Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 218 - 9. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sunnudagin bar eg mín trúgvasta og drúgvasta vinmann til gravar. Hetta var tí ein av teimum tungu jarðarferð­ unum í mínum lívi, og tað er við sorg, at hesi minningarorð verða skrivaði. Tey eru persónlig, tí tað skyldi eg Paula. Vit vóru nærmastu skyldmenn báðir. Systkinabørn í móðurætt og triði og annar í faðirætt. Sostatt var eg bæði systkinabarn Paula og Óla, pápa hansara. Húsini hjá systrunum báðum úr Kalbak, Petrinu og Ninnu vóru sum eitt, og teirra stóru barnaflokkar vóru sum ein. Í Skúla í Saltnesi vuksu øll hesi 20 børnini upp sum systkin. Men deyðin máar; nú eru fýra fallin frá, øll brádliga og óvæntað. Vit fingu eftir tátíðar meting eina fría uppaling við nógvum kærleika. Vit blivu lærd arbeiðssemi og at vera reiðilig og heiðurlig fólk. Frá tí vit dugdu at stetla, vóru vit saman. Eitt ár var á muni, so hann var tann nátt­ úrligi leiðarin. Tá var eingin telda og onki B68, men fjøran var okkara heimur. Har lærdu vit at svimja, og har spældu vit við bátar og skip. Og so stóðu vit á seiðabergi og bygdu flakar. Og tey vaksnu høvdu álit á okkum, so vit kundu rógva og stima, sum vit vildu við bátunum, sum lógu á Taratanga. Frá barni av vóru vit for­ tróligir við sjógvin. Grønur var okk­ ara barndóms dalur. Hetta eina árið varð Paula til fyri­ muns, hann slapp fyrr til skips. Tað var á sild við Selberg við Dánial Pet­ uri Højgaard í Brekkum sum skipara. Eftir tað vóru vit saman við Høga­ nesi, Oyrasker Vesturhavinum Blíða og Havalduni. Um 20­ár aldur skilt­ ust okkara arbeiðsvegir. Pauli fór á skiparaskúla, eg valdi aðra lívsleið. Men sambandið var eins tætt. Sum tann álitismaður hann var, bleiv hann yvirmaður beinanvegin. Bestimaður, sum tað æt tá, við Peturi á Roykheyggj og Hans Petur í Brekkum. Pauli var koyrari, so longu 23­ára gamal var hann skipari á Sjó­ borgini á ísfisk undir Íslandi. Og hann fiskaði væl. Og síðani gekk tað slag í slag. Hann førdi Vesturvík og var eina tíð í farmasigling sum skip­ ari á Ravni hjá Skipafelagnum. Miðskeiðis í sjeytiárunum lótu Ólavur Gregersen og aðrir ein ídnað­ artrolara byggja. Hann æt Logos, og Pauli varð skipari. Teir fiskaðu í Norðsjónum, til grundarlagið fór undan hesum fiskiskapi. Logos bleiv tá umbygdur til rækjufiskiskap. Pauli helt fram sum skipari nú saman við Kaj í Bartalstovu. Teir skiftust. Eitt ár var eg saman við teimum upp á skift í Grønlandi. Eg eri sera takk­ samur fyri tað árið. Seinni fór Logos við Paula sum skipara til Afrika at fiska. Har var hann eitt hálvt ár út í eitt. Tá hetta skipið varð selt fyrst í áttatiárunum, fór Pauli at føra Saturn til partroling undir Føroyum, og hann var rokskipari. Trúgvur sum hann var, bað hann meg við um sumr­ arnar. Men í 1986 noyddist Saturn at bróta túrin av, tí skiparin hevði hjarta­ trupuleikar. Og so var hann liðugur sum fiskiskipari einans 41­ ára gam­ al. Í nøkur ár sigldi hann skiftivís sum skipari og meistari við Stathav. Tað dugdi hann, tí hann hevði eisini motorpassaraprógv. Tað er klárt, at eitt skiparaprógv einsamalt ger ongan til skipara. Nei, tað skulu aðrar dygdir til, og hesar dygdir hevði Pauli. Hann var góður línumaður, hann var góður trolmaður, kvikur við nálini og skjótur kryvjari, og hann dugdi at skrúa motorar. Og eisini dugdi hann at fara við fólki. Og ikki minst grammur at fáa fisk. Eftir Stathav gjørdist hann kajfúti á Toftum, og røkti hann hetta starvið til fulnar, til hann nú brádliga legði árarnar inn. Umframt hetta var hann loðsur millum oyggjarnar, tá stórir tangabátar komu til landið. Eitt álitis­ starv hann tók á seg, tá Otto bróðir fall frá. Her eru bert nevnd nøkur brot úr hansara virkna lívi, men hóast øll hesi avrik, so hevði Pauli ringa heilsu. Men hann var harður við seg sjálvan, viljafastur og lat ikki við seg koma. Longu frá sínum átjanda ári var hann plágaður av nýrunum, sum voldu honum nógva pínu. Síðani komu hjartatrupuleikar og tey sein­ astu árini sukursjúka eisini. Men hann bar alt í tolni; gramdi seg ong­ antíð, arbeiddi sum altíð og var lætt­ ur í sinni. Men vit, sum kendu hann, vistu, at hann var sjúkur um ikki deyðasjúkur. Í 1972 giftist Pauli og Judy úr