Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Nýggjar limir og góðan vinning Bláikrossur: Ungdómsdeildin hjá hesum fráhaldsfelagsskapi er farin undir eitt átak við tí endamáli at útvega fleiri limir. Átakið varir árið út, og tá verður drigið um ein I-Pod millum teir nýggju limirnar. Blá Kross Ungdómur virkar millum annað fyri, at tey ungu vísa, at tað ber til at liva eitt gott og sunt ungdómslív, uttan stimbrandi ella doyvandi evni. Óli á Grømma vitjar Ebenezer: Á ungdómsmøtinum hóskvøldið høvdu tey ungu í samkomuni vitjan at einum persóni, sum tey helst hava hoyrt um, men sum mong kanska ikki hava sæð. Hetta kvøldið talaði nevniliga Óli á Grømma Jacobsen, sum er formaður í aðalnevndini fyri trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission. Óli og kona hansara, Judy hava verið trúboðarar í millum annað Miðamerika og Filipsoyggjunum. Umframt hetta ungdómsmøtið, fer Óli at tala á samfelagsstevnuni í Ebenezer komandi vikuskiftið. Trúgvandi og inn í samkomuna Noreg: Umleið 50 fólk komu til persónliga trúgv á Jesus, tá trúboðarin Svein Magne Pedersen hevði eina møtirøð í Østfold um vikuskiftið. Tey flestu ynsktu aftaná møtini haraftrat at fara upp í eina samkomu í økinum. Fleiri fólk vórðu grødd á møtunum, sum hvítusunnusamkomur í økinum skipaðu fyri. Nýggjur biskupur í Íslandi Katólska kirkjan: Fyrr í mánaðinum útnevndi Benedict 17. pávi nýggjan biskup yvir bispadømið í Íslandi. Nýggi biskupurin, Pierre Burcher, hevur higartil virkað sum hjálparbiskupur yvir sveitsisku stiftini, Lausanne, Geneve og Fribourg. Hann kemur fyri Jóannes Baptist Matthijs Gijsen, sum er farin frá vegna aldur. Katólska kirkjan í Íslandi hevur 6.451 limir. »Orðið varð hold og tók búgv okkara millum« Jóhs. 1.14 Orðið mátti gerast hold og búgva millum okkum. Tað var fyri árum síðani. Børnini vóru komin heim í gullbrúðleyp hjá gomlu foreldrum sínum, sum búðu úti á bygd. Nøkur av teimum búðu í útlondum og høvdu ikki verið heima í mong ár. Hetta var ein vakran dag í august og tey sótu úti í garðinum. Elsti sonurin var komin at sita undir liðini á presti og undir samrøðuni teirra millum helt sonurin fyri: ”Tað kennist so løgið at koma aftur til heimbygdini, nú eftir at eg eri vorðin vaksin maður. Ein sær alt við øðrvísi eygum, enn tá ið ein var barn. Tá hugsaði eg ongantíð, hvat tað kostaði pápa mínum at vinna okkum tað dagliga breyðið. Nú kennist tað eins og hvørt grasstrá og hvørt eplaslokkur sigur við meg, hvussu pápi mín hevur stríðst og strevast fyri at vit skuldu hava tað gott í heimi okkara; og eg haldi, at eg við at gerast varugur við alt hetta, eri komin at elska hann við einum nýggjum kærleika.” Gævi tað andaliga sæð gekst okkum á sama hátt! Vit hava sæð lítið av, hvat faðir okkara í himli hevur liðið fyri at leggja grundarlagið undir okkara ævigu sælu. Og hann líðir líka nógv dagin í dag. Gævi vit tóku hetta við okkum innar í loynikamarið og har lærdu at elska Guð við einum nýggjum kærleika. orðið Hesa vikuna: John S. Myllhamar Ein av teimum meiri stillføru arbeiðs­ greinunum innan kristiliga arbeiðið í Føroyum, eru teir sonevndu sjómans­ kvinnuringarnir kring landið At teir eru stillførir merkir hin- vegin ikki, at allar hesar kvinn- urnar ikki hava fleiri hjartamál. Eitt av hesum er at skapa hugna og gleði umborð á føroyskum skipum, nú tað nærkast til stóru kristnu høgtíðina, jólunum. Tá tær eru saman til fundir sínar verður handaligt arbeiði tikið fram, og við kviku hondunum evna tær lutir, sum síðani verða sendir umborð á føroysku skipini. Arbeiðið verður samskipað við sjómanstrúboðarin hjá Heima- missiónini, umvegis sjómans- heimini og út til tey ymisku skipini. Tíðliga verður til brots við jólapakkunum, tí nógv av føroysku skipunum sigla í fremmandum sjógvi ella leggja leiðina fram við føroyskari havn um hetta mundið, og koma tí ikki aftur hendavegin fyri jól. Teir mongu sjómanskvinnuring- arnir kring landið lýsa í hesum døgum við at jólapakkarnir verða savnaðir saman og síðani sendir til víðari avgreiðslu. Hvørt einasta ár verða so- statt savnaðir eitt sera stórt tal av jólapakkum saman. Tað týdningarmesta við gávunum er ikki beinleiðis støddin, men at tað er eitt missiónshjarta sum bankar aftanfyri hvønn einasta pakka. Tí verður bæði vónað og biðið eftir, at sjófólk okkara fáa eini gleðilig jól, óansæð í hvørjum havi tey eru stødd. Jólapakkar skapa gleði umborð ­ Hetta er størsta vekingin sum heimurin nakrantíð hevur verið vitni til, sigur missiónsmaðurin og Kina­trúboðarin, Dennis Balcombe Í dag eru fleiri kristin í Kina enn nakra aðrastaðni í heiminum. Hesi tølini koma fram, samstundis sum ein kann hátíðarhalda at 200 ár eru liðin síðani fyrsti protestantiski trúboðarin kom til hetta stóra landið. - Tað er ótrúligt, tað sum er hent í Kina síðani mentanar- kollveltingin steðgaði, staðfestir Balcombe. Valdsharrarnir kalla seg framvegis kommunistar, men teir hava latið landið upp fyri Gudi á ein slíkan hátt sum hevði verið óhugsandi í 60 og 70’unum, tá gerandisdagurin varð merktur av kollvelting, eldsásetingum á kirkjur og avrætting av kristnum. Myndugleikarnir meta ikki longur kirkjurnar sum eina hóttan. Teir meta hinvegin tey kristnu sum friðarmenniskju, og siga, at har sum samkomulívið er virkið, er samfelagið tað eisini. Í einstøkum býum eru meiri enn helmingurin trúgvandi. Møtir verða hildin og kunnu vara heilt upp í seks tímar. - Fleiri enn 60 prosent av boðarunum eru kvinnur, sigur Balcombe. Kristinlívið í síni heilt er trupult at gera eitt yvirlit um. Fleiri kirkjur eru skrásettar, aðrar ikki og tær finnast í øllum støddum. Summar av kristnu kirkju- num halda til í stórum kirkju- bygningum, sum myndugleikarnir nú hava givið aftur til tey kristnu. Aðrar kirkjur hava møtir síni í skúlum, heimum, arbeiðsplássum og enntá eisini í úthúsum. Tey kristnu ynskja snøgt sagt bara at koma saman at lovprísa Gudi. - Tað ljóðar og kókar av Guds ríki allastaðni í Kina, staðfestir Dennis Balcombe. KINA: 30.000 gerast kristin um dagin Stórar vekingar eru í Kina. Tey kristnu ynskja bara at koma saman, óansæð hvar tað skal vera