fríggjadagur 9. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
18
Keypmannahavn og blakaðu úr
flogførinum loftseðlar, har heitt
var á danir um at vera kúrrar.
Seinni búði hon í Keypmanna
havn. Hon skuldi møta kl. 6 á
morgni, og tá møtti hon javnan
marsjerandi týskarum. Hon var
ikki fegin um týskararnar, men
hinvegin merktist ikki so nógv til
teirra, hóast teir búðu beint við.
Trina giftist
Tað var um hesa tíðina, í 1943,
at Trina giftist við Alfred Møller
Jensen. Tey høvdu tá kenst
í átta ár. Hann var føddur í
Keypmannahavn men arbeiddi í
Gentofte, har hann koyrdi vørur
fyri eina forrætning.
Tey fóru heim til Føroya í
feriu í 1946. Tá koma tey í prát
við systkinabarnið Petur Juel
Samuelsen. Petur ber í hesum
viðfangi uppá mál, um Alfred
vildi vera leiðari á vaskarínum
hjá Kjølbro. Hetta ljóðaði mikið
áhugavert, og hann tók av.
Tískil fluttu tey til Klaksvíkar
í 1947 at taka við hesum starvi,
og tey vóru í Klaksvík inntil 1965.
Tey bygdu eisini í Klakvík tætt við
skrivstovuna hjá Kjølbro. Tað var
gott at vera, men eitt tíðarskeið
var tað sindur buldrasligt. Her
verður hugsað um læknastríðið,
sum stóð uppá í fleiri ár. Tá
vóru danir ikki so populerir, men
Alfred hevði ongantíð nakran
trupulleika av, at hann var dani.
Hann gavst í vaskarínum
og fekk sær heilsølu. Hann
hevði ein hjálparmann, og var
tað systirsonur Trinu, Jógvan
Clementsen. Sjálvur fór Alfred
at ferðast kring landið sum
handilsreisandi, har hann seldi alt
møguligt frá klæði til automatir.
Ættin í Føroyum sigur, at Alfred
var ein sera skemtiligur og
dámligur maður, og vermamman
var so sera góð við hann.
Trina hevur
umsorgan fyri sínum
Alfred hevði altíð sagt, at hann
vildi liva sínar seinastu dagar
í Danmark, so tey fluttu niður
aftur til Ørbæk. Her yvirtóku tey
eitt reinsarí, har tey eisini búðu.
Men tað gingu ikki nógv ár, so
fór heilsan at bila hjá Alfred. Tey
seldu fyritøkina og Alfred fór á
eitt røktarheim, har hann doyði
í 1978, 77 ára gamal. Sjálv flutti
Trina í eina íbúð, har hon býr enn.
Tey bæði fingu ikki børn saman.
Men í Føroyum tóku tey Dóru,
dóttir Mariu, systir Trinu, til
fosturs, og hon flutti við teimum
niður. Samstundis búsettist
Martin, beiggi Dóru, eisini í
Ørbæk. Hann var leiðari á einum
skúlaheimi fyri menningartarnað
børn. Tað var hugaligt, at tey
kundu hava ættarfólk so nær at
sær.
Dóra er gift við Palle og býr nú
í Rørvig, ikki langt frá Holbæk.
Tey eiga ein son, Daniel, sum
er automekanikari. Martin og
konan, Inga, eru deyð, men tær
tvær døturnar hjá teimum eru
óførar at vitja.
Martin fekk blóðpropp og
gjørdist púra óhjálpin 54 ára
gamal. Hann kom á røktarheim,
og sat har í seks ár, tá hann
doyði. Men hvønn dag var
Trina hjá honum við einum
drekkamunni og franksbreyðbita
við osti. Hon sat so og mataði
hann, tí hann fekk ikki etið
sjálvur.
Øll í Ørbæk kenna hana undir
navninum “moster”, tí hon hevur
verið mostur at so mongum í
Ørbæk eins og í Føroyum. Hon
hevur eisini skil á allari ættini
í fleiri ættarlið. Sigast kann, at
Trina er ein megnarkvinna.
Trina ger enn hondarbeiði,
og hon bindur teppi fyri ein
hjálparfelagsskap. Tey verða send
til India, har tað er brúk fyri tí.
Trina hevur sera gott samband
við sína ætt. Verður farið til
Danmarkar verður eisini farið at
vitja Trinu, um tað liggur fyri. Tey
verða eisini væl móttikin við tí
ljósa lyndinum, sum Trina hevur.
Alfred átti eina dóttur, sum býr
í Amerika, og hana hevur Trina
eisini gott samband við. Tey eru
ikki nógv sum eru so nær tey 100
árini, sum eru so bragdlig.
Alt í alt kann sigast, at Trina
er eitt gott umboð fyri Føroyar
í Danmark, og tað var sera
stuttligt at vitja hana, og vit
senda henni eina heilsan.
Dóra, fosturdótturin, og maður hennara Palle
Ommusonurin Daniel
Lorvík, sum Trina minnist bygdina
Foreldrini hjá Trinu, Jógvan Vitalis og Olevina við Keldu