fríggjadagur 9. november 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 9. november 2007
23
tíðindi
Móti
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Eitt øðrvísið mótashow -
við klæðum til bæði fólk og
hundar- var hóskvøldið hild-
ið á Rex. Hálkan hevði allar-
helst sína ávirkan á tiltakið,
tí fleiri stólar stóðu tómir í
salinum. Men tey, ið hætt-
aðu sær oman, fingu eitt
gott show
Átta handlar vóru við í
sýningini: Sirri, Siri, Tou-
ché, Drós, Kallkyn, Thomas
Dam Ítróttur, Optikbúðin
og Fótbúðin. Hár og sminka
var gjørt av Royal hárfríð-
kan.
Tað var felagið Miðbýur-
in, sum stóð fyri tiltakinum,
og høvuðsfyriskipari var
Óluva á Lofti.
Hon sigur, at tað var spild-
urnýggi jólamótin, sum júst
er komin, sum varð vístur
fram.
- Eg haldi, at tað hevur
verið so nógv fokus á SMS,
at fólk gloyma hvussu sjar-
merandi tað er at ganga nið-
ri í miðbýnum. Hetta er eitt
átak fyri at seta fokus á mið-
býin aftur, tí vit hava sera
nógv at bjóða á øllum økj-
um, greiðir Óluva frá.
Hon sigur, at viðskifta-
fólkini eru vorðin meiri til-
vitað um hvat tey vilja hava,
og tey krevja tí alsamt mei-
ri. Tí valdi hon at gera eitt
so stórt tiltak.
Umframt mótasýningina,
var eisini framførðsla við
Una Debes, ábit og okkurt
leskandi. Harafturat var
lutaseðlasøla við góðum
vinningum og dansisýning.
-Eg haldi, at tiltakið er
sera væleydnað. Og hetta
verður heilt víst endurtikið
skjótt aftur, sigur Óluva á
Lofti at enda.
Nýggjasti móti á Rex
Óluva á Loftið var høvuðsfyriskipari av showinum á Rex.
– Miðbýurin hevur so ótrúliga nógv at bjóða, og tí hava vit valt
at seta fokus á miðbýin við hesum stóra tiltakinum, sigur hon
Systrarnar hjá Eivør, Elisabet Maria og Elinborg, sungu eisini við á tí eina lagnum. Til vinstru
Ása Wrae, ið sang og spældi munnharpu
Mynd: Sunva E. Lassen
Fult hús til Eivør
Flestu løgini á konsertini hjá
Eivør í gjárkvøldið vóru av
nýggjastu fløguni hennara,
Mannabarn
Mynd: Sunva E. Lassen
Hóast nógvu hálkuna í gjár-
kvøldið, vóru nógvir áhoyr-
arar komnir í Hoydalar at
lurta eftir eini sera vælupp-
lagdari Eivør Pállsdóttir,
sum hevði konsert í fullsett-
ari aulu á Studentaskúlanum.
Við sær á pallinum hevði
Eivør góðar tónleikarar og
kórgentur. Tey vóru Graham
Henderson, klaver, Chris
Hertzberger, violin, Edvard
Nyholm Debess, kontrabass,
Rógvi á Rógvu, trummur,
Benjamin Petersen, gittar,
Ása Wraae, munnharpu og
sang og yngru systrarnar
hjá Eivør, Elisabet Maria
og Elinborg, ið sungu við á
tí eina lagnum, sum er upp-
kallað eftir teimum báðum.
Úr Føroyum gongur leið-
in til Íslands. Sunnudagin
klokkan 17 hevur Eivør kon-
sert í Reykjarneshøllini í
Reykjavík
Sosialurin hevur ummæli
av konsertini hjá Eivør í
Hoydølum í næstu viku.
-karim-