Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 17 vórðu bjargaðir. Týskarar lótu allar menninar sleppa í bátarnar, áðrenn skipini vórðu søkt, og veðrið var so gott, at bátarnir allir sluppu til lands. Trina minnist, at pápin kom heim á nátt. Ein reiðari tá í tíðini var Johannes Johannesen, vanliga nevndur Lorvíks-Jóannes. Hann átti Ortariu, Arizonu og Kristionnu, sum var uppkallað eftir konu hansara, sum doyði ung. Georg hjá Jóannes varð giftur við Maritu úr Mikladali, sum er systkinabarn Trinu. Úr skúlanum Eina ferð er Trina 14 ár, og tíðin er komin at fara úr skúlanum. Trina verður konfirmerað í Fuglafirði. Annars var hon von at ganga í kirkju hvønn sunnudag. Pápin var deknur, og hon hevði fingið eina Bíbliu sum gávu frá honum. Kirkja kom annars ikki Lorvík fyrr enn í 1906. Áðrenn tað gingu teir í kirkju í Fuglafirði. Undan konfirmatiónini skuldu gangast til í einar 14 dagar, og tá búði hon hjá familju í Fuglafirði. Farleiðin til Fuglafjarðar var við báti, men skuldi farast til Gøtu og víðari, varð gingið um Lorvíksfjall. Hetta var ikki nakað, sum bakkað varð fyri tá í tíðini. Skuldi farast til Havnar varð gingið út á Skipanes, har farið varð umborð á mjólkabátin, sum so legði at í hvørjari bygd, til komið varð til Havnar. Í 1922 gongur Sámal Martin burtur 18 ára gamal við Norð- lýsinum. Hetta var ein rættiligur smeitur fyri tey. Sámal Martin ætlaði sær at gerast prestur, men fór burtur fyri at forvinna nakað av peningi. Teir fóru niður at selja fiskin, men rendu á land í illveðri. Veðrið var so ringt, at tað slapst ikki til at bjarga teimum, og allir menninir umkomust. Skiparin var pápi Olaf Krossteig, Óli hjá Óla kallaður, og teir vóru systkinabørn. Nú mátti Trina eisini at fara út at arbeiða. Hon fór til Havnar at vera í húsi hjá eini abbasystir, sum var gift við Hans í Funningsstovu. Hon búði mitt í býnum beint yvirav Ebenezer. Her var hampiliga fittligt. Hon skuldu taka sær av øllum tí húsliga. Men her vóru eingi børn og heldur eingin kúgv, sum nógv í Havn høvdu tá. Vildi uppliva verðina Tá ið Trina var 18 ár vildi hon royna nakað heilt nýtt. Eins og nógvar gentur tá í tíðini fór hon til Danmarkar. Her kom hon at arbeiða á einum missiónshotelli, sum var beint við Hovedbanegården í Keypmannahavn. Leiðarin her var gubbi Trinu, Niels Jacobsen, sum var suðuroyingur. Hann hevði danska konu. Tey áttu fyrst eitt barn. Men so fingu tey tvíburar, tveir dreingir. Trina fór niður uppá at vera barnagenta. Hetta var jú sera spennandi, eisini tað at búgva á einum hotelli mitt í býnum. Trina plagdi at fara túr við børnunum í býin. Her lá væl fyri at fara í Tivoli, men børnini skuldu eisini passast heima. Trina hevði eisini ásettar frítíðir, tá hon kundi hugna sær einsamøll. Trina var so her eitt ár. Tá fekk hon aftur hug at royna nakað nýtt. Hon gjørdist stovugenta hjá einum verkfrøðingi á Frederiksberg. Á Klaksvíkar sjúkra­ hús og so niður aftur Tá ið Trina hevði verið tvey ár niðri, helt hon tað vera tíð uppá at koma heim aftur til Føroyar. Tá kom hon at arbeiða í køkinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta var eftir tátíðini eitt hampiliga stórt arbeiðspláss. Her var ein økonoma, sum vist var av Strondum, og tríggjar gentur. Tær skuldu so gera mat og eisini gera reint. Men tá kom hugurin at fara burtur aftur, og Trina fór aftur til Danmarkar, og nú fekk hon pláss í Gentofte. Maðurin í húsinum var kapteinur, og æt Lindberg til eftirnavn. Tey áttu tvær døtur. Maðurin var nógv burtur, men kom heim, meðan Trina var har. Tey vóru sera fitt fólk. Her var eisini skipað frítíð. Trina hevði frí annan hvønn sunnudag og annan hvønn mikudag eftir døgurða. Tað bar til at fáa frí aðrar dagar, men tá skuldi loyvi fáast. Her var Trina so í fýra ár, men nú er hon blivin so tilkomin, at hetta við at vera í húsi tímir hon ikki meira. Annars var lønin kr. 35 um mánaðin, og so kost og logi. Men nú vildi hon vera fyri seg sjálva. Hon fekk sær eitt stað at búgva, og tók á seg reingerðingsarbeiði. Hon gjørdi millum annað reint í einum banka á morgni og hevði tvey fyrrapartsarbeiði. Hon arbeiddi eisini hjá einum bankastjóra Christensen, sum búði í Ordrup, sum var fyrsti stjóri í Føroya Banka frá 1906-1910. Nú forvann Trina 75 krónur um mánaðin, men so mátti hon eisini gjalda innivist og mat sjálv. Men nú ráddi hon meira sær sjálvari. Nú gingu aftur nøkur ár. Og Trina upplivir tann 9. apríl 1940, tann minniligur dagur, tá ið Danmark verður hersett. Hon gloymir ikki hendan morgunin, hon var á veg til arbeiðis. Týskarar flugu yvir er eitt lívstykki Sámal Martin, beiggi Katrinu, vildi longu sum 18 ára gamal gerast prestur. Men hann gekk burtur í 1922, og hann gjørdist ikki meira enn 18 ár Katrina og Alfred á yngri árum Her eru húsfólkini við Keldu. Frá vinstru systkini Petra, mamman Olevina, Anna, Theodor, Maria og Katrina. Hetta er flott avrik av 99 ára gamlari konu ➘