Ritu­ vík og bygdu tey sær heim í Skúla í Saltnesi. Tey fingu fýra børn, sum eru Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid. Hesi hava givið honum sjey abbabørn. Hetta var grundvøllurin hjá Paula, og hesum livdi hann fyri. Pauli var ein einastandandi maður. Arbeiðssamur, álítand, trúgvur og røkin. Skilamaður á sjógvi og landi. Hóast hann fylti nógv í familjuni og nærumhvørvinum, so var hann ein av teimum stillu í samfelagnum. Eingin hávi. Hann hvíldi í familjuni og í arbeiðinum. Ein av teimum súl­ unum, okkara samfelag stendur á. Lívið er skroypiligt. Seinastu tíð­ ina eru óvanliga nógv fólk farin um okkara leiðir í góðum árum. Tað er, sum hongur ein ófrættadámur yvir bygdunum við Skálafjørðin. Skjótt er Harranum um. Leygardag skuldi Pauli fara sum loðsur. Men hann føldi seg ikki væl sum so ofta fyrr og var innlagdur á sjúkrahúsið. Mánadag varð hann sendur á Ríkis­ sjúkrahúsið til kanningar, um okkurt kundi gerast. Týsmorgunin tíðliga ringir hann heim í góðum lag og for­ telur, at nú fór hann inn til kanning. Men hann sovnaði burtur millum hendurnar á læknunum. Sárt, ómeta­ liga sárt. Eftir familjufaðirin, bróður­ in, vinin og starvsfelagan er eitt tóm­ rúm, sum ikki verður fylt, men sum vit megu læra at liva við. Góða Judy, Sonja, Hans Jacob, Poula og Dávid. Harrin hjálpi tykk­ um gjøgnum hesar tungu dagar. Við sorg og størsta takksemi fyri trúskap gjøgnum alt lívið lýsi eg frið yvir minnið um merkismannin Paula Reinert Petersen. Evigt ejes kun det tabte. Dan Paula Reinert Petersen til minnis f. 20.10.45. – d. 30.10.07. Lesið - so eru tit við Føðingar 24. oktober fingu Stefan og Mathias eina lítlasystur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3580 gr. og eitur Victoria. Foreldrini eru Bjørg og Julian Johnsson og tey búgva í Oure á Fyn. 25. oktober fingu Anna Maria og Jóan Petur Joensen, Tåstrup, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 28. oktober fingu Hjørdis og Erlendur Johannessen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4050 gr. 1. november fingu Kristine og Thomas Andersen, Århus, ein son. Hann vigaði 3390 gr. og var 52 cm langur. Hann eitur Ísak. 2. november fingu Bergljót Enni, Tvøroyri og John-Reid Djurhuus, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3950 gr. 2. november fingu Súsan og Fróði Benjaminsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr. 2. november fingu Brynhild og Niklas Højgaard, Runavík, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4200 gr. 3. november fingu Súsanna og Jón Nordendal, Sandavágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3750 gr. 5. november fingu Beinta Müller og Klaus Qvistgaard, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2750 gr. 6. november fingu Turið og Andras E. Sigurðsson, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3950 gr. 6. november fingu Katrin Samuelsen og Kartin Weihe, Skála, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3000 gr. 6. november fingu Elspa E. Jacobsen og Jim Sonni Guttesen, Sørvágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3750 gr. 6. november fingu Jonna Jensia Anthoniussen og Kristian Thomsen, Húsavík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3300 gr. 7. november fingu Laila Haldansen, Vestmanna og Jóhan Müller, Kvívík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4300 gr. 7. november fingu Eyðgunn Hansen og Hans Pauli W. Tórgarð, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4500 gr. 7. novembur fingu Álvgerð Johannesen og Tormann V. Jacobsen, Vágur, eina dóttir. Hon vigaði 3300 gram og var 52 cm long. Systkini Andri og Julia eru so glað fyri hana. 60 ára føðingardagur Leygardagin 10. november fyllir Martin Restorff Jacobsen, á Nesi, 60 ár. Í sambandi við føðingardagin verður opið hús í gamla prestagarðinum (Bygdarsavninum) á Nesi kl. 10-14. 65 ár Leygardagin 10. november verður Hergerð Joensen, bioanalytikari, Tórshavn 65 ár. 80 ár Leygardagin 10. november verður Erland Beder, Tórshavn, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 10. november saman við børnunum. Leygardagin 10. november verður Steintór Fagradal á Sandi, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum Finnleif og Jacobinu frá kl. 17.00.