fríggjadagur 9. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 9. november 2007
19
tíðindi
Eyðálvur Mikklesen í Tórshavn andaðist miku
dagin, 81 ára gamal.
Elisa Mathilda Joensen, vanliga nevnd Lisa hjá
Skós, úr Klaksvík. Andaðist mánadagin, 80 ára
gomul á Norðoyar Røktarheimi. Kistan fer úr kap
ellinum í kirkjuna fríggjadagin klokkan 18. Jarðar
ferðin verður leygardagin klokkan 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða og kæra mamma, kona, omma
og vermamma
Berith Joensen
Froðba
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk fyri tær mongu heilsanir og til tykkum í
bindiklubbanum fyri hjálpina til ervið.
Tøkk til familjuna fyri hjálp og stuðul, tíðina
mamma lá so sjúk. Og til tykkum á Suðuroyar
Sjúkrahúsið, fyri tykkara stuðul og røkt tíðina hon
lá har og at tit gjørdu tað møguligt hjá henni at
koma til Froðbiar at vitja aftur.
Tøkk til heimasjúkrasystrar og tykkum, ið vitjaðu
mammu, bæði á sjúkrahúsinum og heima.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
gravara.Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri kenslurík
orð og góða talu í kirkjuni.
Tøkk til Randi Nolsøe fyri tann vakra sangin.
Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og
peningagávur og til tykkum, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað á fold.
Familjunnar vegna
Marit, Erling, Poul og Ingi
Dagurin
9. november. Teodor, deyður umleið ár 300. Ungur
rómverksur hermaður, sum var vorðin kristin. Hóast tær
atsóknir, Diocletianus gjørdi at teimum kristnu, helt
hann fast við trúnna. Hann setti eld á eitt skurðgudatempul
í Róm og varð tikin av døgum.
10. oktober. Luther. Sjálvandi ikki komin í álmanakk
arnar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku kirkj
uni settur sum minningardagur hansara. Hann varð
borin í heim 10. november 1483 í Eisleben í Týsklandi.
11. november. Mortansmessa. Til minnis um biskupin
Martin í Tours í Fraklandi. Hann var føddur í tí, sum nú
verður rópt Ungarn. Sum pápin var hann fyrst hermaður,
men gav seg ungur í kirkjuliga tænastu, har hann skjótt
kom fram. Hann var kosin til biskup í Tours
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá okkara elskaðu foreldur
Rosa og Ditleif Eldevig
Fuglafjørður
doyðu og vórðu jarðað.
Takk fyri forbønir, vitjanir og annan stuðul
í hesi sváru tíð.
Ein serstøk tøkk til syskinabarnið, Poul Færø,
fyri umsorgan.
Tykkum, sum hjálptu til á vanlukkustaðnum,
starvsfólki á Landssjúkrahúsinum, familjuni og
heimbygdarfólki, bera vit eina hjartans tøkk.
Eisini takka vit hjartaliga fyri blómur, kransar og
gávur til Siloa.
Vegna familjuna
Mariann, Elisabeth, Kristian, Pól, Anna og Rita
Leygardagin 10. november
verður Hergerð Joensen bio
analytikari í Havn 65 ár.
Hergerð
Joensen
er
seinnu árini mest kend sum
listakvinna og fyri framsýn
ingarnar, sum hon eitt nú
hevur í Smiðjuni í Lítluvík.
Hergerð er ikki bert lista
kvinna, hon er útbúgvin lab
orantur og hevur starvast
sum laborantur á Lands
sjúkrahúsinum í yvir 40 ár.
Hergerð hevur altíð havt
áhuga fyri málningalist og
hevur sýnt framsýningum
hjá øðrum listafólkum stór
an áhuga. Seinastu árini
hevur hon sjálv tikið pensil
in í hond, og væl liggur fyri.
Hon hevur bæði luttikið við
málningum sínum á fram
sýningum saman við øðrum
og havt fleiri sjálvstøðugar
framsýningar.
Tey sum eru blóðdonorar
hava lagt til merkis mongu
málningarnar hjá Hergerð í
Blóðbankanum á Lands
sjúkrahúsinum, har hon
starvast. 30. november 2007
er seinasti arbeiðsdagur hjá
Hergerð á Landssjúkrahús
inum. Í hesum sambandi
fer
Landssjúkrahúsið
at
skipa fyri móttøku fyri
henni, tá hon gevst.
Hergerð málar bæði nat
uralistiskt og abstrakt. Í
fleiri ár hevur hon luttikið á
listaskeiðum í Danmark,
ofta í Holbæk. Hon hevur
atelier í kjallaranum heima
við hús, har hon brúkar tað
mesta av síni tíð til máln
ingalistina.
Hergerð er ættað úr Fugla
firði og hevur verið búsit
andi í Havn í meiri enn ein
mansaldur.
Foreldrini hjá henni vóru
Herborg og Jóhan Joensen í
Toftum í Fuglafirði. Her
gerð er gift við Líggjasi
Joensen, sum er gøtumaður.
Foreldrini hjá honum vóru
Hanna og Leon Joensen.
Hergerð og Líggjas eiga
trý børn: Heðin, Joan og
Herborg, sum øll búgva í
høvuðsstaðnum. Hergerð er
sera familjukær og gongur
høgt upp í ommubørnini,
sum eru fimm í tali.
Hergerð Joensen 65 ár
Fríggjadagin endaði starvs
venjingin hjá 10 flokki í
Fuglafjarðar skúla. Næm
ingarnir
hava
verið
á
ymiskum støðum, eisini her
á Sosialinum.
Í starvsvenjing her á
blaðnum var Bjørg Jarnskor
úr Norðragøtu. Hon hevur í
fyrstu syftu sæð, hvussu
eitt blað verður framleitt,
hvussu ein nýggj útvarpsrás
arbeiðir og hvussu arbeiðið
verður skipað í einum
nútíðar miðlahúsi.
Bjørg hevur sjálv skrivað
greinir í blaðið, og hevur
lagt fleiri tíðindastubbar út
á heimasíðuna planet.fo.
Í dag byrjaði so skúladag
urin aftur hjá Bjørg og hin
um
næmingunum
í
flokkinum.
Takk fyri hesar tvær
vikurnar, Bjørg.
sb.
Bjørg liðug við
starvsvenjingina
Bjørg
Jarnskor veit
nú meiri
um, hvussu
eitt nútíðar
miðlahús
arbeiðir