fríggjadagur 9. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti 21
Talan er um eini sera hugnalig og
góð hús á Signabø. Tú verður ovfarin
– nærum tikin á bóli, tá tú kemur
afturum húsini. Her er ein ótrúðliga
vakur og vælhildin urtagarður við fleiri
vøkrum blómubedum, ein deiligur
sólkrókur, har møguleiki er fyri at hava
havamøblarnar standandi og sólin skínir
langt út á kvøldið. Grundøkið er stórt,
589 fermetrar, og hevur tú nógvar møgu
leikar fyri at planta fleiri trø, runnar ella
bara at brúka økið til tað, tær tøvar.
Húsini standa væl fyri á Signabø við
góðum útsýni. Her er friðarligt og
barnavinarligt. Sparkivøllur og bátahylur
er á Signabø. Skjótt er til vøggustovu
og barnagarðarnar í Kollafirði og
eisini koyrir skúlabussurin til skúlan í
Kollafirði.
Stílurin í húsunum er hugnaligur og
romantiskur. Rúmini eru ljós, rúmlig og
funktionel og alt er so lætt og ljóst.
Húsini eru í trimum hæddum. Í mið
hæddini er durur, gongd, køkur og stova.
Í durinum eru flisar á gólvinum við hita.
Køkurin er ikki nútímans, men sera
hugnaligur og fjálgur við kolkomfýri.
Á loftinum er eitt nýumvælt baðirúm
við brúsu og baðikari. Eisini er ein stór
og góð sjónvarpsstova og tvey góð
kømur. Sjónvarpsstovan er kombinerað
sjónvarpsstova og gestakamar.
Kjallarin er góður og turrur. Hann er
deildur í tvey. Helvtin av kjallaranum er
vaskirúm við vaski, borði, vaskimaskinu
v.m., meðan hin helvtin kann brúkast
t.d. sum ein lítil verkstaður ella sum
goymslurúm.
Ein stórur og góður hjallur hoyrir til
húsini, sum er deildur upp soleiðis, at
møguleiki er bæði fyri at turka klæðir og
at hanga kjøt o.a. upp.
Tú fært meira at vita um húsini við at
ringja til Skyn á tlf. 357400.
Tlf. 357400 · Tórsgøta 16 · www.skyn.fo
Fakta:
Adr:
á Signabø 14
Byggiár:
1931
Hæddir:
3
Stødd innan: 121 fermetrar
Grundøkið:
589 fermetrar
Prísuppskot: kr. 1.200.000
Hugnalig sethús á Signabø