Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 22 Í síðstu viku, 24. oktobur, bór­ ust tíðindinum um, at 180 av 295 tinglimum í iranska tjóðar­ tinginum høvdu skrivað undir eitt mótmælisskriv har teir góvu, tí nú frákoyrda, sam­ ráðingarleiðaranum í altjóða kjarnaorkumálum, Ali Larjani, sín fulla stuðul. Mótmælisskrivið og ónøgdin millum tinglimir segðist vera orsøk til, at iranski forsetin breyt vitjan sína í Armenia av og í skundi fór til Teheran. Sagt verður, at Ahmedinejad og tann konservativi vongurin, ið enn stuðlar honum, við hesi uppsøgn hevur tryggjað sær, at harða politiska linjan í kjarnorkuspurninginum fer at halda fram. Men havast skal eisini í huga, at ovasti leiðarin, Ayatoallah Khamenei, hevur síðsta orðið í flestum viðurskiftum av týdningi í Iran – soleiðis er iranska stjórnarskipanin innrætta. Hann hevur eisini givið Ahmedinejad grønt ljós til uppsøgnina av Larjani. Og enn situr iranski forsetin við forsetaembætinum. Tríggjar orsøkir til avbrotnu vitjanina Í fjølmiðlunum hava tvær aðrar orsøkir verið frammi til avbrotnu vitjanina í Armenia. Millum armenskar myndugleikar varð sagt, at orsøkin var vánaliga heilsustøðan hjá ovasta prest­ inum Khamenei. Triðja orsøkin, sum hevur verið frammi, hevur snúð seg um viðurskiftini millum Turkaland og Iran. Tann eini eygleiðarin úr Azerbaijan metti at iranski forsetin á elegantan hátt slapp sær úr eini trongari støðu. Tí á skránni júst tann dagin, tá ið forsetin í skundi fór til Teheran, var ein vitjan á einum minnisvarða fyri armenar, ið vórðu dripnir av osmannum ella turkum fyrst í 20. øld. Við hesi avlýsing fekk Ahmedinejad víst vælvilja til sínar turkisku samstarvsfelagar og víst, at Iran ynskir at hava góð viðurskiftir við granna sín Turkaland. Men hóast hetta, so úttalaði hann seg til fjølmiðlar ímóti harðskapinum, ið var framdur ímóti armenum. Exit Ahmedinejad? Ahmedinejad bloggar Iranski forsetin hevur ein blogg. Har verður bloggað um mangt og hvat, sum er viðkomandi fyri iransku tjóðini og heiminum annars. Bloggað verður á fýra málum, persiskum, arabiskum, fronskum og enskum. Tað er ójavnt hvussu nógvir blog­stubbar koma út á øllum fýra málunum. Franska síðan er óvirkin. Enskmælta síðan hevur ligið still líka síðan í mars, og tilsamans eru einans seks innlegg løgd út. Ímeðan síðsta innleggið á arabiskum er frá juni í ár. Á persiskum verður tó dúgliga bloggað. Stendur Ahmedinejad til at fella í iranskum politikki? Iranski forsetin er í lágum metum millum ein stóran meiriluta av tinglimum í iranska tjóðartinginum, eftir at samráðingarleiðarin í kjarnorku­ málum Ali Larjani var bráddliga koyrdur frá, og í hansara stað var settur ein mest sum óroyndur embætismaður. Afturat hesum er Ahmedinejad heldur ikki væl dámdur millum vanliga fólkið Iran Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo