Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 218 - 9. november 2007 ] Hóast kappingin enn er ung, so skerst ikki burtur, at allir tríggir dystirnir um vikuskiftið tykjast rættiliga avgerandi Hondbóltur Jákup Mørk Tá Neistin í 2000 vann sein­ asta FM­heitið hjá felagnum í manshondbólti, var tað júst í Vestmanna, at hetta var vunnið til høldar. Tað verður so ikki hetta umfarið, at Neistin fer at taka sær nakað FM­gull, men gongd­ in hjá liðnum hevur higartil bent á, at teir væl kunnu gera seg galdandi heilt uppi á ovasti rók í vetur. Har plagar VÍF vanliga at halda til, men árið í ár hevur byrjanin tó ikki verið so sannførandi hjá liðnum. Móti H71 seinast bragdaði tó. Ikki minst tí Áki Olsen veruliga tykist vera um at finna stórformin. Og tað verður helst tørvur á skot­ styrkini hjá bæði honum og øðrum við leygardagin. Hig­ ar til hevur Neistin kveistrað alla mótstøðu til viks. Og skulu vestmenningar ikki dragna í stríðnum um pláss upp móti oddinum, skulu stig fáast til høldar. Seinasta útkall hjá KÍF Sunnudagin verða tveir dystir á skránni, og báðir tykjast teir serstakliga áhugaverdir. Hóast Kyndil enn ikki hevur víst nakað meistara­ spæl, so er liðið framvegis við frami í betru hálvuni av stigatalvuni. Og júst dystir­ nir móti StÍF kunnu verða teir, sum gera av, hvørt tal­ an verður um finalupláss ella ikki hjá meistarunum. At dystirnir millum júst tey bæði liðini eisini plaga at vera serstakliga undirhald­ andi, ger ikki uppgerðina minni áhugaverda. Og at enda er tað so dyst­ urin millum H71 og KÍF. Hoyvíkingar hava veruliga víst tenn í fleiri dystum í ár, og ivaleyst munnu viðhalds­ fólkini vóna, at hetta verður árið, har H71 veruliga kann taka tøk móti teimum meira siðvandu feløgunum. Tað var í øllum førum tað, sum kollfirðingar ætl­ aðu sær, men higar til hevur so einki vilja borið til hjá teimum. Og skulu teir ikki dragna fullkomuliga, er treytaleysa kravið hesa ferð tvey stig. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Kanóndystir á skránni Leygardagin 10. november verður Hoyvíkarhøllin karmur um árligu kappingina um føroyameistara­ skapin í amboðsfimleiki fyri lið Fimleikur Tíðindaskriv Tað er Fimleikasambandið, sum saman við Ljósinum og Havnar Fimleikafelag skipar fyri kappingini, ið verður skipað í tveimum. Fyrra kappingin er fyri kvinnu­ og mansung­ lingar, kvinnur og menn, og byrjar kl. 12:00. Seinna kappingin er fyri pinkur, piltar, gent­ ur og dreingir, og byrjar kl. 16:00. Fimleikararnir fara at kappast í gólvíðkan, basic line, lopi, bita, forskotnari barr, paralell barr og í ringum. Ein partur av kappingini verður tó í fimleikahøllini í Rituvíkar skúla. Tað er kappingin í forskotnari barr hjá pink­ um og gentum; tær fara at kappast fríggja­ kvøldið 9. november kl. 18:00. Seinnu árini hava amboðsfimleikararnir fingið fleiri kappingar at fara til, og hetta gevur eyka venjing og royndir. Tað sæst eisini, at fimleikararnir eru nógv mentir sein­ astu tíðina, so tað verður spennandi at vita, hvussu leikur fer í ítróttarhøllini í Hoyvík leygardagin. Besta liðið skal fin- nast Enn er kappingarárið ungt, men VÍF hevur alstóran tørv á tveimum stigum, tá teir taka móti oddaliðnum leygardagin