist, serliga tá
hann er ein av teimum mest
royndu á liðnum.
Hinvegin fekk so ein
nýggjur høvið at royna seg
og tað kann koma til gagns
seinni.
Fram hevur kortini
møguleikan at fáa silvur-
merkini enn, men tað er ikki
sannlíkt, nú teir taptu móti
Mjølnir.
Nú er Mjølnir omaná
Flogbóltur: Menninir hjá Mjølnir gjørdu kvinnunum kyn-
strið eftir og vunnu 2-0. Fram legði rygg til tapið og tað
kostaði annaðplássi
farið.
Við hesum sigrinum er
Dráttur nærri enn nakr-
antíð at silvrinum, men
tað er kortini ein spurn-
ingur, um tær hava styrk-
ina at taka silvurið frá TB.
Í dystunum teirra millum
er tað TB, sum hevur yv-
irvág, tí tær hava vunnið
allar dystirnar móti Drátti
í ár.
Men tá møguleikin er
til staðar, hava eisini
Dráttur leikararnir krav
upp á ein kjans og hann
skulu tær fáa. Trý umfør
eru eftir, og livst so spyrst.
ligt. Hetta er fyrsta árið at
møguleiki er at vinna greip-
una, og tann møguleikan
lata teir sær neyvan gleppa
av hondum.
Mótstøðuliðið í steypa-
finaluni, sum verður leikt
seinni í ár, og sum vit hava
skilt, FBF arbeiðir við at fáa
senda beinleiðis í SvF, verð-
ur Mjølnir, sum vann semi-
finaluna á Fram, fyri eini
viku síðan. Hetta skuldi ver-
ið borgan fyri eini góðari og
spennandi finalu, tí liðini
eru góð, bæði tvey, og hig-
artil í ár, er tað fyri so vítt
bara Mjølnir, sum hevur
givið Fleyr líkinda mót-
støðu.
SVEINUR TRÓNDARSON
Hjá klaksvíkskvinnum
hevur hetta árið verið ein
sonn sigursgongd. Tær
hava vunnið allar dyst-
irnar í landskappingini
uttan ein og tað hava tær
gjørt so ruddiliga eisini. Í
onkrum dysti hava tær
vallað fingið sveittan á
pannuna áðrenn sigurin
var heima, og tað er ikki
serliga gott tekin, tá hugs-
að verður um støði før-
oyskur kvinnuflogbóltur
er á í løtuni.
Antin eru Mjølnir-
kvinnurnar alt ov góðar
til føroysku kappingina,
ella eru hini liðini alt ov
minni góð til at spæla
móti stoltleikanum hjá
Klaksvíkini.
Hesum ætla Mjølnir-
kvinnurnar sær nú at
finna út av. Tær hava tí
boðað frá luttøku í eini
altjóða flogbóltskapping,
sum verður í Ubberud á
Fjóni í Danmark og tær ætla
sær at verða við í besta
bólkinum.
Kappingin tær skulu vera
við í eitur Ubberud Cup og
verður fyriskipað á hvør-
jum ári. Luttakandi liðini
koma úr fleiri londum, og
tí verður talan um eina sera
spennandi kapping fyri
teirra viðkomandi.
Ubberud er lítil býur, ein-
ar fimtan kilometrar uttan-
fyri Odense, og er partur av
Odense kommunu. Felagið
hevur lið, sum leika divi-
siónsflogbólt og umstøður-
nar at leika flogbólt í Ubbe-
rud eru stak góðar. Har er
ein góð ítróttarhøll til enda-
málið.
Kend í Føroyum
Um so er, at onkur føroy-
ingur við tilknýti til flog-
bólt, heldur, at Ubberud
ljóðar kent, so er tað ikki
uttan orsøk. Felagið hevur
Til Danmarkar at
spæla flogbólt
Flogbóltur: Mjølnirkvinnurnar, sum hava verið suve-
renar í ár, vera í apríl við í altjóða kapping í Ubberud
á Fjóni
motiónslið, sum hava lagt
sær leiðina til Føroya
meiri enn ta einu ferðina.
Ein av oddamonnunum
í flogbóltinum í Ubberud
er Henning Muldager,
sum samstundis er kend-
ur, sum Mr. Volleyball á
Fjóni. Hann hevur sitið
sum formaður í Fyns
Volleyball Kreds í eitt
mannaminni og er eisini
kendur fyri at vera
Føroyavinur burturav. Tí
er einki at ivast í, at hann
fer at fegnast um at Mjøl-
nir kvinnurnar leggja sær
leiðina fram við teirra
kapping.
Hjá Mjølnirkvinnunum
verður talan um eina stóra
uppliving. Donsku kapp-
ingarnar eru sera væl fyri-
skipaðar og liðini, sum
luttaka, eru sera væl fyri.
Tí kunnu tær uttan iva
vænta sær eina spennandi
og stuttliga kapping.
Meistaraheitið aftur
til Klaksvíkar
Flogbóltur: Mjølnirkvinnurnar vunnu 2-0 á TB og eru nú so langt framman-
fyri hini liðini, at einki teirra fær tær aftur. Tær eru tí Føroyameistarar enn
einaferð
SVEINUR TRÓNDARSON
Gudrid og tær í Fortunu
fingu ikki tað bestu byrjan-
ina upp á endaspælið í don-
sku flogbóltslandskapping-
ini.
