fríggjadagur 9. november 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 218 - 9. november 2007
Rithøvundafelagið fyllir
50 í ár og hátíðarhelt
herfyri føðingardagin við
tiltakið, sum var merkt
av sjálvrannsakan um
samfelagsliga leiklutin
hjá skrivandi fólki og
eftirmeting av innanhýsis
samstarvinum í felagnum
RithøvundaR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Myndir: Benjamin Rasmussen
Rithøvundafelagið er eitt masku
lint, ókollegialt og uppstegðað
felag. Hetta vóru nøkur av hørðu
lýsingarorðunum, sum vóru
brúkt, tá Rithøvundafelagið há
tíðarhelt, at tað eru 50 ár síðani,
at felagið varð stovnað.
Føðingardagurin varð hildin í
kommunuskúlanum í Havn við
tónleiki, upplestri, pallborðskjaki
og fyrilestri. Og hóast góðir rit
høvundar eyðvita eru bersøgnir
eisini tá teir eru í føðingardag
so var lagið gott og undirhaldið
fjølbroytt.
Búi Dam sang á sín sermerkta
hátt sangir úr komandi fløgu síni,
Tóra Tóroddsdóttir greiddi liv
andi frá um – og las brot úr
stóru skaldsøguni Undir egið
borð eftir Halldór Laxness, Odd
vør Johansen útleveraði á skemti
ligan hátt klandrið og frustratión
irnar í felagnum við upplestri úr
stuttsøguni, »Smakdómarar«, og
Carl Jóhan Jensen undirstrikaði
við síni messandi freku fram
førslu av nýskjaldrum, at skald
skapur er meira enn skrivaða
orðið. Til seinast hugleiddi søgu
frøðingurin, Hans Andrias
Sølvará, um føroyska kjakment
an og samfelagsliga leiklutin hjá
skrivandi fólki.
Samfelagsliga ábyrgdin
Eitt pallborð av núverandi og
fyrrverandi formonnum (og –
kvinnu) skiftu orð um bæði innan
hýsis viðurskifti og samfelags
ligu ábyrgdina hjá rithøvundum.
Gunnar Hoydal, sum júst hevur
givið út skaldsøgu, sum á mang
an hátt er samfelagskritikkur
ílætin skaldskap, staðfesti, at
rithøvundar eru vanligir sam
felagsborgarar. Teirra ábyrgd at
blanda seg í almenna kjaki er
hvørki størri ella minni enn hon
hjá øðrum føroyingum.
Men í listini sjálvari taka rit
høvundar eins og onnur listafólk
støðu til samfelagið. Tað er bara
ikki altíð so sjónligt, helt Gunnar
Hoydal
Núverandi formaður í felag
num, Arnbjørn Dalsgarð helt
hinvegin, at rithøvundar hava ser
liga ábyrgd at blanda seg í al
menn kjak, millum annað tí fría
orðið er grundarlagið undir sjálv
um arbeiðnum hjá rithøvundum.
Tá tað snúði seg um ábyrgdina
hjá felagnum, vóru flestu pall
borðsluttakarar samdir um, at
høvuðsuppgávan hjá Rithøvunda
felagnum í dag er at arbeiða fyri
rættindum hjá rithøvundum, sjón
liggera rithøvundar í samfelag
num og styrkja føroyska list
yvirhøvur. Gunnar Hoydal
eftirlýsti í hesum sambandi ein
um veruligum føroyskum
mentanarpolitikki.
Trupulleikin er ikki, at ein
mentanarpolitikkur ikki er
orðaður, men at hann ikki verður
fylgdur, segði hann avgjørdur.
Tippa hvønn annan
Kjakast var eisini um innanhýsis
samstarvið í felagnum, og
manglandi kollegialitetur var
uppi at venda. Í lítla føroyska
samfelagnum eru rithøvundar
sjálvir mangan teir einastu, sum
ummæla. Ein rithøvundur kann
rósa einum øðrum til skýggja og
sápla ein annan til heljar, og fáar
vikur seinni sita allir tríggir á
sama aðalfundi.
Hanus Kamban helt, at fría
orðið er fría orði, og at tað sjálv
andi skal vera loyvt at finnast at
hvørjum øðrum og kritisera
hvønn annan. Hann hugleiddi um
happing í skúlagarðinum, og
segði, at tað áhugaverda, er ikki,
at onkur einstakur rópar ókvæms
orð eftir einum øðrum, men at øll
hinu bara hyggja at.
Carl Jóhan Jensen, sum um
framt at vera rithøvundur eisini
er kendur sum ein sera bersøgin
ummælari, dugdi ikki at síggja,
at tað skulu vera nøkur mørk
fyri, hvat ein ummælari kann
loyva sær at siga. Annars er talan
um sensur, helt hann.
Núverandi formaður í felag
num, Arnbjørn Dalsgarð, helt at,
tað eisini ráddi um at duga at
vanda sær um orðini. Upp á
spurningin um tað kom fyri, at
rithøvundar vórðu tiptir av
øðrum rithøvundum, var stutta
svarið frá formanninum: ja
Kjakmentan í kreppu
Hans Andrias Sølvará legði í
sínum fyrilestri dent á, at rit
høvundar ikki einans skulu verja
fría orðið, teir hava eisini eina
serliga ábyrgd at verja fjølbroytni
í almenna orðaskiftinum.
Rithøvundar hava orðið í síni
makt og teir eru serfrøðingar í at
síggja ymisk samfelagslig fyri
brigdi úr øðrvísi sjónarhornum.
Tí eiga teir at varpa ljós á øðrvísi
sjónarmið, sum ikki eru millum
tey ráðandi í samfelagnum, segði
Hans Andrias Sølvará.
Sjálvur hevur Hans Andrias
Sølvará luttikið í kjaki um mill
um annað bíbliutulking og
samanblanding av trúgv og
politikki. Og hann undraðist yvir,
at rithøvundar ikki hava verið
meira frammi í hesum kjaki. Tí
eitt demokratisk samfelag, har
bíblian verður brúkt sum politisk
grundgeving uttan mótstøðu, er
eitt samfelag, har kjakmentanin
er í djúpari kreppu, helt hann.
– Tað eru kjak og ósemjur, sum
menna og hvessa sjónarmiðini,
meðan tøgnin fjalir bæði trupul
leikar og loysnir. Tí havi eg valt
at blanda meg. Ikki tí, at eg haldi
meg hava rætt, men tí kjakið í
sjálvum sær er neyðugt, segði
Hans Andrias Sølvará.
Spíski pennurin í pena samfelagnum
Í upplýstu auluni í Kommunuskúlanum hátíðarhelt Rithøvundafelagið fimti ára føðingardagin, og tosað var
millum annað um samfelagsligu ábyrgdina hjá rithøvundum. Listin sjálv varpar ljós á samfelagsligar trupulleikar,
staðfesti Gunnar Hoydal
Einsamalla kvinnan í pallborðinum, Turid Sigurðardóttir, lýsti Rithøvundafelagið sum eitt tungt og einkynjað
felag. Hinir luttakararnir í pallborðinum vóru Martin Næs, Gunnar Hoydal, Hanus Kamban, Carl Jóhan Jensen og
Arnbjørn Dalsgarð