Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 218 - 9. november 2007 ] Landsliðs­ venjing avlýst Hóast heimliga fótbólts­ kappingin er av, so merkir tað ikki, at før­ oysku landsliðsspælar­ arnir hava fingið frí. Tann 21. november stendur kanska størsta uppgávan nakran tíð fyri framman, tá Føroy­ ar á útivølli skulu dyst­ ast móti italsku heims­ meistarunum. Men tað ber illa til at siga, at um­ støðurnar undan hesum eru optimalar. Nakrar venjingar eru tó settar á skránna, men longu nú er greitt, at tann fyrsta av hesum verður av ong­ um. FSF boðaði nevn­ liga í gjár frá, at vetrar­ veðrið, sum nú ger um seg, forðar fyri verulig­ ari fótbóltsvenjing. -mørk AaB fekk javnleik Jón Rói Jacobsen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá AaB í gjár spældi móti belg­ iska Anderlecht í UEFA ­Cup kappingini í fót­ bólti. AaB hevði nógv spæl fyri steðgin, men í seinna hálvleiki løgdu gestirnir seg á odda eftir sjálvmál frá AaB. Seinastu løtuna løgdu vertirnir nógv fyri í royndini at javna, og bara fýra minuttir fyri leiklok kundi innskifti Mattias Lindstrom senda bóltin í netið til 1­1. Hjá hinum danska luttakaranum, FCK, gekst einki serligt. Teir tóku á heimavølli móti grikska Panthinaikos, og tann dystin vunnu gestirnir 1­0. -mørk Gallaveitslan avlýst Ætlaða galla­veitslan fyri fótbólt, sum skuldi verða um vikuskiftið, er avlýst. Fyrireikararnir mettu, at undirtøkan fyri tiltakinum var ov lítil, og tí er avgerð tikin um, at veitslan verður av ongum. Hæddarpunktið á sjálvari veitsluni er vanliga, tá bestu spælararnir í farna kappingarári verða heiðraðir, men hendan handanin verður tó gjøgnumførd. Nøvnini á teimum, sum hava staðið seg best, verða nevnliga kunngjørd í Miðlahúsinum komandi fríggjadag. Hann var ikki í Mexico Tað, sum allur súkkluheimurin hevur vitað av leingi, varð staðfest í gjár. Danski súkklarin, Michael Rasmussen, sum í summar varð tikin úr Tour de France kappingini, staðfesti á tíðindafundi í gjár, at hann ikki var í Mexico, soleiðis sum hann annars hevði fráboðað altjóða doping­eftirlitinum. Hinvegin staðfesti hann, at felag hansara, Rabobank, var væl vitandi um hetta. – Orsøkin til hetta var hjúnarbandsávur, segði Michael Rasmussen, sum tó ikki vildi greina hesa útsøgn nærri. Men hann staðfesti, at hann ongan tíð hevur skákað sær undan nøkrum doping­eftirliti, og hann tóktist illur um at Rabobank segði seg hava snýtt teir. – Tú kanst ikki snýta ein, sum veit, hvat gongur fyri seg, segði “høsnarungin”, ið annars vónar, at hann skjótt aftur kann taka sæti á hjólhestinum í altjóða kapping. Higar til hevur útidysturin móti VB givið Stjørnuni einasta ósigurin. Og lítil ivi er um, at meistarnir hava nakað at prógva, tá tær fara á vøllin leygardagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað líktist onkrum slag av uppgerð við vanahugsan, tá VB tók øll á bóli við sigri á Stjørnuni, tá liðini hittust í Vági fyri trimum vikum síðani. Fram til tá var einasti spurningurin, sum fleiri hondbóltskøn settu sær, hvørt tað skuldi eydnast Stjørnuni at fara ósigraðar gjøgnum kappingarárið. Tað megnaðu tær so ikki, men dystirnir síðani hava prógvað, at Stjørnan helst eigur sterkasta kvinnuliðið í landinum. Ein staðfesting, sum tær so avgjørt vilja prógva, nú VB kemur á vitjan. Og so er spurningur­ in, hvørt tað enn eina ferð skal eydast VB at skala favorittarnar. Leygardagin er eisini dystur í Vestmanna, har Neistin er favorittur, tá tær vitja VÍF. Seinasti dysturin í Sunset­ kappingini hetta umfarið verður í Havn sunnudagin, tá Kyndil tekur móti StÍF. Í Vági var Stjørnan fyri higar til einasta stigamissinum hetta kappingarárið Meistaradeild kvinnur vunnin tapt sett dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 3 3 - 0 9 3 6 6 2 Dráttur 4 3 - 1 9 6 3 6 3 KÍF 3 2 - 1 8 3 5 4 4 SÍ 3 2 - 1 8 4 4 4 5 Mjølnir 1 0 - 1 1 3 -2 0 6 Fleyr 3 0 - 3 0 9 -9 0 7 TB 3 0 - 3 2 9 -7 0 Meistaradeild menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 ÍF 2 2 - 0 6 3 3 4 2 SÍ 3 2 - 1 8 5 3 4 3 Fram 1 1 - 0 3 0 3 2 4 Mjølnir 1 0 - 1 1 3 -2 0 5 Fleyr 3 0 - 3 2 9 -7 0 Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 5 4 - 0 - 1 157 117 40 8 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 107 84 23 6 3 VB 4 2 - 1 - 1 80 77 3 5 4 StÍF 5 1 - 1 - 3 108 123 -15 3 5 Kyndil 5 1 - 1 - 3 109 132 -23 3 6 VÍF 5 1 - 1 - 3 100 128 -28 3 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 5 5 - 0 - 0 153 127 26 10 2 StÍF 5 3 - 0 - 2 148 123 25 6 3 Kyndil 5 3 - 0 - 2 119 135 -16 6 4 H71 5 2 - 0 - 3 132 133 -1 4 5 VÍF 5 2 - 0 - 3 132 141 -9 4 6 KÍF 5 0 - 0 - 5 117 142 -25 0 Stjørnan vil hevna seg Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 10.11 14.30 VÍF-Neistin 10.11 17.00 Stjørnan-VB 11.11 14.30 Kyndil-StÍF Atlantic Airways-kappingin 10.11 16,00 VÍF-Neistin 11.11 16.00 Kyndil-StÍF 11.11 16.00 H71-KÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 11.11 14.00 Mjølnir-ÍF 11.11 14.00 SÍ-Dráttur Meistaradeild menn 11.11 16.00 Fleyr-Mjølnir