Tær høvdu vitjan av
Holte, sum seinasta sunnu-
dag gjørdi bart móti DHG í
steypafinaluni. Tann dystin
vunnu tær 2-0, og tað var
eisini úrslitið av dystinum
millum Fortuna og Holte.
Sum vit hava frætt, so
helt Holte fram við skila-
góða spælinum frá seinasta
vikuskiftið, og tað var eink-
i, sum Fortuna kundi gera
fyri at steðga tí. Fyrri hálv-
leikur var ein avgreiðslu-
spurningur, meðan seinni
var eitt sindur javnari, um
enn Holte enn setti dags-
skránna. Tað eydnaðist For-
tunu at vinna eitt sett, men
tað var ikki nóg mikið.
Holte koma afturíaftur í
javnbrótaranum og vann
dystin 2-0.
Dysturin hevði ikki tað
stóra upp á seg, tí øll fýra
liðini, sum spæla í enda-
umfarinum hjá kvinnum
eru komin víðari, og tað
einasta sum nú verður spælt
er um, hvørjum liðini skulu
spæla ímóti í semifinaluni.
Sanniliga ein løgin kapp-
ingarskipan, men sum vit
hava skilt tað er tað seinasta
árið hon verður leikt so-
leiðis. Næsta ár verða fleiri
lið í deildini og samstundis
verður sjálv kappingin
broytt.
Menninir hjá Fortunu
høvdu frí hetta vikuskiftið.
Teir skulu spæla tveir dystir
næsta vikuskftið. Annan
friggjadagin móti Skov-
Gudrid og tær taptu
Flogbóltur: Gudrid Nolsøe og hinar í Fortuna taptu móti
nýkosnu steypavinnarunum úr Holte, sum tykist hava
fingið fótin fyri seg
SVEINUR TRÓNDARSON
Mjølnir-TB 2-0
(21-10, 21-10
21-19, 21-8)
Mjølnirkvinnurnar kunnu
enn einaferð príða seg við
heitinum Føroyameistarar í
flogbólti.
Heitið hevur verið á veg
í eina tíð, men leygardagin
fall endaliga avgerðin og
hetta hóast trý umfør enn
eru eftir at leika av hesum
kappingarárinum.
Eingin mótstøða
Fyri einari viku síðani hitt-
ust Mjølnir og TB í Trong-
isvági, og tann dystin vunn-
u klaksvíkskvinnur. Tí var
lítið annað væntandi enn, at
tær fóru at endurtaka sig-
urin leygardagin tá liðini
hittust í Klaksvík, og so var.
Mjølnir vann dystin greitt
2-0 og sum settúrslitini sig-
a, so var ikki tann stóri
spenningurin í dystinum.
Triðja settið var tað einasta,
har TB gav líkinda mót-
støðu, men tað var ikki nóg
mikið til at fáa Mjølnir av
kósini. Tær funnu stórspæl-
ið fram aftur í fjórða settið,
sum tær vunnu heili 21-8.
Úr Klaksvík frætta vit, at
tað ongantíð var nakar ivi
um sigurin. Mjølnir leika-
rarnir eru ov royndar í leik-
um til at lata møguleikan
fyri enn einum meistara-
heitið fara aftur við borð-
inum og tær vóru omaná
allan dystin.
Tær ungu fáa kjansin
Vit hava fleiri ferðir áður
nevnt, at ein av orsøkunum
til, at Mjølnirkvinnurnar
vinna og vinna er, at tey
duga so sera væl at seta
nýggjar leikarar við. Sjál-
dan, ella ongantíð, merkist,
at leikarar gevast, tí tað
standa altíð nýggir leikarar
og bíða eftir møguleika-
num. Leikarar, sum hava
roynt seg á besta liðnum
nakrar ferðir og sum tí ikki
eru púra blankir, tá eitt nýtt
kappingarár byrjar.
Nú meistaraheitið er í
hús, eru eisini útlit til, at
Mjølnir ætlar sær at gera
nakað fyri teir ungu leika-
rarnar, sum hava evnini til
at leika í bestu deildini, tí
sum Sosialurin skilir, so er
ætlanin, at fleiri ungir leik-
arar skulu upp at venja sam-
an við besta kvinnuliðnum.
Ætlanin er, at hesir leik-
arar í fyrsta umfari skulu
venja saman við besta lið-
num, men tað er heldur ikki
óhugsandi, at onkur teirra
sleppur at royna seg á besta
liðnum áðrenn hetta kapp-
ingarárið er av.
Hetta er skilagott tiltak,
og kann vera júst horna-
steinurin
undir
einum
nýggjum
meistaraheitið
frammi í tíðini. Slíkt gevur
ungu leikarunum blóð á
tonna og ger teir búnar til
leikin, tá teirra herðar skulu
bera hann.
TB er við enn
Hóast TB tapti dystin leyg-
ardagin, so eru tær kortini
næstfremst í landskapping-
ini hjá kvinnum. Tær liggja
ájavnar í stigum við Drátt,
sum kortini hevur leikt ein
dyst fleiri enn tær.
Skulu vit gita um hvat av
liðunum fer avstað við silv-
urmerkjunum, so fara vit at
geva TB fyrimunin. Tær
hava higartil í ár víst, at tær
hava dygdir fram um Drátt
og Fleyr, og tað skal fara at
vísa seg, at tað verður nóg
mikið til silvurið.