Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti Iranski forsetin Mahmud Ahmedinejad hevur tvær ferðir fyrr verið á ST høvuðsborgini í New York sum talari. Hesaferð var spenningurin í hæddini millum USA og Tehran. Fyrst og fremst orsaka av stríðnum um møguligum iranskum kjarnorkuvápnum og eisini ákærur – tó uttan prógv - ið siga, at Iran veitir shiamuslimsku militsunum í Irak vápn. Og støðan er lítið broytt síðan septembur. Hesar ákærur eru partur av amerikanska politikkinum í Miðeystri, har ið trýst verður lagt á Iran og tos um álop á Iran er frammi – Bush gav í august sínum ovastum í Irak loyvi til at svara aftur hesari iransku vápnahjálpini ella sum hann lýsti hana: »Tehran`s murderous activities«. Hóast Ahmedinejad lendi í øllum góðum á JFK, so fekk hann eina kaldliga móttøku á støðum, sum hann vitjaði kring New York. Longu áðrenn lendingina fekk Ahmedinejad gjørt sær yvirskriftir – umbøn hansara um at leggja ein blómukrans á staðið har World Trade Center einaferð stóð, varð við tað sama nokta. Bløðini í New York høvdu yvirskriftir sum »The Evil has landed« (Óndskapurin er lendur) og »Madman Iranian Prez« (Svaki iranski forsetin). Áskoðarar róptu ókvæmisorð, pressan fór illa við honum, Fox News gjørdi gjøldur burturúr honum fyri at siga, at eingi samkynd eru í Iran og so varð hann, av forsetanum á Columbia University, skýrdur at vera ein »einfaldur og óndur einaræðisharri«. Hetta er nú ikki so óvæntað. Eftir ferðina yvir til landið, sum í Tehran ofta verður kallað Stóri Satan, hava fleiri peikað á, at øll hendan ódámliga umtalan einans fór at gerast honum ein fyrimunur harheima í Iran. Leiðarin fyri størsta andstøðu- flokkin í Iran Mohsen Mirdamadi hevur viðgingið fyri miðlum, at atfinnarnar og ákoyringarnar Ahmedinejad møtti yvir í USA vóru við til at økja um hansara umdømi í Iran. Eitt iranskt blað metti um hansara umdømi í muslimska partinum av heiminum, har varð skrivað: »Uttan ótta og djarvur gekk hann inn í ljónabølið... ivaleyst er hann í dag ein størri hetja á arabisku-muslimsku gøtuni enn áður.« Men hendan vitjanin sær í dag út til ikki hava havt so stóran týdning. Forsetin hevur aðrar og størri trupulleikar enn væntandi umdømi millum vanliga mannin at taka sær av. Vánaliga umdømi hansara millum iranskar politikarar, vaksandi politiska mótstøðan móti hansara leiðslu kann fara at kosta honum dýrt einaferð í nærmastu framtíð. Oliver Stone-filmur um Ahmedinejad? Fyrst fekk Oliver Stone noktandi boð frá iranska forsetanum. Men nú sigst, at tingingar ganga fyri seg millum partarnar (sambært The Guardian). Meðan iranskir filmsleikstjórar hava eggjað forsetanum at taka av tilboðnum frá Stone, so var svarið at byrja við greitt frá forsetanum. Fjølmiðlaráðgevi hansara segði við pressuna í juli: »Tað er rætt, at Stone er kendur sum ein andstøðumaður mótvegis sitandi stjórn yvir í USA, men andstøðan er kortini partur av tí ´Stóra Satanum` (blaðm., t.e. USA). Vit meta, at amerikanskir filmar manglar mentanarliga dygd og list«. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki skilt partarnar, sum nú tingast um ein møguligan dokumentarfilm um Ahmadinejad. Leikstjórin Oliver Stone undir liðini á Fidel Castro í samband við upptøkurnar av filminum »Commandante« Armenar eru annars ein stórur etniskur minnilutabólkur í Iran. Ahmedinejad forseti – brotin lyftir Ahmedinejad var borgarstjóri í Tehran áðrenn hann brádliga og heldur óvæntað gjørdist forseti. Tað var serliga hansara fólksliga og fátæksliga bakgrund, sum gav honum gott umdømi millum fólk og vann honum forsetaembætið í 2005. Men eftir tveimum árum í embætinum er umdømið illa farið. Vallyftini um at gera okkurt við arbeiðsloysið og betra um búðstaðarviðurskiftini eru ikki gingin á møti. Atfinningar í Iran snúgva seg um dýrar íbúðarprísir og ikki minst um, at prísurin á matvørum, so sum grønmeti og fruktum, er meiri enn tvífaldaður tað seinasta árið. Tá ið Ahmedinejad og hansara menn herfyri avtóku stuðulin til bensin og innførdu eina rationeringsskipan, var úrslitið mótmælisgongur og ófriður kring alt landið. Umleið ein triðingur av landsins bensinsstøðum vóru oyðilagdar. Iran, ið er ein av heimsins størstu útflytarum av olju (9% av heimsins oljukeldum), hevur ikki nóg nógv oljureinsiverk til at nøkta iranska tørvin eftir bensini. Landið innflytir meiri 50 % av egnum brúki, á tilsamans 10 billiónir dollarar, og selur tað síðan aftur bílliga, mest til bilførarar. Síðan Islamsku kollveltingina í 1979 varð stats- stuðul innførdur og hevur hildið prísinum á bensini langt niðri í Iran. M.a. av hesum stendur forsetin ikki serliga sterkur í sínum egna heimlandi. Og tað er av somu grund, at teir 180 tinglimirnir mótmæltu framferðini hjá Ahmedinejad. Neyvan verður forsetin koyrdur frá, men allarhelst er hann á veg út úr iranskum politikki. [Ahmedinejad] – »I'm a dinner jacket!« Langa og trupla navnið hjá iranska forsetanum, Ahmedi-nejad, liggur ikki so væl á tungum hjá flestu fólkum úr vestari parti av heiminum. Hetta gav eisini amerikanarum høvuðbrýggj. Sjónvarpsverturin hjá CBS, Katie Couric, deildi við hyggjarunum sína minnisreglu, sum var soljóðandi: »I'm a dinner jacket«. Ahmedinejad á ferð í landinum, ið kallað verður Stóri Satan! Nógv er hent síðan vitjan Ahmedinejads í New York síðst í september. Tann ferðin var – trúgv tí ella ei - ein sjarmuferð. Í hvussu er ein roynd. Forsetin møtti nógvum mótstandi og fekk, í summum førum, av at vita. Eygleiðarar mettu tá, at ferðin var eitt væl eydnað sjarmuátak, ið setti forsetan í gott ljós – tað er, væl at merkja, serliga millum muslimska partin av heiminum